Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 116 - 22. juni 2009 ] Hull lokkar Owen Michael Owen hevur ikki seinasta árið megnað at avrika tað, sum hann plagdi. Og nú sáttmálin hjá Owen við Newcastle gongur út, verður nógv tosað um, hvar Owen skal spæla næsta kappingarár. Hull hevur nú givið Owen eitt ítøkiligt tilboð. Felagið bjóðar honum ein løn, sum er ein lítla helvt av milliónini, sum hann hevur forvunnið í Newcastle um vikuna. Har afturat er avriksløn eisini í tilboðnum. Tevez til City ella Chelsea Nú er tað greitt, at argentinski álopsspælarin Carlos Tevez heldur ikki fram í Manchester United. Partarnir kundu ikki semjast um lønina, sum Tevez skuldi hava, og nú sigur umboðsmaðurin hjá Tevez, at Tevez flytir helst til Manchester City ella Chelsea at spæla. Liverpool hevur eisini verið áhugað í Tevez, men hagar vil Tevez ikki, tí tað eru arvafíggindarnir hjá Manchester United. Heimaliðið vann fulla úrtøku í oyggja­uppgerðini á Svangaskarði, tí B68 eigur ein so fram úr góðan 17 ára gamlan álopsspælara Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Hjá teimum, sum hyggja eftir fótbólti á Svangaskarði, er neyðugt at hava gott hjarta! Mikukvøldið vann B68 á heimavølli 3-2 ímóti EB/Streymi, eftir at meistararnir síðstu stóru løtuna høvdu lagt heima­ liðið undir støðugt trýst. Í gjár endurtók søgan seg. Tveir minuttir eftir steðgin legði unglingaspælarin Jóan Símun Edmundsson B68 framum 2-1, tá ið hann tók kjansin og eitt sindur uttanvert brotsteigin smekk­ aði til. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og snýtti Andras Gango. Sum 2. hálvleikur leið gekk tað mesta fyri seg á B68 hálvuni. Heimaliðið datt alt longri aftur á vøllin, og spentar støður vóru í báðum endum. Keita, Jóan Símun Edmundsson og Óli Olsen megnaðu nógv hvør fyri seg og saman, tá ið B68 fekk høvi at fara í skjót mótálop. Onkra ferðina var tað tætt við, men Gango bjargaði eina ferð, og eina aðra ferð sendi Keita dygst við síðuna av málinum. Í hinum endanum gjørdist tað sum frá leið tjúkt við fólki í brotsteiginum. Fugl­ firðingar royndu ofta við longum sendingum, sum teir vónaðu, at Bartal Eliasen við høvdinum skuldi senda í málið ella við høvdinum leggja fyri føturnar á Nenad Saric. ÍF hevði møguleikar fyri at javna heimaleiðsluna. Tann besta fingu teir, tá ið Nenad Saric var farin um koll í brotsteiginum, og dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki. Andy Olsen royndi seg úr ellivu metrum, men Vlada Filipovic tveitti seg og helt bóltinum. Sum tíðin leið kendist tað sum um, at tað var ov lítið hugflog í ÍF trýstinum. Jóhan Dávur Højgaard og Pól Jóhannes Justinussen í B68 miðverjuni høvdu tak á støðuni, og tí gjørdist tað ikki so vandamikið, sum tað ivaleyst kundi havt verið, um fuglfirðingar høvdu roynt við upppæli í síðunum. Unglingur á muni Tá ið dómurin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var fagnaðurin millum heima­ fólkið stórur. 26. apríl tapti B68 3-2 í Fuglafirði. Síðani hava toftamenn spælt níggju dystir, og teir eru hvørja ferð farnir av vøllinum við úrtøku. Stóra úrtøkan hevur borið við sær, at B68 nú – saman við Víkingi – er á silvurplássi. Nenad Stankovic og Ndende plaga at vera óførir í samanspælinum. Eisini hesa ferð stríddust teir væl, men tað var ikki so lætt hjá teimum, sum tað onkra aðra ferðina hevur verið, tí Sinko og Jovevic vóru ógvuliga tættir í teimum, og harvið gjørdist fótbóltsspælið ikki so skipað, sum tað onkuntíð hevur verið. Tað kundi kanska farið báðar vegir. At tað kortini varð B68, sum streyk avstað við øllum stigunum komst fyrst og fremst av, at teir í Jóan Símuni Edmundsson eiga ein so einastandandi góðan álopsspælara. 17 ára gamli Jóan Símun – 26. juli verður hann 18 ár – er skjótur og sterkur, hann hevur góðan bóltførleika og gott eyga fyri spælinum, og so sæst tað væl, at hann er fullur í sjálváliti. Stóripinnur hevði bara verið tríggjar ferðir runt, tá ið Jóan Símun fyrstu ferð hevði verið upp á spæl. Bólturin varð lagdur inn um verjuna, og Jóan Símun sneiddi framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi bóltin í málið. Eftir málið yvirtók ÍF, og eftir lítið korter javnaðu teir. Dánjal á Lakjuni legði inn fyri úr høgru, og miðvallarin Alexander Jovevic smekkaði bóltin upp undir nettakið. Stutt eftir steðgin var Jóan Símun aftur upp á spæl, og tað var nóg mikið til, at ÍF, sum hesa ferð hevði Høgna Zachariasen í miðverjuni, varð sent til hús við ongum, og at B68 vann fulla úrtøku og harvið er á silvurkós! B68-ÍF 2-1 (1-1): Unglingurin var á muni Bartal iðraði seg Hesa ferð var Bartal Eliasen annar av fremstu monnunum hjá fuglfirðingum. Hann iðraði seg um, at tað ikki hevði eydnast at hava í hvussu so er eitt stig við av Svangaskarði og til Fuglafirðar. - Eg haldi, at avrikið hjá okkum var gott. Vit høvdu tak á teimum í 1. hálvleiki, og vit høvdu eins nógvar og kanska fleiri møguleikar enn teir. Men vit fingu ikki mál, og so er tað ikki gott, at vit snorksova fyrst í 2. hálvleiki, tá ið teir leggja seg framum aftur. Hvat snýr tað seg nú um hjá tykkum? - At vinna dystir og gera okkum heilt leysar av hóttanini um niðurflyting. Vit hava verið sera óhepnir í skaðum, men nú vóna vit, at tað fer at eydnast at vinna fleiri dystir og harvið at styrkja fyritreytirnar undir næsta kappingarári. -jh Bill fegnaðist um moralin B68 venjarin, Bill Jacobsen, var sjálvsagt ovurfegin, eftir at tað hevði eydnast at vinna tættu uppgerðina. - Talan er um ógvuliga hart arbeiði. Ímóti EB/ Streymi fingu vit mál ímóti okkum beinanvegin í báðum hálvleikunum. Tá megnaðu at at reisa okkum báðu ferðirnar og at vinna. Ímóti ÍF vóru vit við frá fyrsta bríksli og skoraðu beinanvegin í báðum hálvleikunum. Bæði mikukvøldið og ímóti ÍF megnaðu vit at standa ímóti øgiligum trýsti síðstu løtuna. Tað kann eg ikki rósa spælarunum nóg mikið fyri, staðfesti væl nøgdi Bill Jacobsen, meðan hann granskaði støðutalvuna: - Tú røkkur ikki 24 stigum í trettan dystum bara upp á hepni! -jh Talan var um sera tætta uppgerð, men sum teir hava gjørt so ofta seinastu tíðina, so fekk B68 aftur trý stig við sær, tá ÍF vitjaði á Svangaskarði í gjár Mynd: Álvur Haraldsen ÍF B68