týsdagur 23. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 23. juni 2009
13
Somalia fær ikki hermenn
úr Etiopia
Etiopiska stjórnin hevur havnað einari áheitan um at senda hermenn til grannalandið
Somalia. Tað var somaliska fyribilsstjórnin, sum bað um at fáa hermenninar. Fleiri
túsund etiopiskir hermenn komu til Somalia í 2006, men teir fóru haðani fyrst í
hesum árinum. Nú vil fyribilsstjórnin hava hermenninar at koma aftur at hjálpa
somaliska stjórnarherinum í bardaganum við islamskar uppreistrarmenn. Bardag
arnir hava verið serliga harðir í høvvuðsstaðnum Mogadishu, síðani ein av ráðharr
unum í stjórnini varð skotin seinasta fríggjadag. Meiri enn 4.000 friðarvarðveitandi
hermenn hjá Afrikanska Eindarfelagsskapinum eru í Mogadishu, men teir hava ikki
heimild til at leggja seg út í bardagarnar, skrivar AP.
30 ára fongsul
fyri hópmorð
Callixte Kalimanzira, sum var innanríkisráðharri í afrikanska
landinum Rwanda, er dømdur 30 ára fongsul sum samsekur í
fólkamorðinum í Rwanda í 1999, tá umleið 800.000 fólk
vórðu myrd eftir 100 døgum. Kalimansiravar var ákærdur fyri
at hava savnað fleiri túsund fólk av tutsi-ættarbólkinum og at
hava givið teimum lyfti um vernd og mat. Men hann sveik
lyftið, og øll vórðu myrd. Tann serligi dómstólurin, sum viðger
fólkadrápið í Rwanda, hevur nú felt dóm í 38 málum. Seks
fólk eru fríkend, men øll hini 32 hava fingið dóm, skrivar AFP.
- Nú vit um stutta tíð fara
í gongd eftir tógvið stríð
gjøgnum langa tíð, eru tað
mong, sum eiga stór tøkk
uppiborna fyri, at vit nú eru
komin so langt. Hetta geldir
fólk bæði á landi og sjógvi,
sum á ymiskan hátt hava
verið við til at gjørt verk
ætlanina møguliga, sigur
hann.
Góðar treytir
– hørð krøv
Eldborg, sum hevur 800
fermetrar av deksplássi,
hevur
sonevnt
”clean
design” sum merkir, at øll
atlit til umhvørvi eru tikin,
ið eru møgulig við einum
dieselriknum skipi.
Jens Meinhard Rasmus
sen, stjóri í Supply Service,
sigur, at eitt nú er Co2-
útlátið lítið í mun til onnur
líknandi skip, og dupulti
skrokkurin
veitir
trygg
leika.
Tummas Justinussen er
saman við hinum eigarunum
sera væl nøgdur við, at tað
hevur eydnast felagnum at
tryggja skipinum eina fýra
ára langan sáttmála.
- So drúgvir sáttmálar eru
óvanligir, og ikki minst, tá
vánaliga búskaparliga støð
an í heiminum verður havd
í huga, eru vit sera væl
nøgdir, leggur hann aftrat.
Sáttmálin fyri Eldborg er
gjørdur við samtakið, ið er
samansett av Det Norske
Olieselskap,
Vinterhoalls
og Oddfjell Drilling.
- Treytirnar í sáttmálanum
eru góðar, men afturfyri eru
krøvini hørð, sigur Tummas
Justinussen.
Vænta eitt
gott ár í ár
Fiskiskapurin eftir gulllaksi higartil í ár man
hava verið ein hin besti, sum menn vita um at
siga
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur gingið sera væl hjá leirvíkstrolarunum,
Polarhavi og Stjørnuni, at fiska gulllaks higartil í
vertíðini í ár.
Skipini hava fiskað út við 3.000 tons av gulllaksi, síðan
tey fóru undir hesa vertíðina í apríl í ár. Fiskurin er lagdur
upp í Saltangará og er virkaður á Tavuni í Leirvík.
Hjá Sjóborg í Leirvík siga tey, at gongst restina av hesi
vertíðini, sum tað hevur gingið higartil, er ikki óhugsandi,
at skipini koma at fiska meira enn 5.000 tons av gulllaksi
í ár.
- Útlit eru til, at hetta verður besta árið í nøgd hjá
okkara skipum, síðan gulllaksaveiðan byrjaði í 1990/1991
við gomlu skipunum, sum tá vóru nýggj, siga tey hjá
Sjóborg í Leirvík.
Ein stórur partur av gulllaksaframleiðsluni verður
seldur í Noregi, og nú norska krónan er lág, er prísurin
fyri ráfiskin og lidnu vøruna kanska ikki so góðum, sum
hann kundi verið, um hesi viðurskifti vóru øðrvísi.
- Men hetta er eitt sera gott íkast hjá okkara skipum, og
henda veiða, sum tilsamans seks av okkara frægastu
partrolarum eru um, sparir eisini upsastovnin í hesi
vertíðini.
Gulllaksaprísurin, sum skipini hava fingið í hesi
vertíðini, er 3,25 krónur fyri kilo.
Stjørnan og Polarhav hava longu í hesi gulllaksavertíðini lagt
nógvar lastir upp í Saltangará. – Vit vænta, at hetta árið fer at
roynast sum tað besta, siga tey hjá Sjóborg í Leirvík
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit hava arbeitt við hesi verkætlan í átta ár, og tað hevur verið
ógvuliga stríggið at fingið allar góðkenningar, sum skulu til fyri
luttøku í hesum partinum av supply-vinnuni, sigur Tummas
Justinussen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Leirvíkingar hava nú saman við øðrum
lagt lunnar undir fleiri nýggj føroysk
arbeiðspláss í supply-vinnuni
Mynd: Vilmund Jacobsen