Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 117 - 23. juni 2009 Tikin fyri eld í vøggustovu Í Meksiko hevur ákæruvaldið skuldsett níggju almenn starvsfólk fyri óviljað manndráp í sambandi við ein eldsbruna í einari vøggustovu, sum kostaði 47 børnum lívið. Samstundis hevur løgreglan fingið boð um at handtaka níggju onnur fólk, sum hvurvu aftan á eldsbrunan. Kanningar benda á, at neistar frá einari hitaskipan festu í vøggustovuna, og tað er eisini staðfest, at vøggustovan hevði onga eldávaringarskipan og heldur onga sløkkiútgerð. Tað var tann 5. juni, at eldur kom í vøggustovuna. 30 børn doyðú beinanvegin, og 17 doyðu seinni. Meksikanskir fjøklmiðlar skriva, at 142 børn vóru í vøggustovuni, sum var knappar 150 fermetrar. Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður, heldur ikki, at grøn­ lendingum nýtist at bíða so leingi eftir fullveldinum Grønland sjálvstýri Árni Joensen: arni@sosialurin.fo - Eftir mínum tykki er tað ikki óhugsandi, at Grønland verður ført fyri at standa á egnum beinum fíggjarliga innan fyri tey næstu 10 til 15 árini, og so er fyritreytin fyri fullveldi til staðar. Tað sigur Lars Emil Johan­ sen, fólkatingsmaður, við kring­varpið KNR. Hann sig­ ur seg kortini vóna, at Grøn­ land og Danmark kunnu reka ein felags uttan­ríkis- og trygdarpolitikk sum tveir javnbjóðis partar. Her­um­ framt kundu part­arnir fingið ágóða av einum øðrvísi sam­ starvi innan út­búgv­ingar­ økið, heldur hann. Lars Emil Johansen legg­ ur dent á, at tað ber til at koma langt við sam­ráð­ing­ um. Samráðingarnar, sum hava verið handan læstar dyr um grønlendskt sjálv­ stýri, hava verið harðar og bersøgnar, men kortini í ein­ um jaligum anda. - Tey tøttu bondini millum Grønland og Danmark eru ikki bara søgulig og ment­an­ ar­lig, men fyrst og fremst bio­logisk. Dønum dámar eis­ini væl at vitja tær enda­ leysu víddirnar og ta stór­ slignu náttúruna í Grøn­ landi. Hinvegin kenna grøn­ lend­ingar seg væl í tí væl skip­aða Danmartk, og veð­ ur­lagið ger sítt. Hesi tøttu bond kunnu ongar politiskar fyri­skipanir oyðileggja, sig­ ur Lars Emil Johansen við KNR. Grønland sjálvberandi búskap um góð 10 ár Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður, er bjartskygdur um framtíð Grønlands Mynd: KNR -Grønland er á veg ímóti fullveldi, men eg vil hvørki seta dag ella ár á enn, sigur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður Grønland sjálvstýri Árni Joensen: arni@sosialurin.fo - Eg eri fullkomiliga sann­ førdur um, at Grønland er á veg ímóti fullveldi, men eg vil ikki seta dag ella ár á enn. Kuupik Kleist, lands­stýri­s­ ­formaður, er ikki í iva um, at grønlendingar fara at víðka tað sjálvstýri, sum teir nú hava fingið, og at málið er fullveldi, sum skal byggja á ein sjálvberandi búskap. Men á tíðindafundi í Nuuk fyrradagin vildi hann ikki koma við einum boði uppá, nær fullveldið kemur. -Tað tekur ta tíð, sum tað tekur einum fólki at gróðu­ seta og menna kravið um at fáa sítt egna sjálvstøðuga ríki. Eftir mínum tykki er hetta ikki nakað, sum kann áleggjast úr erva. Tað eru fleiri fyritreytir, sum skulu lúkast, áðrenn fullveldi kann gerast veruleiki, og tann týdningarmesta er, at fólk­ið sjálvt kemur til ta kenslu og niðurstøðu, at nú er tíðin búgvin til fullkomið frælsi. Okkara uppgáva er nú at fáa sjálvstýrið at virka, og síðani kunnu vit hittast aftur at gera av, hvat næsta stigið skal verða, segði tann nývaldi lands­ stýr­is­formaðurin. Nærri USA Kuupik Kleist segði, at tað nýggja landsstýrið fer at taka stig til at bøta um við­ urskiftini millum Grønland og USA. Hann segði at hó­ast viðurskiftini millum londini bæði hava ofta verið køld orsakað av herstøðini í Thule, hevur tað altíð borið til at finna semju. Hann upp­lýsti, at landsstýrið fer at seta seg í samband við amerikonsku myndug­leik­ar­ nar um nakrar mánaðir við tí fyri euga at økja sam­ starvið innan eitt nú handil og mentan. - Okkum tørvar at lata upp hurðar og at knýta sam­ band við so nógvar tjóðir, sum til ber. Grønland er lut­ takari í altjóða samfelagnum, segði Kuupik Kleist. Hevur hvørki ásett dag ella ár fyri fullveldið - Dreymurin bleiv til veruleika, segði landsting­formaðurin Josef Motzfeldt, tá hann hevði fingið sjálvstýrislógina frá Margrethu drotning Grønland sjálvstýri Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað var landstings­formað­ urin, Josef Motzfeldt, sum tók ímóti sjálvstýrislógini, sum drotningin handaði hon­­um í tingsalinum fyrra­ partin sunnudagin. Við há­tíð­arborðhaldið seinni um dagin ásannaði ting­for­ mað­urin, at dagurin var serstakur. - Tað verður torført at sam­an­bera hendan dagin við nakran av hinum døg­ un­um, sum eg havi livað. Hetta er fyrst og fremst ein dagur, har vit øll kunnu kenna okkum sum javn­ bjóðis fólk. Vit eru vorðin samstarvsfelagar hjá Dan­ mark og øðrum londum, sum vit plaga at samráðast við. Stutt sagt hava vit tik­ið eitt munagott stig ímóti at víðka sjálvstýrið, segði Josef Motzfeldt í røðu síni. -Dreymar kunnu gerast veruleiki, men sjálvstýrið er ikki ein ókeypis gáva. Framtíðin fer at krevja meiri av okkum og øllum fólkinum, tí sjálvstýrið kemur ikki av sær sjálvum, men at krevja meiri arbeiði og størri ábyrgd, segði tingformaðurin. Sjálvstýrið kemur ikki av sær sjálvum Josef Motzfeldt er formaður í Landstinginum Mynd: KNR Lars Løkke Rasmussen, Kuupik Kleist og Heindrikur prinsur til hátíðarhaldið sunnudagin Mynd: KNR