Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 117 - 23. juni 2009 Kent Kirk fer frá Fyrrverandi danski fiskimálaráðharrin Kent Kirk, sum er hálvur føroyingur, hevur lagt frá sær sum formaður í tí konservativa bólkinum í Region Syddanmark, sum umfatar Fyn og syðra part av Jyllandi. Kent Kirk sigur við danska kringvarpið, at tíðin er komin til at lata aðrar kreftir sleppa framat, áðrenn tann konservativi flokkurin skal stilla upp til lokalvalið, sum verður í heyst. Kent Kirk, sum er ættaður úr Esbjerg, er hálvur oyndfirðingur, haðani mamma hansara var ættað. Slapp undan stórari bót Ein bretskur fiskimaður, sum fekk 40 milliónir krónur í bót fyri at hava falsað avreiðingarseðlar, sleppur nú undan at gjalda bótina, sigur BBC. Maðurin viðgekk seg sekan í at hava skrivað onnur fiskasløg enn tey, sum hann í veruleikanum hevði fiskað. Hetta hevði hann gjørt í 37 førum, men kortini slapp hann undan at rinda bótina, tí myndugleikarnir, sum meldaðu hann, vóru í iva um, hvussu ofta maðurin hevði brotið reglurnar. Tað gjørdi, at maðurin slapp undan at rinda ta stóru bótina. Rættarmálið ímóti manninum vakti stóran ans, tí ákæruvaldið ákærdi hann eftir einari lógargrein, sum millum annað umfatar rúsevnasmugling og fíggjarligt svik. Ætlanin at leggja tey bæði kommunu­ feløgini saman er útsett, tí tey vilja hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við kommunu­ num Samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at ætlanin at leggja tey bæði kommu­ nufeløgini saman, er útsett í óasetta tíð. Tey bæði kommunufeløg­ ini, Kommunusamskipan Føroya, KSF, sum umboðar tær stóru kommunurnar og Sands Kommunu, og Før­ oya Kommunufelag, sum um­boðar tær smærru komm­unurnar, hava leingi arbeitt við eini ætlan at leggja bæði feløgini saman í eitt felag. Herfyri ljóðaði, at saman­ leggingin var komin heilt undir land. Men nú er greitt, at ætl­ anin er útsett í óasetta tíð og tað verður í øllum førum ikki í ár, at nøkur saman­ legging verður. Tað eru serliga tvær or­søkir til, at samanlegging­ in er útsett. Bæði Heðin Mortensen, formaður KSF, og Asbjørn J. Djurhuus, formaður í Før­oya Kommunufelag, siga, at orsøkin til út­ setingina er, at feløgini vilja bíða eftir at fáa eina greiða fráboðan frá landsstýrinum um, hvørjar ætlanir eru við leggja kommunur saman og hvussu ábyrgdarbýtið skal vera ímillum landið og kommunurnar. Tað er ein spurningur, sum landsstýrið viðgerð í løtuni og í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur settur, sum arbeiðir við øllum kommunubygnaðinum og hann skal verða liðugur seinni í summar. Men semja er eisini ímill­ um tey bæði komm­unu­ feløgini um, at bíða við saman­leggingini, til allir teir nýggju kommunu­stýris­ limirnar, sum vórðu valdir á kommunuvalinum í heyst hava fingið høvi til at seta seg inn í málið. Eftir summarfrítíðina fara umboð fyri KSF og Kommunufelagið sostatt at ferðast kring landið at kunna kommunu­stýris­lim­ ir­nar um, hvat ein saman­ legging ber í sær. Har fáa kommmunustýris­ limirnir eina frágreiðing um, hvat tað ber í sær fyri hvørja einstaku kommunu og hvørt einstakt øki, at feløgini leggja saman. Vald og fólkatal Í sambandi við saman­ leggingina hevur ein av ivaspurningunum verið um, hvussu stórt vald og hvussu nógvar atkvøður í stýrinum og á aðalfundinum, at tær ymsu kommunurnar skulu hava. Heðin Mortensen vísir á, at sum er, betala kommunur­ nar limagjald í feløgunum eftir fólkatalinum og hann heldur, at valdsbýtið í ein­ um samanløgum kommunu­ felag, má eisini onkusverga avspegla fólkatalið. Hinvegin hevur talan verið um, at tað skulu í mesta lagi vera 13 limir í stýrinum fyri tað saman­ lagda felagið og sostatt er tað greitt, at sum kommunu­ bygnaðurin er nú, verða tað ikki allar kommunurnar, sum verða umboðaðar í stýri­num. - Vit búgva 20.000 fólk í Tórshavnar Kommunu og tað má onkusvegna av­spegl­ ast í tí nýggja felagnum, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann nevnir at við tað, at Tórshavnar Kommuna er so stór, bealir hon eisini næstan helvtina av teimum gjøldum, sum verða álagdar og tí vil høvuðs­staðar­ kommunan eisini hava eitt orð at siga, tá ið útreiðslur verða álagdar. Tí verður tað neyðugt at finna útav, hvussu tey ymsu økini skulu skipa seg innan­ hýsis um at velja felags limir í stýrið. Asbjørn J. Djurhuus stað­ festir, at semja er framvegis um at leggja saman, men semja er eisini um at taka sær tað tíð, sum er neyðug fyri at fáa undirtøku fyri samanleggingini, so at ikki alt dettur á gólvið, bara tí, at samanleggingin skal skund­ast ígjøgnum. Ætlanin at leggja tey bæði kommunufeløgini saman verður av ongum í ár. Ein ivaspurningur er, hvussu stórt vald Tórshavnar Kommuna skal hava í samanlagda felagsskapinum Nevndin, sum lands­ stýrið hevur sett at útgreina komm­unu­ bygnaðin, verður ikki liðug á ólavsøku, sum ætlað Kommunu­ bygnaður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at nevndin, sum Annika Olsen, lands­ stýriskvinna í inn­lendis­ málum, setti í vetur at kanna, hvussu framtíðar komm­unubygnaðurin skal síggja út, verður ikki lið­ ugur til tíðina. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at nevndin skuldi vera liðug á Ólav­ søku, men nú hevur hon ásannað, at tað fer ikki at eydnast. Nevndin kannar allan kommunubygnaðin og sostatt eisini, hvussu nógvar kommunur eiga at vera í framtíðini og hvørji mál­ søki, kommunurnar skulu umsita og, hvussu ábyrgd­ ar­býtið annars skal vera ímillum landið og komm­ ununa. Hilmar Høgenni í inn­ lendis­mála­ráðnum stað­fest­ ir, at arbeiðs­setn­ing­urin er so umfatandi, at tað fer ikki at eydnast nevndini at verða ligug til upprunaliga ásettu tíðina. Tí fer nevndin at biðja um eina longda freist til at gera álitið liðugt. Hann veit ikki enn, hvusu long tíð fer at ganga afturat, men talan verður um nakrar mánaðir. Annika Olsen fer at kunna landsstýrið um støð­ una og so verður ein ein nýggj tíðarætlan løgd fyri arbeiðið hjá nevndini. Sostatt mugu kommunur kring landið brynja seg við toli í eina tíð afturat. Og tað eru nógvar kommunur, sum bíða spentar eftir úrslitinum. Eitt nú kommunurnar í Suðuroy, har tað er greitt, at spurningurin um at leggja kommunur saman, verður ikki tikin upp aftur, fyrrenn kommununevndin er liðug og tað er greitt, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við kommununum, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroy og, hvørji málsøki, kommunurnar skulu umsita. Tað eru eisini onnur kommunal samstørv, sum bíða eftir kommunu­nevnd­ ini, eitt nú kann tað fáa týdning fyri, hvat sam­ starvs­øki Vestmanna og Kví­vík skulu upp í. Kommununevndin ikki liðug á ólavsøku Samanlegg­ing bíðar eftir lands­stýrinum