hósdagur 18. oktober 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 18. oktober 2001
19
Tað er framvegis ó-
vist, nær føroyski
álopsspælarin í FCK
verður førur fyri at
spæla aftur
Tað ber ikki til at siga
annað, enn at tað seinastu
mánaðirnar hevur gingið alt
annað enn væl hjá Toda
Jónsson.
Í kvøld klokkan 17.30
føroyska tíð fer FCK at
spæla í UEFA Cup í Park-
ini. Og júst sum hinar báðar
ferðirnar, tá FCK í hesum
kappingarárinum
hevur
spælt í Europa Cup í Park-
ini, so verður Todi Jónsson
hesa ferð ikki á vøllinum,
men á áskoðaraplássunum.
–
Burtursæð
frá
í
september, tá eg spældi
fýra dystir, so havi eg
orsaka av skaðum verið
burtur frá liðnum síðani
fyrst í juni, og tað er rættu-
liga frustrerandi, sigur Todi
Jónsson
á
heimasíðuni
todi.fo.
Síðstu vikurnar hevur
ætlanin verið, at Todi skuldi
royna seg. Fyrst í oktober
var tað í Øresunds Cup,
sum er kapping millum
næstbestu liðini hjá eitt nú
Malmø FF og FCK. Tað
eydnaðist ikki. So var ætl-
anin, at Todi skudi spæla
við í Super Cup ímóti
Silkeborg, men tað eydn-
aðist heldur ikki.
– Eg taki ein dag í senn.
Eg venji tað, sum skal til,
og so má tíðin vísa, nær tað
fer at bera til at spæla aftur,
er skilagóði hugburðurin
hjá Toda Jónsson.
Spennandi avbjóðing
At Todi iðrar seg um, at
hann ikki er tøkur, nú FCK
aftur skal spæla í Europa
Cup, er einki at siga til. Tí
avbjóðingin hjá FCK í
kvøld er sera spennandi.
Ajax
Amsterdam
er
oddalið í hollendsku lands-
kappingini. Teir hava ikki
tapt í hesum kappingar-
árinum, og teir eru seks stig
frammanfyri
Feyenoord,
sum er næstfremst.
Ajax hevur tey seinastu
árini ikki verið í sama
europeiska flokki, sum teir
ofta áður hava verið. Tað
sást m. a. í, at tað fyrr í
heyst miseydnaðist teimum
at kvalifisera seg til Europa
Cup
fyri
meistaralið.
Samanlagt taptu teir 3–2
ímóti skotska Celtic. Men
nú verður kortini roknað
við, at Ajax, sum altíð
hevur verið tiltikið fyri at
spæla
álopskendan
og
hugflogsríkan fótbólt, er á
veg aftur á toppin, og
úrslitini í landskappingini
higartil benda á, at tað
orduliga gongur rætta veg-
in.
Todi hevur eina ferð
spælt ímóti Ajax Amster-
dam. Á sumri í 1998
spældu FCK og Ajax venj-
ingardyst
í
Parkini.
Hollendska liðið vann 4–2.
Tey, sum sóu dystin í
Eurosport, minnast iva-
leyst, at Todi misnýtti ein
ógvuliga stóran málmøgu-
leika.
Glæsiliga søgu
Ajax Amsterdam er eitt av
teimum europeisku feløg-
unum, sum tey seinastu
tredivu árini hevur vunnið
mest, og sum hevur havt
nakrar av bestu og kendastu
spælarunum.
Hagtølini siga, at Ajax
hevur verið hollendskur
meistari 28 ferðir. Teir hava
fjúrtan
ferðir
vunnið
heimligu steypakappingina.
Níggju ferðir hava teir
vunnið Europa Cup, og
tvær ferðir hava teir vunnið
heimsmeistarakappingina
fyri lið.
Tá tað kemur til spælarar,
so hugsa tey flestu ivaleyst
fyrst um Johan Cruyff, sum
var høvuðsspælarin, tá liðið
í
sjeyti
árunum
vann
Europa Cup fyri meistarar
tríggjar ferðir á rað, og sum
var liðformaður á lands-
liðnum, sum í 1974 vísti
mest undirhaldandi avrik-
ini, men kortini tapti final-
una í HM endaspælinum,
sum varð spæld í Vest-
urtýskalandi. Á olympiska
vøllinum í München vunnu
vertirnir 2–1.
Men tað er eingin endi á
øðrum fínum spælarum,
sum hava spælt við Ajax.
Úr røðini kunnu vit nevna
Neeskens, Kroll, Gullit,
van
Basten,
Rijkaard,
Kluivert og finska Lit-
manen. Og so hava fleiri av
bestu donsku fótbóltsspæl-
arunum spælt við Ajax.
Frank Arnesen og Søren
Lerby vóru bara 16 ára
gamlir, tá teir tíðliga í sjeyti
árunum fóru til Amster-
dam, og síðani hava t. d.
Henning Jensen, Michael
Laudrup og Jesper Grøn-
kjær spælt í Ajax, har
núverandi danski landsliðs-
venjarin, Morten Olsen,
hevur verið venjari.
Glæsiliga søgan og stóra
danska íslettið í Ajax
munnu borga fyri, at áhugin
fyri dystinum í Parkini í
kvøld er stórur. Dysturin
verður vístur á TV3+ rásini.
Fernandez tøkur
Upp undir stóra dystin hev-
ur í donskum fjølmiðlum
verið gjørt nógv burturúr,
at FCK hevur verið so
skert, tá tað viðvíkur álops-
spælarum.
Fótbóltshugaðir føroy-
ingar halda sjálvandi, at tað
er sera spell, at Todi
Jónsson ikki er tøkur. Tað
halda tey eisini í FCK. Men
samstundis fegnast tey um,
at Heine Fernandez verður
førur fyri at spæla. Hann
hevur verið skaddur í fleiri
vikur, og teir ivaðust í, um
hann yvirhøvur fór at verða
førur fyri at spæla fótbólt
aftur. Men í fyrradagin var
greitt, at maðurin, sum
skoraði øll fýra málini, tá
FCK sendi jugoslaviska
Obilic úr UEFA kappingini,
verður førur fyri at spæla
ímóti Ajax Amsterdam.
Liðkappingin
BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen
FM kappingin fyri lið
Fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið verður leikt í
Bridgehúsinum í Havn vikuskiftið 2. og 3. november.
Í 1.deild leika tey 6 liðini, sum kvalifiseraðu seg í fjør.
Hesi vóru:
Allan Dal-Christiansen, Farodane, Símin Lassaberg,
Carl Mikkelsen, Hanus Bærentsen og Jóna Grunnveit.
Tað er ikki óvanligt, at lið broyta navn. Liðini bera
antin navn eftir liðskipara ella sponsori. Liðið hjá
Farodane hevur fingið nýggjan sponsor og eitur nú
Junior BussTaxi. Vit frætta seinni, um nakað av hinum
liðunum eisini hevur broytt navn.
Til kappingina í 2.deild er frí tilmelding. Í fjør leiktu 8
lið í aðru deild. Tann nýggi kappingarleiðarin hjá FBS,
Marjun Restorff, heitir á øll, ið ætla sær at spæla við í
liðkappingini komandi vetur, at seta seg í samband við
seg á telefon 319142 í seinasta lagi 22. oktober.
Skráin fyri kappingarárið hjá FBS kemur í Sosialin
komandi viku, men hon verður eisini at síggja á
heimasíðuni hjá Havnar Bridgefelag: www.bridge.fo
Nevndin hjá FBS hevur skipað seg soleiðis:
Mortan Rasmussen, formaður
Carl Mikkelsen, kassameistari
Finn Ougaard, skrivari
Marjun Restorff, kappingarleiðari
Kaj Alstrup
Opið hús sunnudagar
Fyri nøkrum árum síðan var opið hús í Bridgehúsinum
sunnudagar við góðari undirtøku. Hetta datt seinni
niðurfyri, men nú kemur gongd í aftur. Tað eru Rói á
Rógvu Joensen og Johannes Skaarup, sum fyri
Bridgehúsið hava sett sær fyri at fáa gongd í aftur hetta
tiltakið. Opið hús verður í Bridgehúsinum komandi
sunnudag kl. 14.00, og ætlanin er, at folk ongantíð skulu
koma til læstar dyr í Bridgehúsinum sunnudag í vetur.
Kollfirðingar í Vági
Suður gevari
Allir í hættu
Norður
Sp 4
Hj K76
Rú K9865
Kl 10954
Vestur
Eystur
Sp AK106542
Sp J98
Hj QJ984
Hj A10532
Rú 7
Rú Q
Kl -
Kl KJ32
Suður
Sp Q7
Hj -
Rú AJ10432
Kl AQ876
V
N
E
S
-
-
-
1rú
3rú?
3sp!
pass
4kl
pass
pass?
4hj
5kl
5hj
5sp?
D
6kl
pass
pass
D
pass
pass
pass
Tað er Fríðhild Petersen úr Kollafirði, sum situr í Sunnan
stólinum. Spælið er frá einari bridgeútferð í Vági, og er
sera trupult at melda, serliga um tit ikki eru von at spæla
saman. Norður og Suður hava 6rú og 6kl í kortunum við
einans 19 hp, og Eystur og Vestur hava 6sp og 6hj í
sínum kortum.
Sunnan opnar við 1rú. Hvat skal Vestur melda? Vestur
stendur seg best við at melda 1sp inn, men her valdi hann
at melda 3rú, sum er Københavner-konventionen og vísir
minst 5-5 í báðum teimum hægstu ómeldaðu litunum.
Norðan meldar 3sp — bluff!! Hann veit, at E-V ikki
hava spælt saman áður, og roynir at koyra grús í
maskinaríið. Eystur visti ikki síni livandi ráð, so hann
meldaði bara pass. Sunnan meldar 4kl, sum er natúrligt,
og Vestur meldar pass fyri at síggja, hvussu leikur ferð.
Norðan meldar pass — kanska átti hann her at sagt 5kl.
Nú kemur loksins Eystur upp í leikin við 4hj. Tá
roykurin hevði lagt seg, skuldi Sunnan spæla 6kl, sum
Eystan duplaði.
Mótspælið byrjaði við at taka spA og helt fram við
hjQ, sum Sunnan trumfaði. Hon trumfaði spQ á borð-
inum og spældi kl10, sum Eystur dekkaði við dreingin-
um. Fríðhild fekk fyri klQ, spældi seg út á borðið aftur
uppá rúK og klípti allan trumfin burtur úr Eystan. 12
stikk!
Todi ikki við móti Ajax
Í vetur fer Bridgehúsið aftur at verða opið sunnudagar, og er
Rói á Rógvu Joensen, sum her sæst høgrumegin, ein av
teimum, sum hevur tikið stig til hetta
19
18
Nr. 201 - 18. oktober 2001
Formaðurin í FSF
harmast um, at støðu-
takanin hjá Føroyum
í nýggju treytunum
fyri limaskap í UEFA
kann skiljast soleiðis,
at FSF arbeiðir ímóti
einum møguligum
grønlendskum lima-
skapi í fótbóltssam-
gonguni.
ALTJÓÐA FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað hevur skapt eitt sindur
av øsing í føroyska fót-
bóltsheiminum, at FSF
herfyri atkvøddi fyri einum
uppskoti frá UEFA, sum
ikki loyvir nýggjum limum,
um so er, at hesi lond ikki
eru limir í ST. Øsingin
stavar ikki minst frá, at
Føroyskur fótbóltur seinnu
árini hevur notið gott av, at
Føroyar gjørdust aljtóða
limir. Hetta hóast vit ikki
nakran
tíð
hava
havt
sjálvstøðugan limaskap í
ST.
Fingu ein trupulleika
At FSF atkvøddi fyri hes-
um uppskotinum, kann
helst skiljast soleiðis, at nú
Føroyar eru vorðnar limir í
altjóða fótbóltssamgong-
uni, so leggja umboð okk-
ara nú vertin á, um eitt nú
Grønland ikki fær hendan
møguleikan. Ikki minst, tá
ríkisrættarligu
støðurnar
hjá okkum og Grønlend-
ingum eru ikki sørt mein-
líkar.
Torleif Sigurðsson, for-
maður í FSF, sigur sum
viðmerking til hetta, at
støðan hjá FSF í hesum
málinum eigur at síggjast í
ljósinum av heilt øðrum
spurningum, og ikki sum
ein spurningur um, hvørt
vit eru fyri ella ímóti
grønlendskum limaskapi.
- Seinnu árini hava bæði
FIFA og UEFA fingið ein
trupulleika, tí tað eru ein
ørgrynna av smærri tjóð-
um, sum hava havt eitt
ynski um at gerast sjálv-
støðugir limir í hesum sam-
gongum, og harvið fáa ein
part av altjóða fótbóltskøk-
uni. At byrja við var serliga
FIFA lagaligt í viðgerðini
av hesum spurninginum,
men teir eru komnir mest
sum í neyð av hesum, og tí
varð gjørt av at endurskoða
upptøkutreytirnar.
- Til at gera hetta, hava
UEFA og FIFA sett ein
arbeiðsbólk, og úrslitið hjá
hesum bólkinum var eitt
álit, og var tað hetta, sum
var til viðgerar á eykaaðal-
fundinum
hjá
UEFA
herfyri.
Ikki ímóti Grønlandi
Torleif sigur víðari, at tað
er ræt, at FSF atkvøddi fyri
hesum uppskoti, men tað
hevði so einki at gera við,
hvørt FSF er fyri ella ímóti,
at aðrar smátjóðir fáa sama
møguleika, sum Føroyar
hava fingið í hesum sam-
bandinum.
- Støðan hjá okkum er í
stuttum tann, at vit eru
einasta land í nýggjari tíð,
sum er vorðið limur í
UEFA, hóast vit ikki eru
ein sjálvstøðug tjóð. Tað
eru bert londini í Stóra-
bretlandi, sum eru í eini
líknandi støðu, og hesi hava
alla tíðina verið limir í
UEFA.
- Í nýggja álitinum, sum
UEFA nú hevur samtykt,
verða greiðar treytir settar
fyri upptøku av nýggjum
limalondum, men sam-
stundis verður í lógini stað-
fest, at Føroyar og oman-
fyristandandi limir í enska
kongaríkinum
framhald-
andi eru limir í UEFA.
Hetta er gjørt fyri at tryggja
limaskapin
hjá
hesum
londum, og tað haldi eg
vera sera flott gjørt av
UEFA mótvegis okkum. Eg
kann í hesum sambandi
nevna, at tað ikki eru so
nógv ár síðani, at skotið
varð upp, at Ongland bert
kundi taka lut við einum
landi, men hetta uppskotið
varð tó felt.
- Harafturat skal eisini
havast í huga, hvussu lítlar
Føroyar eru í hesum sam-
bandi. Øll limalondini vóru
samd um nýggju upptøku-
reglurnar, og tað er heilt
víst, at settu vit okkum
ímóti hesum, høvdu vit
samstundis biðið um at
verið tveittir úr UEFA, og
um tað hendi, so ivist eg
ikki í, at ágangurin móti
okkum hevði verið nakað
væl harðari, enn hann er í
løtuni.
- Eisini kann málið snar-
ast á høvdinum, tí um so er,
at UEFA og FIFA fram-
haldandi hildu á fram at
taka smátjóðir við í lima-
skaran, so hevði hetta heilt
víst fingið avleiðingar fyri
okkara møguleikar at takast
við tey stóru. Tað hava ofta
verið røddir frammi um, at
lítlu tjóðirnar einki hava at
gera í hesum sambandi, og
við einum øktum limatali
vildu hesar røddir blivið
alsamt harðari. Avleiðingin
hevði verið, at lítlu tjóð-
irnar vórðu koyrdar í bólk
fyri seg uttan møguleika at
takast við tey stóru. Sostatt
høvdu vit bert hitt lond sum
Luksemburg,
Malta,
Liktenstein og líknandi, og
hetta hevði ikki verið eins
eggjandi ella mennandi hjá
leikarum okkara, og ikki
minst hevði hetta minkað
munandi um fíggjarligu
møguleikarnar hjá okkum
at vera við.
Eru ikki líkar
Annars vísir FSF-formað-
urin eisini á, at hóast
Føroyar og Grønland í
nógvar mátar eru í somu
støðu, so er ein ávísur mun-
ur tó á.
- Fyrst og fremst er tað
tann munurin, at vit altíð
hava skipað fyri okkara
egnu
kappingum
her
heima. Hetta var eitt argu-
ment, sum nýttu nógv, tá vit
í sínari tíð stríddust fyri
altjóða viðurkenning. Vit
vístu á, at vit ongan tíð hava
verið limir í DBU ella DIF,
og at vit høvdu okkara egnu
skipan at kappast eftir.
- Við allari virðing fyri
Grønlandi, so er støðan á
hesum øki ikki tann sama
hjá teimum. Teir eru limir í
DBU,
og
landskapping
teirra er als ikki skipað sum
her hjá okkum, men fer
ístaðin
fram
sum
ein
stevna, sum verður av-
greidd yvir heilt fáar dagar.
- Og lat meg at enda eis-
ini siga, at eg eisini haldi
mun vera á ítróttarligu
støðuni hjá okkum og
Grønlandingum. Nú skal eg
sjálvandi ansa eftir, at tað
ikki verður tikið sum ein
provokatión, men eg meti
støði á føroyskum fótbólti
at vera væl hægri enn tað
grønlendska. Áðrenn vit
fóru við til eina undan-
kapping, høvdu vit vunnið
sannførandi á Oyggjaleik-
unum, og til samanberingar
kann nevnast, at Grønland
endaði í niðaru hálvu av
teimum londum, sum vóru
á leikunum hesa ferð.
- Vit hava alla tíðina sett
okkum sum treyt, at skulu
vit vera við, skal hetta vera
bæði fíggjarliga og ítróttar-
liga forsvarligt, og vit hava
eisini tikið avleiðingarnar,
tá hetta ikki hevur verið so.
Eitt nú tóku vit fyribils
kvinnulandsliðið úr altjóða
kappingum, tá vit frá fleiri
síðum fingu tað skoðsmál,
at vit høvdu veikasta
kvinnulandslið í UEFA, og
løgdu tá heldur dent á at
arbeiða við U-landsliðnum
hjá kvinnum, soleiðis at
ítróttarligu møguleikarnir
framyvir skuldu mennast.
- Lat meg at enda siga, at
tað harmar meg almikið, at
støðutakan okkara á aðal-
fundinum
av
summum
verður tikið sum eitt tekin
um ósolidariskan atburð
móti grannum okkara, og
eg vóni, at tey sjónar-
miðini, sum eg nú havi ført
fram, kunnu geva eitt betri
innlit í, hví FSF hevur valt
at tikið hesa støðu, sigur
formaðurin í FSF at enda.
- Øll limalondini vóru samd um nýggju upptøkureglurnar, og
tað er heilt víst, at settu vit okkum ímóti hesum, høvdu vit
samstundis biðið um at verið tveittir úr UEFA, sigur
formaðurin í FSF millum annað um avgerðina á UEFA-
aðalfundinum
Skal ikki misskiljast
C
M
Y
K
18
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!