Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2009 31 Á skránni til ársins Sum- martónar verður eisini vælumtókti bólkurin Orka, men hesaferð verður tað við Teiti Lassen sum for- sangara Millum bólkarnir, ið fara at framføra til ársins Summatónar, verða millum annað føroyski bólkurin Orka, sum seinastu tíðina hevur framført við Eivør Pálsdóttir sum forsangara. Eivør verður eisini at hoyra í Mykinesi, tá ið Orka trína á pall, ið samband við Summartónar 2009. Men manningin í Orka verður heldur broytt, nú bólkurin skal framføra runt í landinum í samband við Summartónar, og verður víðagitni Teitur Lassen nú partur av manningini. Hetta er fyrstu ferð, at Teitur Lassen framførur við Orka, og orsøkin er, at hann hevur framleitt eitt instrument til høvið. - Teitur hevur sjálvur framleitt eitt instrument, ið hann ætlar at nýta fyrstu ferð saman við Orka, sigur Jens L. Thomsen, ein av oddamonnunum handan Orka. Hóast tað ikki er greitt júst nær Teitur verður við í bólkinum, so er tað hóast alt staðfest, at hann trínur á pall við bólkinum í sam- band við onkrar av fram- førslunum í Summartónum. Orka framførur í Norðurlandahúsinum 26. Juni kl. 19.00. Við Gjógv 27. Juni kl. 16.00 og í Mykinesi 30.juni kl. 15.00. Orka og Teitur sláa seg saman Í morgin byrjar árliga tónleikatil- takið Summartónar, sum í ár letur pallin yvir til komponistar, ið hava framleitt tónleik til høvið Í morgin fer árliga tónleikahátíðar- haldið, Summartónar, av bak- kastokki. Tað er Felagið fyri Føroysk tónaskøld, ið skipa fyri tiltøkunum. Eins og undanfarnu árini, er tón- leikastevnan sett saman av einari ørgrynnu av tiltøkum, ið spenna yvir sjey dagar. Byrjað verður í annaðkvøld, og verður tað millum annað við sjeyti ára gamla Brandi Øssursyni, ið saman við øðrum fer at trína á pall á Hvonn. - Síðani vit byrjaðu í 1992, hava vit broytt konseptið rættiliga nógv, og í ár hava vit latið pallin yvir til tey, ið hava gjørt tónleik til høvið. Vit hava komponistar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Eysturríki, Sveis og Amerika, og nú er tað ikki bert talan um jazz og funk, sum tað var í byrja- nini, sigur Kristian Blak, formaður í Felagið fyri Føroysk Tónaskøld. Framførslurnar komandi vikuna verða ymsastaðni runt í Føroyum, og millum annað kann nevnast Tórshavn, Hestur, Fuglafjørður, Nólsoy, Mikladalur, Sandavágur, Klaksvík, Runavík, við Gjógv og í Mykinesi. Atgongumerki kunnu keypast við inngongdina, men til tey, ið ynskja at tryggja sær pláss til tær ymsu framførslurnar kann nevnast, at atgongumerki kunnu keypast eitt nú í Tutl handlinum á Káta Horninum, og á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo. Summartónar fara at ljóða í morgin