Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 116 - 22. juni 2009 ] Toppskjútti vil til Onglands Bordeaux vann farna kappingarár franska meistaraheitið, og tað var millum annað takka veri málunum hjá álopsspælaranum Marouane Chamakh, sum er ættaður úr Marokko. Nú sigur Chamakh, at hann vil sleppa til Onglands at spæla. Og áhugi er eisini til staðar í Onglandi, tí Arsenal fer møguliga at taka kekkheftið fram. Prísurin fyri Chamakh er helst einar hundrað milliónir krónur. Hart skiftir felag Málmaðurin Joe Hart fer nú helst úr Manchester City til okkurt annað felag at spæla í eina tíð. City hevur keypt írska landsliðsmálmannin Shay Given, og tí sleppur Joe Hart ikki á liðið í City. Nú sigur felagið, at tað er sinnað at leigað tann evnaríka málmannin út til okkurt annað felag í Onglandi. Tað sigst, at uppflytararnir í Birmingham eru áhugaðir at fáa Hart í sín part. Tá EB/Streymur eitt lítið korter í seinna hálvleik legði seg á odda 2-0, líktist dysturin við Løkin einum avgjørdum dysti. NSÍ royndi at trýsta seg innaftur, men skapti ov lítið til veruliga at fáa hótt gestirnar FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tey bæði liðini, sum møttust í Eystanstevnudystinum við Løkin leygarkvøldið, høvdu bæði brúk fyri at reisa seg aftur eftir tap í mið­viku­ dystum. NSÍ mátti vinna, tí har snúði tað seg um plássið í oddastríðnum, meðan EB/ Streymur ikki mátti tapa fyri triðju ferð á rað. NSÍ byrjaði betur, men hevði ilt við at definera sítt álopsspæl. Hetta var fyrst og fremst Sorin Anghel fyri at takka, tí hann var allan dystin á tamb ein brandur í verjuni hjá EB/Streymi, og serliga væl lá fyri hjá hon­ um at neutralisera topp­ skjúttan og gamla liðfelag­ an, Károly Potemkin. Nokk so skjótt fekk EB/ Streymur vunnið sær eina yvirvág, ið serliga vísti seg í skjóta álopsspælinum, ið fleiri ferðir var rættiliga hóttandi – gjarna við sera beinleiðis spæli og uttan fleiri nertingar enn neyð­ ugt. Tá hetta so eisini gav gest­unum eina 2-0 leiðslu tíðliga í seinna hálvleiki, kom tað sjálvandi at merkja dystin, sum í løtum var ser­ stakliga undirhaldandi. Men sum fortreytirnar broytt­ust, gjørdist tað eisini í løtum ikki akkurát so polerað spæl, liðini vístu – og annars plaga at vísa í sínamillum dystunum. Legði upp til bæði Ein hin mest eyðsýndi spæl­arin í álopspartinum hjá EB/Streymi var Hans Pauli Samuelsen, sum var við í uppspælinum til bæði málini og sjálvur skjeyt tað fyrra av teimum. Tað kom hálvan tíma inn í dystin, tá hann sendi Arn­ bjørn Hansen avstað mitt fyri og sjálvur rann seg leys­an í vinstru síðu. Arn­ bjørn fekk drigið tað mesta av NSÍ-verjuni til sín, áðrenn hann spældi Hans Paula, sum tá var blivin púra leysur og frá brots­ teigar­markinum sendi bólt­ in í málið við einum fantast­ iska góðum skoti, Meinhardt Joensen ikki kundi gera nakað við. Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik var Hans Pauli aftur upphav til mál, tá hann spældi stutt til Bárð Olsen, ið víðari spældi eitt- tvey saman við Brian Olsen og rann seg leysan, so hann í júst røttu løtuni fekk fatur á bóltinum innan fyri NSÍ- verjuna. Beint fyri nøsini á útstormandi NSÍ-málverj­ an­um tveitti hann seg fram og prikaði bóltin í málið til 2-0. Í veruleikanum var tað hetta seinna málið, ið full­ komuliga punkteraði dystin, tí hóast NSÍ royndi at leggja eitt massivt trýst á EB/ Streym og langar løtur kringsetti brotsteigin hjá gestunum, lá illa fyri at fáa ítøkiligar málmøguleikar burturúr. Skaptu ov lítið Nakrar ferðir leikaði tó hart á, og ta einu ferðina var skot frá Klæminti A. Olsen taklað í evstu løtu, eftir at Gunnar á Steig hevði bjargað roynd frá Potemkin. Eisini Einar T. Hansen hevði eina næska roynd, tá hann tamdi við bringuni og smekkaði til úr spískum, men dygst fram við málin­ um og út um aftaru stong. Ikki fyrr enn í yvirtíðini eydnaðist NSÍ at fáa eitt brotsspark, tá Klæmint var koyrdur um koll, og Óli Hansen skoraði trygt. Men tíðin var skjótt úti, og EB/ Streymur fekk sostatt øll trý stigini í pottin. Fyri gestirnar var hetta ein kærkomin sigur ímóti einum av fremru liðunum, eftir at illa hevur ligið fyri hjá EB/Streymi tað mesta av árinum. Eystanstevna var í Runavík, so tí kendist tað kanska eyka fløvandi, at úrtøkan eisini gjørdist eitt íkast til steypaskápið við Margáir. Tilsvarandi bakkast var tapið hjá NSÍ, sum higartil hevur verið ein av fremstu avbjóðarunum, men nú er dottið niður á fjórða plássið. Liðið hevur síðstu dystirnar mist bæði flog og hugflog, og er nú heili níggju stig frá oddasessinum. Vit vístu karakter Einki var at siga til, at venj­arin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, var sera vælnøgdur eftir 2-1 sigurin á NSÍ leygar­ kvøldið. – Hetta var øgiliga gott, tí vit hava í eina tíð ikki vunnið dystir, hóast vit hava spælt væl. Men í dag vístu vit karakter og bæði arbeiddu og bardust fyri sakini ímóti einum liði, sum vildi spæla við, segði hann. – Vit eru ikki við í kapp­ingini um meistara­ heitið, men fegnast um, at vit nú vunnu ein dyst upp á tann rætta mátan. Sigfríður hevur heldur hug at hyggja fram ímóti teimum komandi dystun­ um hjá EB/Streymi: – Nú skulu vit miku­ kvøldið spæla ímóti Vík­ ingi og síðani spæla euro­pe­iskar dystir, áðr­ enn steypafinalan er á skránni. Fyri okkum er umráðandi at fáa nøkur ting at rigga, nú vit nærk­ ast hesum uppgávunum. hil Torført at fáa flótandi spæl – Vit gera tvey mistøk, sum merkja, at vit missa bóltin rímiliga aftarlaga á vøllinum, og tað ger, at teir fáa hasi bæði málini, staðfesti venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, eftir dystin við Løkin leygar­ kvøldið. – Vit royna at spæla fótbólt ímóti einum liði, ið spælir langar bóltar í 90 minuttir, og tá er tor­ ført at fáa spælið at flóta. NSÍ-venjarin var ikki so hugaður at tosa um mál­ini fyri framman, men vísti bara á, at næsta málið er at vinna síðsta dystin fyri summar­steðg­ in, sum verður á Svanga­ skarði ímóti B68, ið júst hevur yvirhálað NSÍ. Tí verður grannauppgerðin hóskvøldið tann stóri dyst­urin um triðja pláss­ ið. hil NSÍ-EB/Streymur 1-2 (0-1): Punkteraður stevnuhýrur EB/Streymur NSÍ Tveir stríðsmenn á hvør sínum miðvølli: Bárður Olsen hjá EB/Streymi og Høgni Madsen hjá NSÍ Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir