mánadagur 22. juni 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 116 - 22. juni 2009 ]
Odmar Færø aftur í B36
arbeiðir við at styrkja sær liðið til seinnu hálvu av
Vodafonedeildini, og tað er í øllum førum greitt, at Odmar
Færø aftur fer at spæla fyri B36, har hann hevur fingið tað
mesta av sínum fótbóltsliga uppvøkstri, umframt at hann var
eyðsýndur í fjør. Tað váttaði venjarin Mikkjal Thomasen í
sendingini 3. hálvleikur á Rás2 í gjár. Odmar Færø hevur
spælt í Danmark seinastu tíðina, men leitar nú heimaftur at
spæla. Odmar Færø er ein av spælarunum á U21
landsliðnum.
Morten Hansen vann
í Kollafirði
Leygardagin var súkkling á Sundalagagsstevnuni í Kollafirði.
Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri súkklingini á
Sundalagsstevnuni, teir vaksnu og unglingarnir súkklaðu teinin
úr Kollafirði norður til Áir, ið er 21 km. Vinnari gjørdist Morten
Hansen við tíðini 35.14, bara 6 sek. aftaná kom Anders Joensen
á mál, nr. 3 gjørdist Jógvan Djurhuus við tíðini 37.50. Nr. 1.
Morten Hansen 35.14. Nr. 2. Anders Joensen 35.20. Nr. 3.
Jógvan Djurhuus 37:50. Nr. 4. Evald Rasmussen 41:41. Nr. 5
Jóanis Albert Nielsen (Unglingi) 48:57. nr. 6 Henry Berg 49:12
HB hevur av álvara
lagt sjógv millum seg
og mótstøðuliðini í
Vodafonedeildini.
Tað var aftur
staðfest í gjár, tá
teir reyðu og svørtu
vunnu á útivølli
móti nærmastu
kappingarneytunum
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tá Andrew av Fløtum í
Sarpugerði í gjár brádliga
snýtti Niclas Niclasen og
smekkaði til móti málinum
úr góðari støðu, varð tað
aftur staðfest. Tað varð
staðfest fyri Geza Turi í
málinum, venjaratoyminum
hjá Víkingi, áskoðarunum
við vøllin og restini av Før
oyum. HB eigur í løtuni
besta fótbóltsliðið í landin
um.
Høvuðsstaðarfelagið
hevur lagt sjógv millum seg
og hini liðini. Longu nú
eftir 13 umførum eru heili
átta stig niður til nærmastu
kappingarneytarnar. Og tað
er eingi tekin um, at tað
steðgar her.
Frálíkur
fótbóltsdystur
Víkingur hevði í gjár upp
lagdan møguleika at leggja
trýst á HB í oddastríðnum.
Kravið var sjálvsagt trý
stig, tá teir reyðu og svørtu
vitjaðu. Og tað sást týðiliga,
at tað ikki var serliga týdn
ingarmikið, hvussu stigini
vórðu vunnin.
Fótbóltsspælið var ikki
flott undan hvíldini. Serliga
heimaliðið royndi seg oftast
við langum sendingum, og
tað riggaði í løtum at trýsta
gestirnar á hendan hátt.
Andreas Lava Olsen royndi
at skapa órógv við sínum
skjótleika og heimagjørdu
fintum, men HB-verjan
hevði oftast tamarhald á.
Mortan úr Hørg legði
gestirnar á odda tíðliga í
dystinum. Av brotsteigar
markinum smekkaði vong
verjin til, og umvegis ein
mótstøðuleikara,
sendi
hann seg sjálvan og liðfelag
arnar á sigurskós. Men
gleðin var stokkut.
Lítla løtu seinni javnaði
ungi Finnur Justinussen,
sum, saman við Súna Olsen,
Zoltan Bukzegi og Atla
Gregersen, hevur myndað
liðið hjá Víkingi í hesum
kappingarárinum.
Fram
herjin royndi seg væl úti
frá, tá Símun Rógvi Hansen
noyddist
í
málið
eftir
bóltinum. Og sami Finnur
Justinussen var aftur upp á
spæl, tá seks minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki.
Hann stýrdi bóltinum í mál
ið eftir innlegg úr vinstru.
Stríðsviljin hjá gestunum
var fyrimyndarligur. Hóast
mótgongd smæddust teir
ikki burtur, og sanniliga
fingu teir reyðu og svørtu
løn fyri stríðið. Á tímanum
smekkaði Bjarni Jørgensen
til bóltin eftir hornaspark,
sum brast í tvørstræið, áðr
enn hann fór um málstrik
una. 2-2.
Í seinna hálvleiki var
fótbóltsspælið væl betri.
Gestirnir løgdu dent á at
flyta bóltin fyri at sleppa
undan nærdystunum, og tað
eydnaðist fyri tað mesta.
Møguleikarnar vóru eisini
fleiri, og einu ferðina sendi
Fróði Benjaminsen í stólp
an.
Men tá tríggir minuttir
restaðu í brast fyri nev.
Andrew av Fløtum gjørdist
sigursharri,
og
staðfesti
tryggu oddastøðuna hjá
HB.
Beina kós
Víkingur var annars liðið,
sum tey flestu mettu høvdu
besta møguleikan at steðga
HB. Felagsliðið hevur av
álvara havt vind í seglunum,
men sjálvsálit var ikki nóg
mikið, tá oddaliðið vitjaði.
Og í Gøtu og Leirvík vóru
tey sjálvsagt vónbrotin av,
at tað ikki eydnaðist at
vinna seg nærri oddanum.
Men samanumtikið kunnu
tey ikki vera annað enn
nøgd við kappingarárið, tí
liðið er í steypafinaluni og
hevur kós móti altjóða fót
bólti í 2010.
HB vísti fleiri eginleikar
í Sarpugerði í gjár. Liðið
stríddist, spældi fótbólt,
høvdu skipaðan verjupart,
hildu høvdið kalt, tá mest
stóð á, skutu trý mál og
spældu við nógvum yvir
skoti. HB eigur besta liðið í
føroyskum fótbólti í løtuni.
Tað varð dyggiliga staðfest
í gjár.
Sjey nýggj
føroysk
met
Nú bara ein vika er eftir
til fyrsta dagin hjá boga
skjúttunum á Oyggja
leikunum á Álandi, er
líkt til, at føroyska liðið
er sera væl fyri. Í dag var
seinasta felagsvenjingin,
sum eisini var stuðuls
skjóting, og ikki færri
enn sjey nýggj føroysk
met vórðu skotin á Tórs
vølli í gjár.
Sigrid
Vang
gjørdi
bart, og skeyt 1336 av
1440 møguligum stigum
við sínum 144 pílum. Til
samanberingar
er
Oyggjaleikametið 1299
stig, sum Sigrid Vang
sjálv skeyt á Oyggjaleik
unum seinast. Umframt
samlaða
metið,
setti
compoundkvinnan eisini
met á 70 metrum og 60
metrum, ið eru longru
teinarnir hjá kvinnum.
Eisini Absalon Hansen
í recurvebólkinum, setti
nýtt føroyskt met, tá
hann skeyt 1219 stig.
Fyrr í ár setti Absalon
Hansen eisini nýtt før
oyskt met, men tað var
eitt sindur lægri. Oyggja
leikametið er 1205 stig,
og tað varð skotið í
1995.
Absalon Hansen setti
somuleiðis met á 70
metrum. Stigatalið bleiv
314 stig.
Albert Dam og Jógvan
Niclasen skutu somu
leiðis føroysk met í com
poundbólkinum
fyri
menn. Albert Dam fekk
343 stig av 360 møgu
ligum á 70 metrum og
Jógvan Niclasen skeyt
356 av 360 møguligum
stigum á 30 metrum.
Hetta merkir, at tað bara
vóru fýra pílar, sum ikki
raktu miðjuna!
Umframt
føroysku
metini, so fingu Magnus
Andreassen og Rakul
Dam í compoundbólk
inum og Jastrid M. Jen
sen, Torfinn Hansen og
Eirikur í Jákupsstovu í
recurvebólkinum
per
sónlig met.
-mørk
HB
Víkingur
Víkingur-HB 2-3 (1-1):
HB hevur kós móti gullinum
Dýr mistøk
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, var sum
heild hampuliga væl nøgdur um spælið hjá sínum
monnum.
- Í fyrra hálvleiki haldi eg, at vit eru greitt omaná,
og vit fáa síðurnar hjá okkum væl við. Í seinna
hálvleiki gekk meira javnt á, men sum heild var talan
um ein sera tættan og intensan dyst.
- Men fyri okkara viðkomandi kunnu vit iðra
okkum tey persónligu mistøk, sum kosta okkurt av
málunum, sum HB fær.
Sigurin hjá HB ber við sær, at havnarliðið er átta
stig undan næstu liðunum. Men hóast uppgávan er
trupul, so metir Jógvan Martin Olsen ikki, at tað er
ógjørligt at vinna munin aftur.
- Tað er sjálvandi ikki ógjørligt, men tað er nú ikki
av tilvild, at HB liggur har, sum teir gera. Teir spæla
góðan fótbólt, og so duga teir eisini at gagnnýta sínar
møguleikar, og har er Andrew av Fløtum heilt framúr.
Til dømis skapar hann sjálvur málið til 3-2, og tað er
ein dygd, sum HB hevur í størri mun enn hini liðini,
sigur Jógvan Martin Olsen.
-mørk
Fróði Benjaminsen og
liðfelagarnir í HB hava
sett snórabeina kós móti
FM-gullinum
Mynd: Álvur Haraldsen