Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 23. juni 2009 17 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Mathilda Svøðstein and­aðist sunnudagin á sambýlinum á Heygnum í Klaksvík, 89 ára gom­ ul. Kistan fer úr Kap­ell­ inum á Klaksvíkar sjúkra­húsi heim í Christi­ ans­kirkjuna týskvøldið kl 18. Jarðarferðin verð­ ur mikudagin kl 13. Sung­ið verður úr sálma­ bókini. Olivia Joensen úti á Bø í Leirvík andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnu­dagin, 94 ára gom­ ul. Kistan fer úr kap­ell­ in­um á Klaksvíkar Sjúkra­húsi í Leirvíkar kirkju týs­dagin kl. 16. Jarðar­ferðin verður úr Leirvíkar kirkju mikudagin kl. 13. Jógvan Sønrad Joen­ sen í Klaksvík andaðist á Landssjúkrahúsinum tann 19. juni, 83 ára gam­al. Jarðarferðin verður týsdagin kl.13. Andlát og jarðarferðir 80 ár 25. juni verður Lis Fonsdal Jørgensen, Tórshavn   80 ár.  Vælkomst verður í hølunum hjá Starvsmanna­fel­ag­ num J.H Schrøtersg. 9, Tórshavn  hóskvøldið frá klokkan 18. Kunngjørt verður, at systir okkara Lydia Hawkes fødd Jacobsen ættað úr Hósvík, búsitandi í Onglandi, andaðist 21. juni, 86 ára gomul. Svanhild, Solgerd og Lisa Tøkk Hjartans tøkk til familju, vinir og kenningar, ið mintust meg á 90 ára føðingardegnum tann 1. juni. Takk fyri heilsanir, gávur, talur og sang. Eina serstaka tøkk til starvsfólkið á Sýnini og øll tey, ið gjørdu mær dagin so væleydnaðan. Vinarlig heilsan   Margretha Rasmussen Dagurin 23. juni. Paulinus, deyður ár 431. Franskur munkur, sum gjørdist biskupur í Nola í Italiu, har hann doyði úti við 80 ára gamal (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Nýbygningurin Pride kom á Klaksvík í mai 1961. Hann varð bygdur á skipa­ smiðjuni í Florø í Noregi. Góða, gamla Britons Pride hevði fing­ið ein stásiligan avloysara á rut­ uni millum Klaksvík og Havnina. Nú skuldu vit ikki longur sita á lastalúkuni á gomlu Pride ella undir hvalabakinum, tá ruskveður var. Nýggja Pride var ein stórhending. Luksus, søgdu tey flestu. Sita á polstraðum bonki í ljósari, rúmligari salong við rúti at kaga út ígjøgnum. Og har var wc við spegli og ljósi om­an­fyri! Ferðasambandið millum oyggj­arnar var í menning, og rætti­ ligar betringar fóru fram innan sam- og strandferðslu. Frambrot, sum tunnl­ar í Suðuroy og Borðoy, leggja seg upp at hesi tíðini. Her kann eisini skoytast upp í, at tá var eingin rutu­ sigling yvirhøvur sunnu- og hagi­ dagar. Slíkur sunnudagur var sunnu­ dagurin í árinum. Tá Óluva legði frá sær 7. juni niðri á Ríkissjúkrahúsinum, har hon hevði ligið illa sjúk í fleiri mánaðar, rann fram fyri meg útferðin hjá Pride sunnu­dagin 22. juli 1962 til Skúvoyar. Hetta var ein hendinga dagur til veð­ ur, dýrd í sjónum við fagrasta sól­ skini. Á veg suðureftir varð lagt inn á Havnina, har heilt fitt av fólki kom umborð. So legði skútan suður í Skop­unarfjørð fyri seinni at leggja at í Skúgvi. Móttøkan var so hjartalig, kann eg minnast. Dagurin bar brá av stevnudámi. Fløggini vóru upp i, og hvør hurð í bygdini stóð á víðan vegg. Í hesum summarmeldri var hin tá 12 ára gamla Óluva, ið var fødd og upp vaksin í bygdini. Hon dugdi at leggja bygdina fyri føturnar á okkum norðingum, hóast hon ikki hevði nátt fyrsta tannáringaári. Óluva hevði tveir beiggjar, Meinhard og Sveinbjørn, ið høvdu verið í Klaks­ vík hjá okkum í stytri og longri tíðar­ skeið, og sum vóru um sama aldur sum beiggjarnir hjá mær. Tí vóru for­ eldrini hjá Óluvu, Súsanna og Kjart­ an Hentze, so fegin um vitjanina úr Klaksvík. Hvørja ferð man vitjaði aftur har suðuri, var farið inn á gólvið hjá teimum báðum. Tey góvu til kennar, hvussu fegin tey vóru, at hetta nýkomna skipið hevði lagt at og sett ein dag av har í oynni henda góðveðursdag. Jú, í gøtu og geil í Skúgvi varð gylt av hugaðum fólki. Skyldfólk vórðu vitjað, gamlir, upp i­ lagstir skipsfelagir sóust aftur og sjálv­andi var eisini tað forvitna ferða­ fólkið íblant, ið vildi upp liva hesa natúrvøkru oyggj, nú eitt gott høvi var bæði so og so. Aftur til Óluvu. Hesin sunnudagurin kom at gerast eitt afturvendandi sam­ røðuevni hjá okkum, ja, so gott sum hvørja ferð vit sóust. Tú dugdi longu tá við myndugleika og búnaskapi at taka tær av fólki. Hetta prógvaði tú eisini, tá tú nøkur ár seinni byrjaði í SHJ radiohandli í høvuðsgøtuni í Havn, somuleiðis í Føroya Banka og til seinast á Al­manna­stovuni. Gloymi ongantíð, tá vit báðar gingu út undir Skarvaloft, ið er norðanfyri bygdina. Har vísti tú slíkt dirvi, ið eg enn undrist á. Tú hongdi teg út fyri hesum loftinum, meðan tú helt fast í bakkan við einari hond. Botnurin á Skarvalofti skygdi allur hvítur sum hann var, og har stóð spegilsmyndin av tær í tí ljósa­ bláa summarkjólanum niðri í sjónum. Her, segði tú, fingu skúvoyingar tann sand, teir høvdu brúk fyri. Úti á kirkjuloftinum vísti tú mær træsprek, funnin í Ólansgarði í Sigmundargrøv, tá grivið var har fyrst í 19hundrað tal­ inum. Ikki sørt errin vart tú av Sig­ mundi, ið var tykkara maður, og sum hesi sprek helst stavaðu frá. Hetta eru bara brotpartar úr minninum. Reglu­ligt brævaskifti var okkara mill­ um aftaná útferðina í Skúgvi, og ferðast var suður aftur av og á, tí abbi okkara var jú skúvoyingur. Ung fórt tú til Havnar at tæna. Annars stóðst tú í handlinum í SHJ, ið var ein sera virkin fyritøka seinast í ´60árunum, tá eg sjálv kom til Havn­ ar. Tað var so stutt millum SHJ og Nýggja Bókhandil. Tey árini vóru sorg­leys, Óluva, - tú hevði ein bil, ið vit mangan stytti okkum stundir við. Hetta var bilur, tú hevði um hendi, og honum tókst tú tær væl av. Koyrast kundi tá norður eftir oyggj, og nakrar ferðir koyrdu vit. Tað var jú tíðin, ið broytti bæði land og fólk, og sum slóðaði fyri einari nýggjari. Sjúrður hevði so fitta grein um teg í bløðunum seinasta vikuskifti. Hann vísti á, eins og eg havi gjørt, títt sjálv­ bjargni. Tú settist ikki aftur at fara í tríbekkin og syfta nakrar smáfiskar innanborðs, hóast onkur fiskiklógv var langt úr landi og næstan kom sør­ ur heimaftur.Og Óluva helt seg eisini til í lunda- og líratíðini. Neyvan gav Óluva sær far um, at nøkur kyns­skip­ an skuldi gera nakrar avmarkingar. Hon helt seg til og var djørv . Men hvussu myndugleikakend og búgvin vit eru, so hava hesi bæði fyri­ brigdi ongan týdning, tá ring sjúka herjar á okkum. Tað er við tungum sinni, at eg lati tankarnar fara til hetta seinasta hálva árið, tá tú lá illa sjúk í Danmark . Men tað fekk ikki verið øðrvísi. Henda náðileysa dyst megnaði tú ikki at vinna. Og úti í Skúgvi stendur barna­heim­ ið, sum tú nýliga hevði sett í stand. Eitt orð um at síggjast aftur har suð­ uri, bar tú upp á mál ein dagin í Mikla­ garði seint seinasta summar. Sjálv­ andi, hvat tá? Men, einki er givið, so­leiðis er tað bara. Sjúkan fekk bil­ bugt við teg, men fær einki gjørt við tað vakra eftirmæli, sum eftir stendur. Í heimi, skúla, kirkju og tínum virkna arbeiðslívi setti tú virðiligar varðar eftir teg. Góða hvíld. Poulina Slættanes Óluva (1949-2009) Lesið Sosialin - so eru tit við