Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 116 - 22. juni 2009 ] So hevur KÍ vunnið dyst í Vodafone- deildini. Eftir 12 royndir uttan úrslit, vunnu klaksvíkingar uppibornan 2-0 sigur á AB, sum er steðgað púrasta upp Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Forloysingin var øgilig, tá Eiler Rasmussen hevði blást seinasta bríkslið í dyst­in­um á Argjum sunnu­ dagin. Flestu av ungu KÍ-spæl­ ar­unum flokkaðust í ein trunka á miðjum vølli. Jan Andreasen – veteranurin, sum hevur verið við til at vinna tvey gullmerki til KÍ – geylaði síni sigursbrøl móti áskoðarunum. Jákup Mikkelsen – landsliðs­mál­ verji og hjálparvenjari – gekk runt til ungu menninar, sum ein og ein fingu at vita, at í dag røktu teir sín setn­ ing. Støðan var fullkomuliga øvut henni í Klaksvík, tá AB í fjórða umfari vitjaði í Klaksvík. Ta ferðina varð tos­að um dystin, sum veru­ liga skuldi byrja stigainn­ savnanina hjá KÍ í ár. Úr­slitið varð tó eitt heilt annað, tá AB fór suður við trimum stigum, og meira enn nakað mundi júst hetta vera dysturin, har tað gekk upp fyri fólki, at KÍ eisini kundi flyta niður. Vónin er sjálvandi, at dysturin á Argjum kann gerast tann, sum vendir gongdini. Í øllum førum er málið um sjey stig í seinastu trimum dystunum undan summarsteðginum fram­ vegis í nánd. Somikið væl í nánd, at ein heimasigur móti ÍF komandi mikukvøld veruliga kann skapa sam­ band upp til júst AB og ÍF. Sørir argjamenn Fyrst og fremst vísti dyst­ urin á Argjum, at AB í løt­ uni er í djúpum aldudali. Fram eftir vøllinum hevur liðið havt sínar stóru trupul­ leikar, nú Nikolaj Eriksen er úti við skaða, og leitast skal aftur til 1. juni fyri at finna seinasta málið hjá lið­num. Og heldur ikki hesa ferð skaptu argjamenn tað heilt stóra. Fyri tað nógva varð spælt við longum bóltum niðan í álopið, og sæð burt­ ur frá einum bólti, sum held­ur tilvildarliga datt niður til Evrard Ble, var AB ongan tíð í nær námind einum máli fyri steðgin. Vantandi málini kosta í sjálvsálitinum, og seinastu dystirnar hevur AB langt ífrá maktað setningin um at gera uppgávuna trupla fyri mótstøðuliðið. KÍ hevði kanska ikki tí heilt stóru ferðina á sínum spæli. Men teir royndu ógvu­liga skilagott at seta ferð á gjøgnum tunna og ofta illa skipaða miðvøllin hjá AB, og fleiri ferðir skaptu teir eisini støður, sum kundu gerast vanda­ mikl­ar. Flestu ferðirnar fekk ein væl spælandi Tehe Aristide tó steðgað atsóknunum, og tá Steffan Kalsø ikki skor­ aði, tá hann hevði runnið seg leysan, tóktist talan aft­ ur gerast um ein av døg­ unum, har KÍ ikki fekk nakað. Men beint fyri steðgin kom vend í. KÍ gjørdi skjótt av, tá bólturin varð vunnin á miðvøllinum. Steffan Kalsø vann kapprenningina við Aristide um bóltin, og so rullaði hann til ein púra blankan Kristoffur Jacob­ sen, sum sendi leðurkúluna í meskarnar. Eftir steðgin royndi AB at trýsta meira, og tá KÍ eina løtu hevði hug at bakka, gjørdist tað spaku­ liga vandamikið. Fyri tað nógva slapp Jákup Mikkel­ sen tó undan at gera tey heilt stóru kynstrini, men talan var um vitala bjarging, tá Kenneth Jacobsen brád­ liga gjørdist leysur. Og týdningurin av bjarg­ ingini gjørdist ikki minni sjónligur, tá bólturin lítla løtu seinni var í AB-mál­in­ um. Erland B. Danielsen rann seg frían, og tá bólturin varð sleptur inn um verjuna, gjørdi hann skjótt av og prik­aði bóltin upp í mál­ hornið við eini langari stórutá. Gysari í Sørvági Seinastu løtuna sendi Allan Mørkøre seg sjálvan á vøll­ in, men hóast hetta gav álopinum nakað størri bit, so kundi hetta ikki veruliga hótta kærkomna KÍ-sig­ urin. Heldur styrkti hetta um myndina av einum AB-liði, sum í løtuni stríðist fyri at koma á beint. Og sum í løt­ uni skal verið ovurfegið fyri hvørt stig, sum teir hava vunnið higartil. Tí botnurin er nú av álvara komin nærri. Kom­ andi umfarið skal AB spæla í Sørvági móti 07 Vesturi. Og aftur tá er talan um upp­ gerð, sum antin kann skrykkja AB úr botninum, ella eisini senda niður­flyt­ ingarvandan enn tættari móti Vika. Mugu aftur til upprunan Tríggjar teir seinastu dystirnar hevur AB tapt við til­ sam­ans 8-0, og tað er sjálvandi ikki ein gongd, sum er serliga nøktandi hjá felagnum. Men tað er trupult at koma við nakrari einfaldari frágreiðing til hetta, sigur Janus Mouritsarson Joensen. - Tað er ringt at siga. Hevði mann vita tað, so høvdu vit nokk gjørt okkurt við tað. - Men tað er helst ein blanding av fleiri tingum, og kanska eru vit blivnir ov høgir í hattinum, soleiðis at vit halda okkum vera betri, enn vit í veruleikanum eru. Vit hava kanska roynt ov nógv at verið spælstýrandi hesar seinastu dystirnar, ístaðin fyri at dúva upp á kontra­spælið, og tað hevur kanska verið ein av høvuðs­ trupulleikunum, sigur Janus M. Joensen. Hvat var galið hjá tykkum í dag? - Tað var nok tað, at vit allir undirpresteraðu. Yvir alla linjuna var avriki ikki nóg gott, og tað fingu vit eisini at vita frá venjarunum eftir dystin. - Nú mugu vit so bara trúgva upp á tað, tá vit fara vestur í Vágar. Tí fáa vit ikki nakað við har, so kunnu vit fáa trupulleikar, sigur Janus M. Joensen. -mørk Hava bíðað leingi Fagnaðurin var ovurstórur, tá KÍ loksins hevði vunnið ein dyst í Vodafone-deildini. Og Jan Andreasen var skjótur at staðfesta, at sigurin var kærkomin. - Hetta var ótrúliga deiligt. Vit hava jú bíðað eftir hesum sigrinum í alt ár, men hvørj ferð eru marginal­ arnir koppaðir skeiva vegin. Men í dag fullu teir so til okkum, og tað var fantastiskt. Hvussu hevur trýstið verið á tykkum hesar seinastu mongu vikurnar? - Tað hevur sjálvandi verið stórt. Í gerandisdegnum fært tú skotið í skógvarnar »nær fara tit at vinna«. Tað er eitt trýst, sum tú støðugt er undir. Og hava tú og Jákup Mikkelsen havt eina eyka ábyrgd í so máta, nú tit eru elstir? - Tað hava vit sjálvandi roynt, men kanska hava vit ikki gjørt tað heilt so væl, sum vit burdu. Men teir ungu menninir hava verið ótrúliga góðir til at tackla mótgongdina. Og longu mikukvøldið hava tit aftur týðandi dyst, tá tit spæla móti ÍF. Hvussu síggja tit upp á ta upp­gáv­ una? - Tað skulu vit sjálvandi vinna. Nú veit eg ikki, hvussu støðan er á Toftum, men fyri okkum er hetta í øllum førum ein dystur, sum skal vinnast, sigur Jan Andreasen. -mørk Eto’o kann seta punktum í Barca Álopsspælarin Samuel Eto’o hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála við FC Barcelona, men nú verður róð fram undir, at hann møugliga fer at skifta felag næsta summar. Forsetin í Barcelona lovar tó Eto’o at halda fram í felagnum restina av sínari yrkisleið -Eto’o er heimsins besti álopsspælari, og vit høvdu verið fegin, um hann vildi spælt fyri okkum restina av sínari yrkisleið, sigur Joan Laporta við heimasíðuna hjá Barcelona. Liverpool fær spanskt talent Liverpool hevur tryggjað sær ein ungan spanskan fótbóltspælara, sum verður roknaður sum eitt stórt talent. Bæði Barcelona og Real Madrid lógu fram við, men Liverpool fekk undirskriftina hjá 16 ára gamla Jesus Fernandez Saez. Sáttmálin millum partarnar er galdandi í fimm ár, og í fyrstu syftu skal Suez venja á ungdómsakademinum hjá Liverpool. KÍ AB Kristoffur Jacobsen, sum skeyt fyrra málið hjá KÍ, var eins og liðfelagarnir ovurfegin um sigurin á Argjum Mynd: Einslistir/Hilmar Jan Hansen AB-KÍ 0-2 (0-1): 13 var eydnutalið