hósdagur 18. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 201 - 18. oktober 2001
Svartkjaftatrolarin
Næraberg hevur ikki
havt serliga gott
úrslit, síðan hann
kom í føroyska flotan
fyri hálvumøðrum ári
síðani. Stjórin í JFK
Trol, Hanus Hansen,
ásannar hetta, men
verkætlanin við
Nærabergi heldur
fram
FISKISKAPUR
Stefan í Skorini
Næraberg hevur verið eitt
tungt tak hjá fyritøkuni JFK
Trol. Trolarin kostaði 225
milliónir at keypa, og tað er
størsta føroyska skipakeyp
nakrantíð. Men úrslitini
hava ikki verið so góð
higartil.
Hetta
skrivar
Dimmalætting leygardagin.
Roknskapurin fyri árið í
fjør vísir millum annað, at
undirskotið var 12,2 milli-
ónir krónur.
Næraberg roynir eftir
svartkjafti alt árið, og hann
verður virkaður til surimi
umborð.
Hanus Hansen, stjóri á
JFK Trol, ásannar, at tað
ikki hevur gingið serliga
væl hjá størsta trolaranum í
landinum. Hann vísir tó á
tvey týdningarmikil viður-
skifti, sum ikki hava lagað
seg væl hjá felagnum.
Prísurin á surimi hevur ikki
verið góður, og oljuprísurin
gongur eisini skeiva vegin.
– Orsøkin til at tað ikki
hevur hilnast so væl hjá
okkum er, at prísviður-
skiftini á hesum økinum
ikki hava gingið eftir vild,
sigur Hanus Hansen.
Hann vísir á, at tá talan er
um so nógv tons av surimi
og av olju, so er prísurin av
alstórum
týdningi
fyri
endaliga úrslitið. Tá prís-
urin bara ger eitt lítið lop
annan vegin, so merkist tað
væl hjá Nærabergi.
Flest allar vørur, sum
verða seldar til Japan, hava
havt vánaligari prís enn
vanligt. Hetta kemst av
kreppu í Japan, og tað
merkist eisini væl hjá JFK
Trol.
Hanus Hansen ivast tó
ikki í, at verkætlanin hjá
felagnum við Nærabergi
heldur fram.
– Vit hava ongar ætlanir
um at steðga við hesum. Vit
fara at royna at hanga í,
sigur Hanus Hansen at enda
um trolaran Næraberg.
Næraberg heldur fram
Næraberg hevur ikki kastað
nógv av sær higartil. Hetta
hevur tó ikki við sær, at
verkætlanin við Nærabergi
steðgar
Nr. 201 • hósdagur • 18. oktober 2001 • 75. árg.
Seinast fýra árini, frá
1997 til 2000, hevur
Toyota Camry verið
mest seldi persón-
bilur í USA. Fyrstu
Camry bilarnir komu
til USA í 1983, og
síðan 1988 hava teir
verið framleiddir í
Georgetown í
Kentucky
BILAR
Magnus Gunnarsson
Av tí at USA er heimsins
størsti bilmarknaður, er
Camry ein sera týðandi
bilur fyri Toyota. Hetta er
orsøkin til at so nógv orka
er brúkt til at menna og
framleiða hendan nýggja
Camry bilin. Hann sær
eisini heilt annarleiðis út
enn forgangarin, og bæði
trygdin, kvaliteturin og
komforturin eru nú á sera
høgum støði. Framsetrini
eru útgjørd við WIL-
funktión, soleiðis at um
bilurin verður ákoyrdur
aftanífrá, er vandin fyri at
fáa mein í nakkan og
ryggin sera avmarkaður.
Kemur í november
Frá Reyni Service verður
sagt, at teir vænta at teir
fyrstu bilarnar koma í no-
vember. Tað verða Camry
2.4 við VVT-i tøknini og
155 hk, bæði við manu-
ellum og automatiskum gir-
um. Annars fáast teir eisini
við 3.0 V6 motori og 189
hk. Hesin nýggi Camry er
gjørdur til at koyra long
strekkir, uttan at førarin og
tey ferðandi skulu troyttast.
Listin yvir eykaútgerð er
langur. Vit kunnu nevna til
dømis automatiskt klima-
anlegg, multi-informatións-
display við koyriteldu og
automatiskar regnsensorar.
Kelda: Toyota Family
Toyota Camry – kemur
nú í nýggjari útgávu
Fyrst í november kemur nýggi Toyota Camry til landið. Bilurin hevur fingið nýtt og smart design. Eisini er trygdin, kvaliteturin
og koyrieginleikarnir á sera høgum støði
Aftan og á síðunum er
Camry mest broyttur
Camry innan. Her í luksusútgávuni við multi-
informatiónsdisplay og koyriteldu
Hendan myndin er
tikin á Debesargøtu í
1969, tá kongurin,
Frederik IX var her á
vitjan
BILAR
Magnus Gunnarsson
Bilarnir fremst á myndini
eru ein Rambler Classic hjá
Martin Kristiansen, sum
koyrdi í Auto, og ein Ford
Taunus 17m frá bilstøðini
Bil. Bilurin sum Frederik
kongur er á veg yvir ímóti,
er ein Toyota Crown hjá
Gorm Simonsen. Maðurin
við bilin er Martin Joensen,
á Borg, sum koyrdi bilin.
Bilarnir eru skrýddir við
føroyskum og donskum
fløggum. Leggið til merkis,
at Hýruvognur stendur á
bilunum.
Myndaeigari: Anna Joensen
Bilar á Debesartrøð í sambandi
við kongsvitjan í 1969
C
M
Y
K
13
12
Skráseting Føroya hevur
í dag móttikið
fusiónsætlan samsv. §
134 a í P/F- lógini:
A.
Navn: P/F Kall (P/F-nr.
2868), 100 Tórshavn.
og
B.
Navn: P/F Tele F (P/F-nr.
3076),100 Tórshavn.
Harumframt hava vit
móttikið váttan frá
metingarmanninum samsv.
§ 134 c, stk. 4 í P/F-
lógini.
Skráseting Føroya tann 16.
oktober 2001
Kristin Balle
_____________________
-tað
loysir
seg