týsdagur 23. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 117 - 23. juni 2009
Fara í felag at menna
og fáa meiri varandi
orku inn á føroyska
elnetið og harvið
eisini menna alheims
loysnirnar á hesum
øki. Føroyar verða
miðdepil í hesum
arbeiði sum royndar
øki
SAMSTARV
Leo Poujlsen
leo@sosialurin.fo
Elfelagið SEV og danska
orkufelagið DONG Energy
hava fyrrapartin skrivað
undir eina samstarvsavtalu
undir heitinum GRANI.
Í føroyskari og norður
lendskari
mentanarsøgu
finst søgnin um riddaran
Sjúrð Sigmundarsson og
gløgga gangara hansara,
hin gráa GRANA.
Lívsuppgáva Sjúrðar er
at finna skattin, sum fræna
ormurin á Glitraheiði ansar
eftir. GRANI hjálpir harra
sínum við at taka lívið av
orminum og ogna sær
skattin.
Tað vísir seg, at skatturin
er vísdómur og ein vitan,
sum ger Sjúrð alvísan, so
hann enntá skilur fuglamál.
Gagna
eftirkomarunum
- Okkara verkætlan fer
eisini at føra okkum út á
eina langa ferð og til
hólmgongur við ómetaligar
náttúrukreftir. Ein dystur,
sum eisini fer at gera okkum
klókari og klárskygdari og
veita okkum kunnleika til
gagns fyri okkara eftirkom
arar, siga SEV og DONG
Energy í sambandi við
undirskrivingina.
Hugskotið við GRANA-
samstarvinum er, at SEV
og DONG Energy gjøgnum
felags átøk skulu seta fokus
á at menna og fáa meiri
varandi orku (VO) inn á
føroyska
elnetið.
Hetta
kann samstundis gerast ein
alheims loysn á hesum øki.
Miðdepil í hesum arbeiði
verða Føroyar, sum skulu
virka sum royndarstova ella
royndarøki.
Málið hjá SEV er at fáa
útbygt orkuskipanina í Før
oyum við meiri vindorku.
DONG Energy hjálpir til
við hesum við vitan frá
donsku orkuskipanini.
Málið hjá DONG Energy
er at fáa gjørt skjótar
royndir við nýggjari tøkni
og nýggjum konseptum.
SEV hjálpir til við hesum
við at lata DONG Energy
ráða yvir síni orkuskipan
og hjálpargøgnum.
Forsøgan
Tað var eftir fundir í
fjørheyst og í vár, at SEV
og DONG Energy gjørdust
greið yvir, at tað kann vera
ein synergifyrimunur at
samarbeiða um at gera
royndir við nýggjari tøkni
til tess at fáa meiri varandi
orku innn á elnetið í Før
oyum.
Endamálið er, at hetta
bæði skal koma føroyska
og einum samanhangandi
evropeiskum elneti til gagns
í framtíðini.
Hyggjuráðini eru nýggj
framleiðsla, nýtsla av elbil
um
og
onnur
smidlig
elnýtsla, eins og nýggj soft
ware konsept og skipanir,
sum kunnu svara skjótt
aftur uppá broytingar.
Í hesum sambandi fingu
innbodnir
gestir
eftir
tíðindafundin
fyrrapartin
høvi at royndarkoyra ein
elbil, sum SEV hevði út
vegað sær úr Danmark í
sambandi við dagin.
SEV ætlar at fáa sett fleiri
vindmyllur upp í Føroyum
og hevur í hesum sambandi
í umbúnað at útvega sær
eitt nýtt kontrollrúm í
2013.
DONG
Energy
hevur
brúk fyri at fáa eina skjóta
og økta vitan um samspælið
millum
framleiðslu
og
nýtslu,
tillaging
av
smidligari
elnýtslu
og
battaríum, og at kanna og
royna
nýggja
tøkni
til
ógvusligt trýst av vindorku
í el-netinum.
Hesum kann SEV hjálpa
til við við royndum á el
netinum, ið beinanvegin
kunnu geva eina mynd av,
hvussu ymisk tøkni ávirkar
netið og skipanina.
Endamál
Fyri SEV er endamálið við
GRANA at fáa tillagað
mest møguliga varandi orku
inn í orkuskipanina og at
profilera Føroyar sum eitt
samfelag, ið - sum eitt
forkunnugt royndarøki - er
við til at loysa heimsins
orku-
og
veðurlagstrupulleikar.
Fyri DONG Energy er
endamálið við GRANA at
fáa møguleika at vísa og
royna nýggjar loysnir fyri
tillaging
av
óstøðugari
varandi orku í avbyrgdum
netum, og at menna næsta
stigið fyri uppstiging av
tillagingarskipanini.
Trý yvirskipaði mál eru
fyri samstarvinum:
1. Royna nýggja tøkni til
tess at fáa meiri varandi
orku inn á elnetið
2. Royna virðið av elbilum
og øðrum orkugoyms
lum fyri tillaging av
meiri vindorku
3. Greina og søkja um stuð
ul til tess at kunna
fremja omanfyristand
andi royndir og menning
í Føroyum.
Framtíðarmál
- Framtíðarmálini hjá bæði
SEV og DONG Energy eru
framhaldandi
at
verða
slóðbrótandi innan menning
av konseptum í sambandi
við tillaging av óstøðugari
varandi orku, og harvið fáa
førleikar og fígging til
framhaldandi menning.
Fyri SEV hevur tað
harumframt týdning, um
vegis samstarvið við DONG
Energy,
at
bøta
um
møguleikar sínar at útvega
vindmyllur, har tøkni til
størri trýst av vindmegi er
innbygd.
Fyri
DONG
Energy
hevur tað týdning at fáa
møguleika at royna hesa
tøkni
undir
veruligum
rakstri í einum avbyrgdum
neti við ógvusligum vind
veðurlagi.
DONG Energy og SEV
fáa harumframt møguleika
at menna og royna software
til tillaging av meiri vind
orku og elbilum í eini
ektaðari og skipaðari skip
an, áðrenn hon verður tikin
í brúk í størri orkuskipa
num.
Innihald
GRANI verður eitt sam
starvsforum, ið stendur fyri
tí yvirskipaða og samskip
andi arbeiðnum av ymiskum
einstøkum
verkætlanum
innan varandi orku.
Ein stýrisbólkur og ein
projektleiðsla skulu skipast
at skipa fyri framdrátti,
samskipan
av
einstøku
verkætlanunum, fyri um
sóknum til grunnar, fyri
hjálp og stuðul til ígongd
setan og menning av ein
støku verkætlanunum og
fyri kunning.
SEV og
DONG
Energy
gjørt
avtalu
Á tíðindafundinum í morgun skrivaðu Hákun Djurhuus, stjóri
á SEV, og Charles Nielsen, menningarstjóri hjá DONG Energy,
undir samstarvsavtaluna
Mynd: Jens Kristian Vang
Bretar hjálpa aftur Zimbabwe
Bretska stjórnin sigur seg nú vera til reiðar at lata Zimbabwe fíggjarliga
hjálp, tí tekin eru um framstig, men at tað framvegis er langt á mál, áðrenn
Zimbabwe verður demokratiskt. Í gjár lovaði bretska stjórnin at lata
Zimbabwe góðar 44 milliónir krónur til neyðhjálp. Men stjórnin leggur dent
á, at hjálpin verður ikki økt, fyrr enn teir zimbabwisku leiðararnir seta fleiri
nýskipanir í verk. Stjórnin í London hevur treytað sær, at zimbabwiska
stjórnin fær ikki fatur á pengunum, men at tær 44 milliónir krónurnar fara
til heimsmatvørustovnin World Food Program og aðrar hjálparfelagsskapir,
sum arbeiða í Zimbabwe.
Tokvanlukka
í Washington
Minst seks fólk doyðu, og 76 fingu skaða í einari tokvanlukku í
amerikanska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið. Vanlukkan hendi, tá
eitt metro-tok rendi á eitt annað, sum stóð stilt. Stoyturin var so
harður, at tann fremsti vognurin á tí tokinum, sum rendi á, fór í
smildur. Borgarstjórin í Washington, Adrian Fenty, segði í nátt,
at vanlukkan er tann ringasta av sínum slagi í býnum.
Myndugleikarnir vita ikki, hví vanlukkan hendi, men fleiri vísa
á, at samferðslukervið er bæði gamalt og slitið nógvastaðni í
USA. Eitt nú er metro-breytin í Washington 33 ára gomul.
Páll á Reynatúgvu, formaður í SEV-stýrinum, Hákun Djurhuus, stjóri, Charles Nielsen frá
DONG Energy og Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri á tíðindafundinum í Müllers Pakkhúsi
Mynd: Jens Kristian Vang