týsdagur 23. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 117 - 23. juni 2009
Ikki umval í Iran
Tað máttmikla vaktarráðið í Iran hevur havnað kravinum frá
andstøðuni um at halda forsetavalið umaftur, og tí hevur ráðið
eisini havnað áheitanini frá andstøðuni um at ógilda valið, sum
var tann 12. juni. Í grundgevingini ásannar ráðið, at ávís ógreið
viðurskifti vóru í sambandi við valið, men at teey høvdu ikki
avgerandi ávirkan á sjálvt úrslitið. Teir, sum taptu forsetavalið,
hava latið myndugleikunum 646 kærur um valsvik og annað, og
tvey av valevnunum høvdu kravt umval, og at valið tann 12. juni
bleiv ógildað. Men tað verður av ongum, sigur vaktarráðið
sambært almenna sjónvarpinum.
Leygardagin kemur
fyrsti supply-
nýbygningurin
hjá leirvíkingum á
Havnina. Skipið er
ov stórt til havnina í
Leirvík, og tí verður
skipað fyri almennari
móttøku og navn
geving í Havn, eins og
døgurði verður fyri
innbodnum seinni
um dagin
Nýbygningur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leirvíkingar fara nú av
álvara í supply-vinnuna, og
gongst sum ætlað, kemur
fyrsta supply-skipið, sum
Supply Service hevur latið
smíðað, á Havnina leygar
dagin.
Skrokkurin
á
hesum
fyrsta skipinum av trimum
er smíðaður í Turkalandi,
og síðan er skipið gjørt lið
ugt í Noregi. Byggikostn
aðurin
liggur
um
240
miljónir
krónur.
Næsti
skrokkurin hjá leirvíking
um, ið ætlandi kemur sum
nýbygningur seinni í heyst,
er smíðaður í Portugál, og
hin triði er aftur smíðaður í
Turkalandi.
Tummas
Justinussen,
sum er høvuðsmaðurin aft
an fyri hesa stóru supply-
verkætlan hjá leirvíkingum,
sigur, at í løtuni er ikki
endaliga gjørt av, hvussu
verður við triðja skipinum,
og nær hetta ætlandi kemur,
men hetta er nakað, sum
teir í løtuni arbeiða við.
Hetta fyrsta skipið,
sum kemur úr Noregi nú
leygardagin, verður alment
navngivið á Havnini, men
longu nú hevur Eik Banki,
sum saman við Realinum
og Landsbaka Íslands fíggja
hesa verkætlan, kunngjørt
navnið,
sum
verður
Eldborg.
22 arbeiðspláss
Tummas Justinussen sigur,
at almenna móttøkan ætl
andi byrjar klokkan 14, og
seinni um dagin verður
døgurði fyri innbodnum.
Orsøkin til, at Eldborg
ikki kemur á Leirvík, er í
stuttum, at skipið er ov stórt
til tess. Longdin liggur um
80 metrar og breiddin um
slakar 18 metrar.
Eldborg er eitt sera fram
komið supply-skip, og køn
ir meta, at byggikostnaðurin
– um sáttmálin varð und
irskrivaður í dag – hevði
verið væl størri, kanska
einar 300 miljónir norskar
krónur.
Tekningarnar til tey trý
supply-skipini, sum ætlandi
koma til Leirvíkar í kom
andi tíðum, eru at kalla tær
somu, men næsta skipið í
røðini er útgjørt øðrvísi og
kostar soleiðis eisini nakar
miljónir krónur meira enn
hesin fyrsti nýbygningurin,
helst einar 285 norskar
miljónir tilsamans.
Tummas Justinussen sig
ur, at 11 mans verða umborð
á Eldborg í senn, men
tilsamans 22 mans verða
knýttir at skipinum í tveim
um vaktum. Øll manningin
verður føroysk.
Skiparar eru Jan Kristoff
ersen og Einar Vang, báðir
úr Havn.
Tógvið stríð
- Hetta er eitt úrslit av átta
ára longum arbeiði. Tað
hevur ikki verið nøkur løtt
uppgáva at fáa allar tær
góðkenningar, sum skulu til
fyri luttøku í hesum slagi
av tænstu til oljuvinnuna,
men vit hava havt óføra gott
fólk aftrat okkum.
Norðmenn eiga sín lut í
verkætlanini, men nógv
tann størsti parturin er før
oyskur. Feløgini, sum eiga
hesi bæði skipini, verða
burturav rikin í Føroyum,
og tað verða skipini eisini.
- Vit samstarva við góð
fólk, og millum hesi er Per
Sævik, sum er ein hin kend
asti
offshore-maðurin
í
Noregi, og vit hava Tage
Bundgaard, sum var stjóri í
Mæersk Supply í eini 25 ár.
Hesir royndu menn hava
tænt okkum væl, og teir eru
báðir í nevndini við pápa
mínum, Osmundi Justinus
sen, sum nevndarformanni.
Petur H. Jacobsen er um
íløgufelagið Løkir, sum
eigur part í verkætlanini,
eisini í hesi nevnd felag
sins.
Tummas Justinussen sig
ur, at nú hetta fyrsta skipið
kemur heim til Føroya, eru
teir sera spentir upp á hesa
verkætlan, og felagið fegn
ast um at hava fingið ein
fýra ára langan sáttmála um
tænastuveitingar.
Leirvíkingar skapa
fleiri arbeiðspláss
í supply-vinnuni