Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 116 - 22. juni 2009 ] 07Vestur B36 07Vestur hevði nóg nógvar málmøgu­ leikar til at punktera dystin í øðrum hálv­ leiki. Men teir tóku ikki av, og seinastu løtuna fór B36 við øllum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Tað vóru tvey kroyst lið, sum fór á vøllin í Gundadali, seint seinnapartin leygar­ dagin. Óhugaliga støðan á stigatalvuni merkti tað manglandi undirhaldið í fyrra hálvleiki. Longu í fyrsta minuttinum kom Bergur Midjord í eina góða støðu, men Trúgvi Askham í O7-Vestur málinum vardi væl fyri. Aftaná tann mál­ møguleikan gjørdist nær­ mast talan um tómgongd í ein heilan hálvleik. Tór Ingar Akselsen hevði eitt skot frá 20 metra fjarstøðu, men annars hendi sera lítið í nærum 40 minuttir. Bæði liðini høvdu lítið at bjóða uppá, men so kom knappliga meiri ferð á dystin. Tá 39 minuttir vóru farnir kom Tór Ingar Akselsen at standa væl fyri. Tór Ingar trekti framvið tveimum verjuspælararum hjá B36, og plasseraði bólt­ in væl framvið Jóan Paula Jacobsen í B36-málinum, og 07Vestur var á vinnara­ kós. Kundu avgjørt B36 vóru framvegis tann­ leysir fyrra partin av øðrum hálvleiki. 07Vestur hevði tríggjar góðar málmøgu­ leikar hesa løtuna, har vága­menn kundu økt um leiðs­l­una, og harvið tryggja sær leiðsluna í dystinum. Longu tá fýra minuttir vóru farnir kom Da Silva at standa í einari góðari støðu í B36-brotsteiginum, men hann skeyt við síðunnar av. Tá eitt stórt korter var farið fekk Jóhan Petur á Stongum ein stóran møguleika at skora til 2-0, men hann stútaði upp um málið. Tá 67 minuttir vóru far­ nir, fekk Da Silva tann størsta málmøguleikan, tá hann í einari fríari støðu við einum kavandi stútara ikki fekk umsett møguleikan til eitt mál. Bólturin fór dygst framvið stongini. B36 vaknar Tá 70 minuttir eru farnir vakn­ar B36. Heimaliðið gjørdist meiri málsøkjandi, og Klæmint Matras stútaði á yvirleggjaran. Løtu seinni fær Da Silva ruddað burtur frá málstrikuni hjá 07Vestri. B36 helt áfram við at trýsta. Tá 85 minuttir vóru farnir fær verjan hjá 07Vestur ikki ruddað bóltin burtur av vandaleið. Sjúrður Thomassen finnur Magnus Olsen, sum frá stuttari fjarstøðu fær sett bóltin framvið Trúgva Askham til 1-1. Men skaðin skuldi gerast enn størri hjá vágamonnum. Fimm minuttir vóru lagdir aftrat, og í yvirtíðini fær Bogi Hermansen við einum dundurskoti lagt B36 á odda við einum sera væl plasseraðum skoti, sum sat dygst í uppi í horninum. Fagnaðurin var so stórur hjá B36-spælarunum, at ein skuldi trúð at teir høvdu lagt seg á odda í Voda­ fonedeildini, men hjá tí svanga er alt søtt. Talan var um ein seks­ stigsdyst. Ístaðin fyri, at munurin bert gjørdist trý stig millum liðini á stiga­ talvuni, so gjørdist munurin níggju stig. B36-07 Vestur 2-1 (0-1): Møguleikin fór á vestfalli Marseille vil hava Drogba Í 2004 fór Didier Drogba úr Marseille, har hann bert vísti síni kynstur í eitt ár. Nú er eitt ár eftir av sáttmálanum við Chelsea, og nú sigur formaðurin í Marseille, at tað hevði verið ein dreymur at fingið Drogba aftur, tá tíðin hjá honum í Chelsea er liðug. – Øll vilja hava Drogba aftur til Marseille, og eg fari at kann, um tað ber til, og um vit hava ráð til hann, sigur Jean Claude Dassier, sum er formaður í Marseille, við Le JDD í Fraklandi. Drogba hevur altíð verið jaligur, tá hann tosar um árið hjá sær í Marseille. Eg vildi altíð til Madrid Tá Cristiano Ronaldo í fjør tosaði um, at hann vildi verða sum Giggs, so var tað bert spæl. Hetta viðgongur hann, fáar dagar áðrenn hann flytur til Madrid. – Tá vit høvdu vunnið Champions League, føldi eg ikki, at eg kundi uppnáa meira í Manchester United. Tá mann hevur gjørt alt, sum mann kann í einum stað, so hevur mann brúk fyri einari nýggjar avbjóðing. Eg var verandi eitt ár afturat, og eri fegin um meistaraheitið, men tað var altíð ætlanin at fara til Real Madrid, sigur Ronaldo sambært AFP. Ronaldo verður dýrasti spælarin nakrantíð, tá hann flytur. Bogi Hermansen hevur við einum dundurskoti syrgt fyri fyrsta B36-sigrinum í níggju umførum. Og liðskiparin, Klæmint Matras, er skjótur at takka fyri málið Mynd: Álvur Haraldsen Tór Ingar Akselsen sat einsamallur á útskift­ing­ arbeinkinum eina góða løtu aftaná dystin, hann var skiliga vónbrotin um, at 07Vestur ikki fekk sigurin til høldar ímóti B36. – Eg haldi, at vit høvdu uppiborið betri enn einki stig í Gundadali í dag. Tór Ingar ásannar, at stóru málmøguleikarnir sum Da Silva og Jóhan Petur á Stongum misbrúktu gjørd­ ist dýrir. – Høvdu vit skorað uppá bara ein av hasum trimum møguleikunum, so trúgvi eg uppá, at vit høvdu fingið sigurin í hús. Tá tað so ikki hendir, og teir skora uppá tilvildarligar mál­møgu­ leikar, so er tað ræðuliga harmiligt. Hesin dysturin og dysturin ímóti EB/ Streymi (3-5 tap red.) hava tikið serliga hart. Vit hildu fast, og vóru á odda leingi, men í báðum førum taptu vit ímóti endanum, og tað er ræðuliga tungt, staðfestir Tór Ingar Akselsen. Tór Ingar slær eisini fast, at teir hava ikki mist mótið í 07Vestur: - Vit vísa dyst aftaná dyst, at vit væl kunnu vera við, og í dag vóru vit so tætt við, sum vit kundu vera yvirhøvur kundu vera. -heris Tað var ein ógvuliga lættur B36-venjari, Mikkjal Thomassen, vit høvdu á tráðnum aftaná dystin. – Vit spæla við einum ótrúliga ungum liði. Vit mangla nógvar spælarar, vit hava Brima Koroma uttanfyri. Vit hava Jákup á Borg, Fróða Clementsen og Hanus Thorleifson uttanfyri, og Sam Malsom er ikki væl fyri, tí hann hevur havt virus. So vit spæla við einum ungum og óroyndum liði, og aftur eru vit óhepnir. - Teir fáa eitt mál burturúr ongum, og tá síggji eg at hálsurin knekk­ar á spælarunum, men tað tóku vit og við­ gjørdu í steðginum, har eg heitti á teir um at velja tær einføldu loysnirnar og flyta bóltin, so skuldi málmøguleikarnir nokk koma. - Ferð kom á, aftaná nakrar útskiftingar, har nakrir ungir spælarar koma inn og vísa vegin fyri hinar, og trúgva uppá møguleikan, og tað sær ógvuliga gott út teir seinastu 20 minuttirnar, har vit skapa eitt hava málmøguleikum, og 07Vestur er púra vekk ta síðstu løtuna, staðfestir Mikkjal Thomassen. Mikkjal ásannar, at sigurs­málið hjá Boga Herman­sen var ein for­ loys­ingur hjá øllum liðnum: - Vit søktu hatta málið ógvuliga hart, og tað var heilt fantastiskt, ein sær tað á okkara andlits­ brøgdum, at tað er ein hjartalig gleði hjá okkum øllum. Vit hava søkt tað í so nógvum dystum nú, og nú sóu vit, at tað riggaði, greiðir ein lættur Mikkjal Thomassen frá. -heris Ein hjartalig gleði hjá okkum øllum Høvdu uppiborið betri