mánadagur 22. juni 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 116 • 22. juni 2009
2
Í døgunum 26. juni
til 5. juli verður
Stavanger vertur
fyri heimsmeistara
kappingini í beach
volley
Stavanger skapar karmin um
heimsraðar kappingina einaferð um
árið, men frá seint í juni og nakað
inn í juli verður sjálv HM kappingin í
beachvolley hildin í Stavanger.
Trý stór øki mitt inni í býnum
verða dýkt undir í sandi, og so verða
dystirnir leikir har.
Noregi er eitt av góðu beachvolley
londunum, og hava bæði á kvinnu-
og harrasíðuni góð pør. Eitt nú
gjørdist eitt kvinnuligt par nummar
fimm í kappingini í Suðurkorea næst
seinasta vikuskifti.
Slíkar beachvolley kappingar verða
hildnar nærum hvørt vikuskifti runt
um í heiminum, og ítrótturin er eisini
við í Olympisku skránni.
Fyrireikingarnar til HM í beach
volley í Stavanger hava verið í
eina tíð longu, og í farnu viku var
forsetin fyri FIVB (felagsskapurin fyri
beachvolley), italiumaðurin, Angelo
Squeo, í Stavanger fyri triðju ferð at
fylgja við í, hvussu fyrireikingarnar
ganga.
Til tess at skapa áhuga fyri
kappingini var ætlanin at spæla
ein uppvísingardyst uppi á sjálvum
Preikestolen, men fylkismaðurin fyri
Rogaland forðaði fyri hesum, og tað
harmaði Squeo almikið.
Tað er einki at ivast í, at hesar
báðar smáu tvær vikurnar verða eitt
upplivilsi vert, tí nú ber til at síggja
heimsins bestu beachvolley spælarar,
sum bert verða ein góðan tíma
flúgving burturi.
Gladmat
Eitt annað og afturvendandi tiltak
er matfestivalurin Gladmat, sum
á hvørjum ári verður hildin á
keiøkinum við Vaagen.
Bestu kokkarnir steikja og kóka
mat, sum verður borðreiddur á
einum longum borði á keiøkinum.
Dentur verður lagdur á mat –
sum heitið sigur – og á mentan.
Endamálið er at fremja áhugan fyri
mati og mentan.
Í ár verður luttakaratalið í Gladmat
metstórt. Heilir 115 framsýnarar frá
20 londum verða við, og til ber at
smakka pakistanskan brúdleypsmat,
etiopiskt gastronomi, franskar sniglar
ella asiatiskar rættir, millum mangt
annað.
Fyrireikararnir leggja seg serliga
eftir at kunna servera altjóða rættir
og norskar serrættir í einari góðari
blanding.
Gladmat festivalurin verður í
døgunum 22. til 25. juli.
HM í beachvolley
Sandur verður lagdur út á trimum ymiskum støðum
í Stavanger, og síðani verður tað nýtt sum beach-
volley bani
Her á keiøkinum við
Vaagen verður eitt
langt borð sett upp, og
so kunnu fólk smakka
alskyns gastronomiskt
góðgæti frá Noregi og
stórum parti av verðini