mánadagur 22. juni 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 116 - 22. juni 2009 ]
VB/Sumba
tók ikki
av
B71 bjargaði
sær javnleik
á Eiðinum,
soleiðis at teir
hildu fast um
uppflytarasessin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við fyrimuninum av
heimavølli hevði VB/
Sumba
leygardagin
møguleikan at klintra
upp um B71 í dystinum
um
uppflyting
til
Vodafone-deildina.
Heimaliðið var eisini
á odda í dystinum, men
tað eydnaðist gestunum
at javna eftir steðgin,
og soleiðis at B71
framvegis
á
beinari
uppflytingarkós.
Samstundis er TB av
álvara farið at gera um
seg. Tvøramenn vóru
hesa ferð á Toftum, har
B68 hevur fingið sera
góð úrslit í ár, men tað
eydnaðist gestunum at
fara heim við einum
sigri, soleiðis at teir nú
eru ájavnir VB/Sumba.
Og í niðara endanum
av talvuni er Skála
spakuliga í ferð við at
toga seg uppeftir. Hesa
ferð
vann
Skála
á
útivølli
móti
FC
Hoyvík, sum púrasta
tykist
uppsteðgað.
Munurin upp til næsta
liðið minkaði tó ikki, tá
Víkingur vann í sannari
málveitslu í Miðvági.
Úrslitini leygardagin:
FC Hoyvík-Skála: 0-1
VB/Sumba-B71: 1-1
B68-TB: 2-4
HB-NSÍ: 2-2
MB-Víkingur: 3-5
Skálamaðurin, sum
hevur spælt við B36
seinastu trý árini, er
ikki longur partur av
Vodafone-hópinum
hjá B36
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hanus Thorleifsson var ikki
við í hópinum, tá B36
leygrdagin spældi heima
dyst móti 07 Vestur.
Orsøkin var heilt einfalt,
at Skálamaðurin ikki longur
er partur av Vodafone-
hópinum hjá B36.
- Eg kann vátta, at Hanus
Thorleifsson hevur biðið
um at verða loystur úr sátt
málanum, og at vit hava
eftirlíkað hesum, sigur Hav
grímur Johannesen vegna
FC Tórshavn, sum rekur
Vodafone-liðið hjá B36.
Aðrar viðmerkingar fáast
ikki úr felagnum, men sum
skilst
hevur
Hanus
Thorleifsson verið alt annað
enn
nøgdur
um
lítlu
spælitíðina, sum hann hevur
fingið í ár.
Frá at hava verið ein av
berandi kreftunum á liðn
um, hevur spælarin als ikki
verið eins sjónligur í ár. Og
frustratiónirnar
kókaðu
eftir øllum at døma yvir, tá
B36 seinasta mikukvøld
spældi í Klaksvík.
Tá varð Hanus Thorleifs
son skiftur út í hálvleikinum,
og valdi hann tá at fara
beina leið undir brúsu og
heim, ístaðin fyri at hyggja
at
seinna
hálvleiki
av
dystinum.
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa eina viðmerk
ing frá Hanusi Thorleifsson
sjálvum.
Føroyska hondbólts
landsliðið kom ongan
tíð av álvara í nær
námind Bosnia-
Herzegovina, tá
seinasti dysturin í
EM-undankappingini
varð spældur
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyska manslandsliðið í
hondbólti endaði leygar
dagin sína luttøku í EM-
undankappingini.
Mótstøðuliðið hesa ferð
var
Bosnia-Herzegovina,
sum ikki verður styrkismett
millum tey heilt sterku lið
ini í bólkinum, men mót
støðan var tó ríkiliga stór
fyri okkara menn.
Í mun til fleiri av hinum
dystunum, sum føroyska
liðið
hevur
spælt,
so
eydnaðist
tað
als
ikki
okkara at fáa nakað tak um
dystin hesaferð.
Bosnia bumbaði føroyska
málið sundur og saman fyri
steðgin, og so munaði tað
lítið, at okkara komu betur
við seinna hálva tíman. Tá
kundi
mótstøðan
eisini
loyva sær at seta ferðina
nakað niður, tí í vanda var
sigurin ongantíð.
Soleiðis endaði fyrsta
luttøkan á hesum sinni uttan
stig hjá okkara hondbólts
monnum.
Russland vann okkara
bólk við 18 stigum. Serbia,
sum eisini kemur við til
endaspælið, vann 15 stig,
Bosnia-Herzegovina
fekk
13 stig, Schweiz hevði 9
stig. Italia 5 stig og Føroyar
endaðu altso niðast uttan
nakað stig yvirhøvur.
Hanus liðugur í B36
Hanus Thorleifsson er ikki
longur partur av Vodafone-
hópinum hjá B36
United vil hava Benzema
Roknað verður við, at Manchester United nú fer at leggja
nógv fyri í royndini at keypa franska framherjan karim
Benzema, eftir at bæði Ronaldo og Tevez fara úr United.
Og okkurt bendir á, at Lyon er til reiðar at selja evnaríka
spælaran. Stjórin í felagnum sigur, at um United kemur
við einum nóg stórum boði, so kann tað verða, at teir
selja. United sleppur neyvan niðanfyri 200 milliónir
krónur í keypsprísinum.
Kom til dyst!
Kongsvinger, har millum onnur Julian Johnson hava spælt, er í svárum
fíggjarligum trupulleikum. Nú er so galið, at venjarin í felagnum hevur
byrjað eitt ketu sms. – Nú er tað álvara. Kom og síggj Kongsvinger –
Skeid á Glemselund í morgin. Tað eru nóg mikið av atgongumerkjum, so
tak vinir og familju við. Hetta er um at bjarga felagnum... Mann saknar
onki, fyrr enn mann hevur mist tað. Send hesi boð víðari til øll tú kennir,
stendur millum annað sambært glomdalen.no í smsinum, sum venjarin,
Tom Nordlie hevur sent til øll á síni telefonbók á síni fartelefon.
Hóast Kongsvinger hevur reyvina í vatnskorpuni fíggjarliga, so er liðið á
einum øðrum plássi í næstbestu deildini, og liggur til uppflyting.
Føroyar-Bosnia 21-27 (9-19):
Avgjørdu fyri steðgin
Føroyska landsliðið fekk av at
vita, tá Bosnia vitjaði í seinasta
undankappingardystinum í nú lidnu
undankappingini
Mynd: Álvur Haraldsen