Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 116 - 22. juni 2009 tíðindi Góði Jóhan Hendrik! Góða samkoma! Fyri skjótt fjøruti árum síðan, hin 1. oktober 1969, var Jóhan Hendrik inni í út­varp­inum niðri á Bryggju­bakka, har ið útvarpsstjórin Niels Juel Arge hevði sam­røðu við hann í út­varps­tátt­inum Millum fjals og fjøru. Við hesi samrøðu varð sjøtul settur á tann so vælkenda útvarps­táttin Orðabókina, ið Niels Juel Arge skeyt upp at nevna hann. Fyrimyndin fyri útvarpstáttinum Orða­bók­ini var tátturin Íslenzkt mál, ið Jakob Benediktsson og sam­starvs­menn við Orðabók Háskóla Íslands stóðu fyri. Tá ið Jóhan Hendrik las í Íslandi árini 1960-62, var, sambært honum sjálvum, hesin táttur mill­um tað út­varps­evni, ið hon­um dámdi eina best at lýða á. Tá ið hann í 1968 varð sett­ur til at greiða til útgávu eyka­bind til føroysku-donsku orðabókina og far­ið varð ígjøgnum orðasavnið, gjørdist tað hon­um skjótt greitt, at tørvur var á at fáa svarað ótald­um spurningum um orð í savn­in­um, skuldi tað vera møgu­ ligt at geva fullgóða lýs­ing av merking, nýtslu, framburði, út­breiðslu o.s.fr. Tá vóru hyggjuráðini at taka til tað, sum hann hevði lært av ís­lendsk­um orða­bók­ar­monn­um: at nýta útvarp til at koma í sam­band við fólk við spurn­ingum um orð, ið ov lítið var vitað um. Og hvar er sjálvsagdari at leita eftir málinum enn hjá tí fólki, sum tal­ar tað, og ígjøgn­um útvarpið bar jú til at koma út í hvønn krók í landinum. Í hesi samrøðuni 1. oktober 1969 – úrdráttur er prentaður sum inn­gangs­orð í bókini – varð m.a. sagt frá ætlanini við táttinum. Boðið varð fólki at senda honum spurn­ing­ar um málslig ivamál, og afturfyri skuldi so Orða­bókin kunna spyrja lurtarar um orð og orða­ felli, sum savninum skort­aði upplýsingar um. Longu í hesi samrøðu vórðu tveir spurn­ingar settir lurt­ar­um. 23. okto­b­er varð fyrsta Orðabókarsendingin útvarpað. Sagt varð eina ferð aftur frá endamál­in­um við táttinum. Eitt málsligt evni varð tikið til við­gerð­ar, eins og gjørt varð í flestum eftirfylgjandi sendingum, og at enda vórðu tveir spurn­ingar settir lurtarum; tað var eisini reglan í øllum send­ing­um aftaná. Tað varð hon­ um spáað av summum, at henda roynd fór ikki at geva úrslit, tí at ilt mundi vera at fáa fólk at skriva brøv. Jóhan Hendrik var eisini held­ur vónsvikin av úrtøkuni av fyrstu sending, tí at bert eittans bræv kom. Tað var ein fyrispurningur um eitt orð; einki svar kom til teir spurn­ingar, hann hevði sett. Men nú var ikki at gevast á hendur og falla í fátt, og aftan á aðru sending, ið var 6. november, var annað lag: tað komu ikki færri enn 15 brøv. Síðan var Orðabókin regluliga at hoyra í útvarpinum 14. hvønn dag vetr­ar­hálvuna, men lá tó niðri ein­stak­ar vetrar. Síðsta sending, sum var nr. 198 í røðini, varð send 26. apríl 1993. Hvør send­ing var um hálvan tíma til longdar. Undirtøka lurtaranna var frálíka góð, nógv betri enn vónað og væntað var. Orða­savn­ið hevur á henda hátt fingið nógv orðatilfar, ið annars valla var komið, og nýggj­ar upp­lýsingar um orð, tað hevði ov lítla vitan um. Mong sendu orð og orðafelli av sín­um ein­tingum, ja, frá summum komu heil orðasøvn. Eisini fekst ikki sørt burtur úr mál­burð­in­um í brøvunum sjálv­ um. Tað, sum sermerkir flestøll brøvini frá lurtarunum, er, hvussu væl, ið greitt er frá orðunum, og hvussu greið, ið dømini eru, og hvussu greidligt tað samanheingið er, ið orðini verða sett í. Nógvar av hesum orðingunum kundu vit bein­leiðis nýta í okkara orðalýsingum til móðurmálsorðabókina, sum kom í 1998. 15. oktober 1976 varð sending nr. 70 send. Tá nevndi Jóhan Hendrik nøkur tøl frá eini upp­gerð, ið hann hevði gjørt. Til tær 69 ferð­irnar, ið Orðabókin hevði verið í útvarpinum, fekk hon til samans tætt við 700 brøv, t.e. um 10 í miðal til hvørja sending, og um leið 4500 orð vóru skrivað á seðlar til orðasavnið, t.e. um 65 í miðal frá hvørjari send­ing. Ávís­ir lurtarar sýndu eisini táttinum serstakan trúskap og skrivaðu ferð eftir ferð. Brøv vóru komin frá um 340 ymsum fólkum í 69 bygdum og býum, og harafturat komu ikki so fáir brævskrivarar, ið ikki nevndu seg við navni. Jóhan Hendrik hevði sum megin­reglu ikki at nevna nøvn teirra, ið skrivaðu brøv, ikki minst tí, at tað vóru so mong, sum bóðu um FØÐINGARDAGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Leygardagin var stórt hátíðarhald í høll­ ini á Føroya Læraraskúla í sambandi við, at Orðabókin kom út, og at maðurin við sama eyknevni, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, fylti 75 ár. Bókin er eitt heiðursrit í sambandi við føðingardagin. Í bókini eru allar tær 198 orðabókasendingarnar, sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen hevði í útvarpinum árini frá 1969-1993. Tað er Anfinnur Johansen, lektari á Føroyamálsdeildini, sum hevur lagt »Orðabókina« til rættis, og tað var eisini hann, sum handaði honum fyrsta eintakið av bókini. Fleiri røður vórðu hildnar. Fyrstur var Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, sum hevur givið bókina út. Hinir røðararnir vóru Anfinnur Johansen, Turið Sigurðardóttir, Hanus Kamban, Árni Dahl, Martin Næs og Signar á Brúnni. Kór við Ólavi Hátún sang nakrar sangir. Síðani høvdu fólk høvi at ogna sær bókina og fáa hana signeraða av Jóhan Hendriki Winther Poulsen. Vit prenta í dag røðuna, sum Anfinnur Johansen helt. »Hentari er handartak manni Orðabókin sjeytifimm Jóhan Hendrik Winther Poulsen blaðar í fyrsta eintakinum av »Orðabókini« á hátíðarhaldi á Føroya Læraraskúla leygardagin. Høllin var stúgvandi full av fólki, sum komin vóru at heiðra »Orðabókini« Mynd: Eirikur Lindenskov