Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2009 33 tíðindi at verða ónevnd, og tað hevur ivaleyst eisini gjørt sítt til, at fólk ikki hildu seg aftur at skriva. Rokna vit við, at 65 orð í miðal vórðu skrivað á seðlar frá hvørj­ ari send­ing, fáa vit til samans fleiri enn 12000 orðaseðlar úr øllum 198 sending­un­um. Og tá ið blað­að verður í orðaseðla­ savnin­um á Føroyamálsdeildini, er tað í heil­um, at seðlar, sum stempl­að er á Orða­bók Útvarpsins, koma fyri. At fólk høvdu stóran áhuga og vóru glað fyri Orðabókina, sæst so týði­liga av brøvunum, tí tað er so javnan, at tey annaðhvørt byrja ella enda bræv­ið við tí. Ein lurtari skrivar enntá, at tá ið Orðabókin kemur fyri, læsir hann úthurðina, so at eingin skal koma inn og órógva hann. Manga óvæntaða gleði veittu lurtarabrøvini eisini Jóhan Hendriki sum orðasavn­ara. Orð komu til savnið, sum ongantíð vóru uppskrivað áður, men sum hava djúpar og forn­ar røt­ur í føroyskum máli. Eisini kom tað mangan fyri, at orð komu úr livandi talað­um máli, sum vit annars bert kendu úr meir enn tvey hundrað ára gomlum orðabóka­hand­rit­um J.C. Svabos. Sum dømi um orð, sum ikki áður var komið í orðasavn okkara, og sum eing­in orðasavnari áður hevði rakt við, var orðið ón, sum kom í brævi skriv­að­um í Svín­oy 11. februar 1973 av Onnu Danielsen. Hon nevnir nøkur orð, sum hon hevði hoyrt av goml­um manni. Til seinast kemur hesin setningurin: ‘barnið kundi ikki mammu síni ón – varð sagt um barn, sum altíð vildi fara við mammuni, hvar hon enn fór’. Jóhan Hendrik skilti beinanvegin, at her var komið fornt og for­ kunnugt orð, kendi tað eftir stutta leitan aftur sum fornnorrøna fyrisetingarorðið ón. Hetta var merkiligur og for­vitnis­ligur fundur, tí hetta fyrisetingarorð er annars burturdeytt í ný­føroysk­ um, og uttan ella fyri uttan er komið í staðin. Nevnt kann verða, at orðið ón t.d. er skylt við hitt týska orðið ohne, ið sum kunnugt eisini merkir ‘uttan’. Jóhan Hendrik ringdi til konuna, ið skrivað hevði brævið, til at for­vitnast meir um orðið, og fekk at vita, at maðurin, hon hevði tað eftir, var Árant Joen­sen í Hattarvík, tá 85 ára gamal. Hann doyði í 1977. Seinni komu upplýsingar eisini aðra­staðni frá um orðið. Hetta var so eitt av teimum mongu “ókendu” orðum, ið komu und­an kavi gjøgnum brøv til útvarpstáttin Orðabókina. Nú var tað óivað so, at okkurt, sum orðabókin spurdi um, kundi hoyra til dagligt mál hjá onkrum lurtara, so at hann helt, at tílíkt átti ein at vita, sum skal eitast at vera kønur í føroyskum máli. Men tað er tað, sum er so merki­ ligt við mál­in­um í hesum lítla landi, at tað er so fjølbroytt. Tað, sum er vælkent og van­ligt einastaðni, kann vera púra fremmant og ókent aðra­staðni, og eingin kann allar dyr at goyma. Eg skal nevna eitt dømi. Eina ferð varð spurt um orð­ið / aggap/, stavað avgap, ið verður nýtt um eitthvørt, ser­stakliga klædna­plagg, ið er ov stórt ella vítt, t.d. handa troyggjan er eitt øgi­ligt av­gap. Eg skal lesa tað, sum ein lurtari úr Norður­ oyggjum skrivar: “Tað var orð­ið “avgap” (aggap), sum tú fregn­ aðist um í seinastu sending. Tað undr­aði meg, at hetta skuldi vera so lítið kent, tí fyri mær er tað næstan líka van­ligt sum hann og hon. Aftaná segði eg við 94 ára gomlu móður mína, at nú vóru tað summi, sum ikki kendu orðið avgap. “So eru tey býtt”, segði hon. Einaferð var tað ein, sum skrivaði í bløðini og fanst at Orðabókini fyri, at hon bara kravdi av fólki og einki læt afturfyri. Eyðvitað er ikki ókeypis at skriva og senda brøv, ei heldur at ringja, men tíverri var – og framvegis er – fíggjarorka okkara ikki til at rinda nakað afturfyri, og nakað putlut hevði tað eisini verið at um­sitið. Tað hevur altíð verið vón okkara, at tey, sum vilja vera so beinasom at hjálpa okkum við innsavning, eru soleiðis sinnað, at tey kenna sær, sum tað ber løn sína í sjálvum sær, og annars hjálpast við eina hjartaliga tøkk! Vón­andi kennist henda tøkk ikki, sum tann, ið við hvørt segðist vera partur av flutningskeypi. Flutningskeyp var lítil samsýning fyri flutning ella skjúts. Í før­ oysku orðabókini stendur, at flutningskeyp var ofta turr tøkk og vát reyv. Upphavsmaður at hesum tiltaki sigst vera Víðar­ eiðis-Líggjas, eisini nevndur Hoyvíks-Líggjas. Hann skuldi vera sera hittinorðaður mað­ur. Tað var eisini hann, sum skuldi finna upp á orðið stúkuskifti um eitt stutt tíðarskeið: hann var har eitt stúkuskifti – til hann skifti stúku næstu ferð. Á einum orðaseðli stendur, at eingin skuldi liggja longur inni á fólki enn tvey stúkuskifti. Ein maður ringdi einaferð og vildi vita, hvussu nógvar dagar eitt stúkuskifti var. Hann helt lítið um málkunnleika okkara, at vit ikki vistu at siga honum tað. Øll tey brøv, ið Orðabókin fekk frá lurtarunum tey árini, hon var at hoyra í út­varp­in­um, eru í tíðarrøð goymd væl og virðiliga í eldvardu goymsluni á Føroyamáls­deild­ini – eisini øll handritini til sendingarnar, sum eg sjálvur havi skrivað inn í teld­ una til hesa útgávu. Í eini bók við so stórari orðanøgd – o.u. 630.000 orðum á nett 1000 blaðsíðum – slepst ikki undan mis­sløgum og øðrum óreglusemi, men tann ábyrgdin er mín! Ein tílík útgáva kann eyðvitað skipast á ymsan hátt. Við tað at send­ing­arnar hava eina ávísa fasta skipan, kundi ein háttur verið at býtt send­ing­arn­ar og tessvegna bókina í fýra bólkar ella partar. Høvuðsparturin kundi snúð seg um tey orð og annað, ið Orða­bók­in spyr lurt­ararnar um, og sum teir síðan svara til. Hesin partur kundi itið “Lurt­ar­arn­ir spurdir”. Ann­ar part­ur kundi itið “Orðabókin spurd”, tí at at kalla í hvørjari send­ing eru spurn­ingar frá lurtarum til Orðabókina. Triði partur kundi itið “Málrøkt”, tí í næst­an hvørjari sending tekur hann fyri onkran skeivan mál­ burð, ið hann annað­hvørt hevur sæð á prenti ella hoyrt. Ofta byrjar hann eina sending við ein­ um formála um eitt ávíst evni. Fleiri av hesum formálum eru ógvuliga upp­lýsandi og áhugaverdir og kundu kom­ið at staðið í fjórða og síðsta parti við heit­in­um “Hugleiðingar”. Ein annar útgávu­hátt­ur var at skipa bókina sum eina orðabók við leit­orðum og øllum frá­greið­ing­ un­um í bók­stavarøð, um­framt eftir evnum. – Men eg eri kom­in til ta niðurstøðu, at frægast er at geva sendingarnar út í sama líki, sum tær vórðu út­varp­að­ar, tí tað endur­gevur tað tíðarbærið, tær vórðu sendar, umframt at endur­ gáv­an úr brøvum lurt­ar­ans ikki broytir skap. Tí er samanumtikið eing­in ritbroyting gjørd, men bert ávísar endur­tøkur strikaðar. Vón­ andi kann orða­listin aftast í bók­ ini økja um nýtslu­virðið. Nú ið henda bók kemur út, eru fleiri av brævskrivarunum til Orða­bók­ina farnir undir grønu torvu, men við eini tílíkari útgávu kunnu vit reisa teim­um og øllum, sum sendu henni brøv og tilfar, ein minnisvarða. Eyð­ kent fyri meginpartin av hesum heim­ild­ar­fólkum er, at tey høvdu lítla skúla­gongd, men við teirri ómetaligu vitan um dagsins viður­skifti á sjógvi og landi hava tey verið við til at bjarga nógvum av tí siðsøguliga ment­an­ar­arvi, ið tey numu av forfedrum sínum. Við at fáa alt hetta tilfar á prent kunnu vit, ið nú eru uppi á døgum, og komandi ættarlið fáa lut í allari hes­ari vitan um ment­ an­ar- og siðsøgu okkara gjøgnum øldir. Men størstu tøkk­ina eigur Jóhan Hendrik, sum legði allar orðabókasendingarnar til rættis, tí hetta orða­savningararbeiði hansara er av sonn­um eitt lívsverk, sum gevur hon­um sess ímillum aðrar mætar orðasavnarar sum J.C. Svabo, Nico­lai Mohr, Jákup Jakobsen og Chr. Matras. Danska skaldkonan Ingeborg Næstved hevur gjørt eina yrking, har ið fyrsta reglan byrj­ar við hesum vælkendu orðunum: Giv mig en blomst, mens jeg lever. Undir hesum orð­um býr hugsan átøk teirri í einum føroysk­um tiltaki, sum vit hava eftir Hans Dals­gaard sála úr Skálavík. Í 1968 fekk hann M.A. Jacobsens virðisløn, og tað gleddi hann ógvu­liga nógv. Í takkar­røð­uni, hann helt, fekst dømi um, hvussu væl og snøgt hann dugdi at taka til. Hann endaði við hesum orðum: Hentari er handartak manni livandi, enn lov, tá ið látin er. Góði Jóhan Hendrik! Við hesum nýtu orðum Hans Dalsgaards ynskja for­lag­ið Sprotin við Jonhardi Mikkelsen og eg sjávur tær hjartaliga til lukku á sjeyti og fimm ára føð­ing­ar­degi tínum í dag. Og við hesum orðum mínum fari eg at biðja teg at koma upp higar at taka ímóti tí fyrsta eintakinum av Orða­ bókini! Anfinnur Johansen livandi, enn lov, tá ið látin er« Anfinnur Johansen, lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur ritstjórnað bókini, og hann handaði Jóhan Hendriki fyrsta eintakið Mynd: Eirikur Lindenskov Børnini hjá Jóhan Hendriki, Hjørdis, Ingibjørg og Teitur við børnum Mynd: Eirikur Lindenskov