Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 201 - 18. oktober 2001 Nr. 201 - 18. oktober 2001 11 kanskir. Tað var eitt, sum ilt var at koma uttan um. Tað var: Eingin kundi siga, at tað var satt, tað sum ameri- kanska stjórnini tvíhelt um, at fjøld av herfólki hjá Saddam Hussein var við greinsuna til Saudi-Arabiu. Ikki hevur Pentagon enn latið úr hondum almennar myndir, ið prógva teirra framførslu. Fjølmiðla siðvenja Nú er hetta í journalistisk- um høpi rættiliga áhuga- vert, hvat leikar á, tá ið tíðindi um krígsførslu skulu alment fram. Hvør hevur rætt í hesum føri er eisini áhugavert, men at síggja hvussu ólíka krøvini eru til próvførsluna um irakiska herfólki, gevur einum ta fatan, at valds- harrarnir í mongum føri bera blak í eyguni á fólki. Jean Heller og amerikansku serfrøðingarnir gjørdu sum góður og dygdargóður fjøl- miðlavani eigur at verða, er at fara til óheftar keldur, og vita um Pentagon talaði satt. Tá ið keldurnar ikki eru samsvarandi við al- mennu boðini, so átti eitt kjak spurt burtur úr hesari gongd. Allar tær stóru tíðindatænasturnar tagdu hetta burtur og litu á tað, sum Pentagon segði. Søgan hjá St. Petersburg Times doyði, tí Pentagon tvíhelt um, at teirra frásagn var tann rætta. Fjølmiðlafólk Tá ið lond fara í kríggj, verður tað fata sum landa- svik at seta nærgangandi spurningar til tað sum fyrifert. Tað eru jú ungfólk, sum nú skulu út at berjast- seta livið í vága fyri fosturlandið, tess dygdum og rættindum. Tað mátti t. d. Harrisson Salisbury sanna frá Norður Vietnam, men mangan gongur henda hugsan sum á skeringi. Peter Arnett upplivdi tað sama, tá ið hann sat í Bagdad, meðan bumburnar regnaðu yvir Bagdad í kríg- num, sum bar heitið Desert Storm. Undir slíkum kor- um er oftani brúk fyri óheftum fjøllmiðlum og tíðindafólki, sum bert hava tað fyri eygað, at bera sonn tíðindi. Her er tað at ryggsekkajournalistarnir koma inn í myndina, ið fara avstað bert við einum fjallarevi á bakinum - eyg- leiða, undirsøkja, granska og finna útav mongum sum fyrifert, ið tøknin ikki er før fyri at greina, og mong eru dømini um slík fjølmiðla- fólk. Jean Heller gjørdi ikki so stóran háva burtur úr sær, men hon gjørdi tað, sum eitt og hvørt tíðindafólk átti at gjørt, at granska og kanna um nú Pentagon talaði satt. Myndirnar, ið hon fekk, kostaðu snøggar 10.000 norskar krónur, sum flestu avísur høvdu ráð at keypa. Tíðindaflutningur Her er so nógv at tríva í eisini hjá føroyskum fjøl- miðlafólki. Hvussu fer leikur nú fram í tíðinda- flutninginum úr Afghan- istan? Vit kenna tíðinda- flutningin frá Falklands- krígnum, Eystur-Timor, Libanon krígnum og Balkan krígnum. Torført var tað hjá ærukærum tíðindatænastum, at flyta røtt tíðindi frá vígvøllinum. Í Falklandskrígnum fingu fjølmiðlarnir munnkurv. Á Eystur-Timor hava fleiri tíðindafólk mist lívið, bert tí tey vildu siga frá teimum ræðuleikum, sum har hava verið síðani sjeyti árini. Stórveldini lótu sum einki, tí størri áhugu var í tí stóru indonesisku fólkamongdini sum brúkari enn at seta fingur á Suharto og hansrar ágangi móti fólkinum á Eystur -Timor. Í Libanon krígnum fingu vit misjøvn tíðindi. Um lurtað varð eftir tíðindun- um frá Ísrael, so samsvar- aði hetta ikki teimum, sum tú fekst frá palistinensum. Valdsharranir í Balkan- krígnum gjørdu sum nasist- arnir gjørdu undir Seinna- heimsbardaga, brúktu sjón- varpsupptøkur(filmsupptø kur) til at fremja sína “propagandu”. Nasistarnir brúktu filmin , so lítil munur er millum hesi bøl- menni frá Seinna heims- bardaga og teimum í dag. Hvat fer at spyrjast burtur úr tíðindaflutninginum frá amerikanska álopinum á Afghanistan, er ilt at siga, men alt endyrtekur seg, og sannleikin fæst sjáldan í ljósmála fyrr enn fleiri ár eftir at vápnini hava talað. Vit kenna ein ódám fara yvir heimin í løtuni. Ein ótryggleika. Kjøti krimpar seg. Menniskjað er ikki blivið klókari. Tað sást eisini væl á framsýningini á Arkini í Keypmannahavn síðsta heyst, hvussu menniskjakroppurin varð píndur og tíndur í hesum øra heimi í seinnu helvt av fyrru øld_. og einki íhald er í hesi framferð. Tað stendur bara við og versnar. Ja, tað nyttar lítið, hvat gjógvarámenn siga! ∆ Framhald av síðu 9 Oddfríður Marni Rasmussen Formaður í Listafólka- sambandi Føroya Ein rættleiðing er at rætta uppá tað sum er sagt skeivt. Eftir teirri rættleiðing sum Óli Holm hevur í Sosial- inum tann 12. oktober, eri eg í iva um, hvussu orðið skal skiljast. Hann rætt- leiðir ikki nakað sum helst, sum eg havi sagt, hann viðurkennur tað at játtanin er lækkað. Tann kontoin (sum í rættleiðingini onki navn hevur) sum er til »mentanarligar verkætlanir (ymiskir studningar) er lækkað úr 2 mió. kr. niður í 1,7 mió. kr«, veit eg onki um. Men fyri at ongin mis- skiljing skal koma í, vil eg hervið gera tað greitt fyri Óla Holm, um tað sum varð sagt við Edvard Joensen, blaðmann á Sosialinum, til blaðið mikudagin tann 10. oktober. Tað, sum eg segði var, at Mentunnargrunnur Land- sins hevur eina játtan uppá 3. mió. kr. Av teimum trim- um milliónunum fara 1,5 mió. til starvslønir og hinar 1,5 mill. kr. eru til verk- ætlanir. Tað, sum er hent við listastarvslønunum er, at nú sita fleiri listafólk og hava tíð at arbeiða í longri tíð við síni list, sum rímiligt er, men tá ið tey eru liðug við arbeiðið, eru ongir pengar til verkætlanir, tí at tann parturin, er í prinsippinum hálveraður. Tað er ikki rætt at geva trý ára-, tvey ára-, eitt ára- og hálvt ára starvslønir til listafólk, og ikki kunna stuðla úrslitinum, tí at ikki nóg nógvir pengar eru. Hetta er við til at gera tað, at tey sum royna at presentera listafólkini fyri føroyingum, við at geva bøkur út, at halda konsertir, at sýna málningar fram osfr., ikki megna at sýna úrslitið fram av okkara mætastu listafólkum. Óli Holm sigur, at játt- anin til list og mentan er hækkað úr 46 mill. til 60 mill. kr. Eg veit eisini full- væl, at játtanirnar til skap- andi og útinnandi list eru hækkaðir nógv hetta val- skeiðið, men um politikarar í Føroyum ætla at halda áfram við at menna før- oyska mentan og harvið føroyskan samleika, so mugu teir lurta eftir tí tørv- inum sum er, so at listafólk fáa so góðar umstøður sum gjørligt til at halda áfram, at menna føroyska mentan og harvið føroyskan sam- leika. Røtt rættleiðing VIÐMERKINGAR Í Býin Í vikuskiftinum Í spæla Tinghúsvegur • Tórshavn • Tlf. 31 56 28 Fríggjakvøldið Leygarkvøldið Café'in hevur opið mán.-frí. 17.00-24.00 og leyg.-sun. 14.00-24.00 Club 20 Café Írskur búffur v/chips, salat & whiskeysós 69,- EISINI TANN BESTI Í LANDINUM Hóskvøldið DJ Tummas Gudmundsen DJ Martin Kjærbo www.club20.fo ladies night Fótbóltur á stórskíggja HESA VIKUNA DJ Magnus Zachariasen Felagið Tórshøll Hetta vikuskiftið spæla Bergmenn Bergmenn Hvørt fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld er fleiri ódyrar eindir allar dagar Felagið Tórshøll Sverrisgøta 22 Tlf. 31 15 65 Nú livandi tónleikur Klaksvíkar Klubbi kar Klubbi Tlf. 455681 Fríggjadagin 19. oktober ggjadagin 19. oktober Leygardagin 20. oktober • "Fimmari" • Opið er frá kl. 17.00 • Sjavskapping • Opið frá kl. 19.00 • Dansur frá kl. 24.00 - 04.00 Jan skipar fyri Í Býin - Hvønn hósdag Í Býin - hvønn hósdag Grill kvøld Leygarkvøldið 20. oktober ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin - hv¿nn h—sdag Jólaborðhald Nú jólini nærkast, skipa vit aftur í ár fyri okkara vælum- tókta jólaborðhaldi TAXI spælir til dans øll kvøldini og kabarettin "Krebinettin" verður aftur á pallinum Ring og fá ein jólafaldara tilsendan tlf. 31 75 00 Mat- seðilin Hósdagin 18. oktober: Veiðimannagrýta Fríggjadagin 19. oktober: Nakkakotelettir Leygardagin 20. oktober: Culottesteik Mánadagin 22. oktober: Kjøtfrikadellir Týsdagin 23. oktober: Fisk í fati Mikudagin 24. oktober: Hakkibúffur Kostnaður 35,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík C M Y K 11 10