Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-22, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juni 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 VINN FERÐASEÐLAR Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Norski oljubýurin var í fjør mentanar­ høvuðs­staður í Europa. Býurin hevur óvanliga nógv listasøvn og søgulig støð Stavanger hevur ikki færri enn 40 ymisk listasøvn ella museum. Har finst alt frá vanligum søguligum søvnum til eitt sera áhugavert oljumuseum, ið greiðir frá allari norsku oljusøguni. Eitt av hesum søguligu søvnunum er Jernaldergarden. Talan er um trý hús frá jarnaldrinum, og tað, sum sermerkir Jernaldergarden er, at húsini eru endurreist á toftunum av upprunaligu húsunum. Opið er um summarið, og tá ber til at síggja, hvussu fólk tá í tíðini gjørdu síni amboð og hvussu tey matgjørdu. Eisini gamli býarparturin í Stavanger er eina vitjan verdur. Húsini er væl varðveitt, og býurin hevur fingið fleiri heiðursprógv fyri væl varðveitta gamla býin. Húsini eru hvíttmálað, og eisini rættiliga smá, og tí eru tað ikki barnafamiljur, sum búgva í húsunum í dag, men støk fólk ella støk pør. Húsini eru 173 í tali, og tey eru bygd seint í 1700-talinum og tíðliga í 1800-talinum, og gamli býarparturin var partur av trimum pilotverkætlanum í Noregi Arkitekturverndarárið 1975. Fleiri søvn og museum liggja í gamla býarpartinum, eitt nú Norsk Hermetikkmuseum, sum heldur til í einari gamlari hermetikk fabrikk. Av øðrum museum kunnu nevnast Norsk Barnemuseum, Stavanger Sjøfartsmuseum, Rogaland Krigshistorisk museum, Rogalands Bilmuseum, Vitengarden og Vitenfabrikken, sum eru øðrvísi museum, ið varpa ljós á samanrenningina millum list, tøkni og vitenskap. Stavanger hevur sjálvandi eisini fleiri søgulig støð, sum til dømis Sverd i Fjell. Talan er um trý risa svørð, sum standa í helluni oman móti sjónum við Hafrsfjørðin. Søgan sigur, at tað var har, at Haraldur Hárfagri savnaði tær tríggjar kongsættirnar undir eina og gjørdi Noregi til eitt kongaríki í 872. Tey trý svørini standa fyri friði, eind og frælsi. Svørð úr ymsum pørtum av Noregi eru grundarlagið undir standmyndini, sum Fritz Røed hevur gjørt, og sum Haraldur kongur avdúkaði í 1983. Eisini finnast 12 kirkjur í økinum við Stavanger Domkirke sum tað størstu. Tað sigst eisini, at júst Stavanger Domkirke var fyrimyndin fyri Múrinum í Kirkjubø. Nærhendis Stavanger finst eisini kanska kendasta ferðafólka attraktión í øllum Noregi, nevniliga Preikestolen. Talan er um eitt 600 metra høgt forberg, har fallskýggja loyparar fyrr plagdu at loypa útav. Hetta er kortini ikki lógligt, og hendir tí sjáldan longur. Hetta er ein longri túrur, einar tríggjar tímar við bili og síðani 3 tímar til gongu. Eitt annað væl vitjað stað í økinum, er Kjerag. Staðið er kent fyri tvær fjallasíður við einum stórum kletti kroystum føstum millum fjallasíðurnar. Eisini ein longri útferð. Saman um tikið hevur Stavanger óvanliga nógv at bjóða ferðafólki, so eru tað upplivingar, ið standa á skránni, er norski oljubýurin eitt gott boð. Stavanger – mentanar­høvuðsstaður Vika 25: Leiðin til London 8 síður við spenn­ andi tilfari um summar