hósdagur 18. oktober 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 201 - 18. oktober 2001
Nr. 201 - 18. oktober 2001
17
- Tekur eingin
ábyrgdina av haga-
gøtunum og vælir tær
um, steðgar ferða-
fólkaríðingin, sigur
Leif Berg, sum eigur
og rekur Berg-Hestar
FERÐAVINNA
Turið Kjølbro
Stríðið um hagagøturnar og
gomlu bygda- og varða-
gøturnar stendur við. Í
nógv ár hevur Leif Berg,
sum eigur og rekur Berg-
Hestar, baksast við almenn-
ar og kommunalar myndug-
leikar um, hvør eigur upp-
gávuna at hampa og væla
um gøturnar. Nógvar gøtur
ganga ígjøgnum privata
jørð, kommunala jørð og
festijørð. Uttan mun til tað
eru gøturnar fortreytirnar
fyri ríðingini hjá Berg-
Hestum, men tær flestu
gøturnar eru í so ringum
standi, at bæði fólk og ross
eru í stórum vanda fyri at
bróta seg sundur. Hendir
einki nakað skjótt, steðgar
ferðafólkaríðingin
hjá
Berg-Hestum.
- Tað ber ikki til at halda
fram undir verandi umstøð-
um. Gøturnar eru so vána-
ligar, at tað ber rætt og slætt
ikki til at ríða á teimum,
sigur Leif Berg.
Skapa fordømi
Síðani
Leif
Berg
var
frammi í fjølmiðlunum í
vár við málinum, er Tórs-
havnar býráð farið undir at
væla um og hampa tríggjar
gøtur, býráðið varðar av.
Og sum skilst eru pengar
bæði restina av hesum
árinum og komandi ár settir
av til at umvæla fleiri gøtur.
- Tað er avgjørt eitt
framstig, at hesar gøturnar
verða gjørdar og at býráðið
tekur hetta í álvara. Men
tíverri liggja gøturnar, sum
tað almenna eigur ábygdina
av, framvegis í órøkt og
eingi útlit eru fyri, at tær
verða hampaðar, sigur Leif
Berg.
Úr Vinnumálastýrinum
hevur Leif Berg fingið at
vita, at tey einki kunnu
gera, tí tey vilja ikki skapa
fordømi. Við øðrum orðum
er Vinnumálastýrið ikki
sinnað at væla um almennu
gøturnar, ríðingin hjá Berg-
Hestum er treytað av, tí so
koma onnur og krevja aðrar
og fleiri gøtur gjørdar.
- Spurningurin um, hvør
so skal gera hesar gøturnar,
er framvegis óloystur. Aðra
staðni syrgir tað almenna
fyri, at fortreytirnar fyri
ferðavinnu eru í lagi, tí tey
vita, at íløgurnar geva seg
fleiri ferðir aftur. Soleiðis
er hugsunarhátturin eftir
øllum at døma ikki her,
sigur Leif Berg.
Málið fløkt
Ferðaráðið hevur øll árini
verið kunnað um málið og
fingið áheitanir frá Leifi
Berg um at loysa málið. Í
vár lovaði stjórin á Ferða-
ráðnum, Heri Niclasen, at
hann vildi gera alt, hann var
mentur fyri at gongd kom á
málið. Nú lítið hálvt ár er
liðið síðani, sigur hann, at
aðrar uppgávur hava verið
hægri raðfestar, men at
hann framvegis arbeiðir við
málinum.
- Vit hava avgjørt ikki
slept málinum. Í vikuni
skulu vit hava fund við
formannin í byggi- og
býarskipanarnevndini
í
Tórshavnar býráð um málið
og síðani seta vit okkum í
samband við Vinnumála-
stýrið saman við Leifi
Berg. Ríðingin má undir
ongum umstøðum detta
niðurfyri. Ferðaráðið kann
ikki sjálvt seta pengar av til
at gera gøturnar aftur. Fái
eg sama svar sum Leif Berg
hevur fingið frá Vinnu-
málastýrinum, dugi eg ikki
at siga, hvat hendir. Málið
er ikki so einfalt, tá ið
nógvir partar eru uppií,
sigur Heri Niclasen, stjóri á
Ferðaráð Føroya.
Leif Berg hevur áður
skotið upp fyri kommu-
nalum
og
almennum
myndugleikum, at nakrar
gøtur verða gjørdar um árið
til allar eru umvældar og
hampaðar.
- Hetta eigur ikki at vera
so
tíðarkrevjandi
ella
kostnaðarmikið. Gøturnar
eru eisini eitt stórt aktiv hjá
øðrum, teimum, sum dámar
væl at ganga og súkkla eitt
nú. Og um ferðavinnan skal
rinda avgjald fyri at fáa
gøturnar gjørdar, hava vit
einki ímóti tí. Bara gongd
kemur á.
Níggju nýggir
brandmenn til
reiðar
LOKIÐ
BRANDSKEIÐ
Turið Kjølbro
Fríggjadagin fáa níggju
nýggir brandmenn hand-
að prógv á samkomu á
brandstøðini uppi við
Oyggjarvegin í Havn,
boðar Sløkkiliðið í Havn
frá. Fimm av hesum
níggju skulu starvast á
Brandstøðini í Havn,
tríggir í Kollafirði og ein
í Kirkjubø.
Nýggir brandmenn
Gøturnar framvegis
ongan góðan
Leif Berg, sum eigur og rekur Berg-Hestar, og Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
17
16