mánadagur 22. juni 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 116 - 22. juni 2009 ]
Sann
førandi
talvsigur
Føroyska
landsliðið
fekk eina frálíka byrjan
í
Europa-kappingini
fyri
smátjóðir,
sum
verður telvað í Andorra.
Mótstøðuliðið í 1. um
fari var Malta, men
maltesisku oyggjabúgv
arnir fingu ongantíð
fótin fyri seg og Føroyar
vunnu trygt ½ - 3½.
Við sigrinum hava
Føroyar lagt seg á odda
í kappingini. Rógvi
Egilstoft Nielsen 1936
telvaði sítt fyrsta talv á
landsliðnum og hann
varð fyrstur liðugur í
dag. Við hvíta fólkinum
vann Rógvi sær eina
finnu heilt tíðliga, sum
seinni endaði við klár
um
fyrimuni
ímóti
Peter B. Sammut 2025,
og fyrsta sigrinum til
Føroyar.
Helgi
Dam
Ziska
2422 á fyrsta borði
telvaði við svarta fólk
inum
móti
Andrew
Borg 2103. Styrkis
munurin
kom
ikki
beinanvegin til sjóndar,
men Helgi telvaði trygt
og einfalt sigurin heim.
Joseph Gauci 2093
hevði hvítt móti John
Rødgaard 2370. John
hevði ongantíð trupul
leikar í talvinum, og
fekk spakuliga arbeitt
sær fyrimun, ið endaði
við býtisfyrimuni og
vinnandi støðu. Heini
Olsen 2383 - David V.
Cilia 2094.
Heini telvaði eitt gott
talv og hevði frálíka
støðu. Men mitt í talv
inum hendi eitthvørt
løgið, sum gav svørtum
avgerandi
fyrimun.
Heini kempaði tó við
øllum hann dugir, og
tað er ikki so lítið, og
megnaði at fáa ein
javnleik. Tí hava Føroy
ar fingið fyrsta sigurin.
Mánadagin verður dup
ultumfar telvað.
-eij
Tríggir serbar til 07 Vestur
Eivin Jacobsen, nevndarformaður í 07 Vestur, staðfestir fyri
vágaportalinum, at ætlanin er at fáa nýtt fólk í summarsteðginum.
- Spurningurin er ikki, hvør vinnur seinnu hálvu. Vit hava ikki
vunnið fyrru hálvu, og tað er nú umráðandi, at vit standa okkum
væl eftir summarsteðgin. Soleiðis sigur Eivin Jacobsen,
nevndarformaður í 07 Vestur, við Vágaportalin í dag. Hann
staðfestir, at felagið ætlar at fáa tríggjar serbar afturat núverandi
leikarahópinum. Og tað verður, sambært Eivin Jacobsen, eingin
broyting í venjaratoyminum. - Vit hava álit á Piotr Krakowski og
stuðla honum framvegis, sigur nevndarformaðurin.
Vælkomupakkar klárir
Nú er knøpp vika, til setanin av Oyggjaleikunum 2009
verður í Mariehamn í Álandi. Men longu um vikuskiftið
vóru vælkomupakkarnir klárir til tey 3.200, sum antin eru
luttakarar ella hjálparfólk. Í pakkanum eru ymiskir lutir
og pakkin stendur klárur, tá ferðaløgini koma til Álands.
Pakkarnir eru gjørdir í íshøllini í Mariehamn. Tað eru
høvuðsstuðlarnir og stuðlar úr Álandi, ið hava goldið fyri
innihaldið í teimum 3.200 kassunum.
HB-sigurin í Gøtu
hevur mest sum tikið
FM-spenningin úr
Vodafone-deildini,
men í botninum
syrgdu klaksvíkingar
fyri, at spenningurin
um niðurflyting væl
kann økjast
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
13 gjørdist eydnutalið hjá
KÍ, sum loksins kreyp sær
av aftasta sessinum í Voda
fone-deildini.
Enn er KÍ statt undir
niðurflyingarstrikuni saman
við 07 Vesturi, sum bert
kann takka sær sjálvum fyri,
at teir ikki tóku trý stig við
úr Gundadali leygardagin.
Men sigurin á AB hevði
mest sum ótrúliga stóran
týdning í royndunum hjá
klaksvíkingum at sleppa
sær út botninum.
Enn er ikki veruligt sam
band upp til liðini oman
fyri strikuna. Men vinnur
KÍ næsta lagnudystin, sum
er móti ÍF mikukvøldið, er
fjarstøðan upp til lívbjarg
andi áttanda plássið bara
tvey stig. Og tað er nú ein
serdeilis stórur munur sam
mett við støðuna, sum KÍ
hevur verið í at kalla alt
kappingarárið.
Gullið avgjørt
Tað eru helst fleiri – ikki
minst í HB – sum enn ikki
vilja vera tað allar minsta
við uppá, at spurningurin
um gullið longu er avgjørd
ur.
Sjálvandi kann tað enn
gleppa hjá HB, men við
sigrinum
í
Sarpugerði
syrgdu teir altso fyri, at
munurin niður til næstu
liðini nú er átta stig. Og tað
verður serstakliga trupult
hjá nøkrum av hinum lið
unum at gera nakað sum
helst við tað.
Umframt at kappingar
neytarnir hava snávað hvør
í sínum lagi, so hevur HB
altso vunnið sær risa fyri
munin við útisigrum móti
EB/Streymi og Víkingi og
heimasigri móti NSÍ, og tað
borgar eisini fyri einum
kvaliteti, sum snægt sagt
ger tað órealistiskt, at teir
fara at tveita leiðsluna fyri
borð næstu 14 umførini.
Tað ber við sær, at restin
av feltinum skal renna kapp
um
sekunderu
heiðurs
merkini og atgongdina til
Europa. Í løtunik tykjast
toftamenn at vera best fyri í
teirri kappingini, men ein
vansi er tað heilt víst hjá
teimum, at hópurin er so
mikið smalur, at skaðar
kunnu raka serstakliga hart.
Hinvegin hava toftamenn
ikki nakra europiska upp
gávu ella nakra steypafinalu
at hugsa um, og tað kann
verða ein fyrimunur.
EB/Streymur, NSÍ og
Víkingur eru tó eisini við í
feltinum, sum jagstrar euro
pisku plássini, og við ver
andi gongd tykist sannlíkt,
at vit mest sum hvørt umfar
hava
okkurt
innanhýsis
brak á skránni.
Tætt í botninum
Og so er tað botnurin, sum
altso kann gerast nógv tætt
ari. B36 hevur vunnið sær
fýra stig seinastu tveir dyst
irnar, og tí eru teir fyribils
aftur í tryggari legu. Men
talan verður um sera truplar
uppgávur hjá teimum kom
andi umførini.
Hinvegin er tað av álvara
farið at brenna undir AB og
ÍF, og nú skal altso ikki
nógv til, áðrenn tey bæði av
álvara eru partur av niður
flytingarstríðnum, sum í ár
væl kann gerast ein sannur
trunkabardagi
Miku- og hósdagin verður
seinasta umfarið hesumegin
summarsteðgin spælt. Tá
eru dystirnir KÍ-ÍF, 07 Vest
ur-AB, EB/Streymur-Vík
ingur, AB-KÍ, HB-B36 og
B68-NSÍ.
KÍ bjargar spenninginum
Sigurin hjá KÍ á Argjum leggur upp til sannan trunkabardaga í botninum
Mynd: Einslistir/Hilmar Jan Hansen