týsdagur 23. juni 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 117 - 23. juni 2009 ]
Firvaldur, sum vann
á fjarðastevnu, varð
settur upp á pláss av
tveimum bátum úr
høvuðsstaðnum
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað varð greitt beinanvegin
í góðveðrinum í Kollafirði
leygardagin, at tað fór ikki
at verða sama úrtøka hjá
teimum
á
Tvøroyri
í
kappróðrinum leygardagin,
sum tað var, tá ið tað varð
kappast á Skála.
Á Skála var Firvaldur av
Tvøroyri greiður vinnari,
men hesa ferð gekk tað
soleiðis, sum tað gjørdi í
Klaksvík:
Jallurin
hjá
Róðrarfelagnum
Knørri
legði bragdliga fyri. Fyrstu
lítlu løtuna fylgdi Firvaldur
við, men so mistu tær av
Tvøroyri, meðan Sílið hjá
Havnar Róðrarfelag bland
aði seg uppí og eina løtu
kappaðist við Jallin um
fremsta plássið.
Í endaspurtinum var tó
eingin ivi. Jallur, sum eisini
vann á norðoyastevnu, varð
sannførandi vinnari – eina
bátslongd
frammanfyri
Sílið og knappliga tvær
bátslongdir fyrr á mál enn
Firvaldur.
At Sílið, sum á norð
oyastevnu endaði á fimta
plássi, og sum á fjarðastevnu
var nummar fýra, hesa ferð
varð nummar tvey, og at
Firvaldur hesa ferð varð
trýstur aftur á triðja pláss,
ber við sær, at Jallurin nú er
tvey stig frammanfyri Fir
vald í FM kappingini.
HB eisini til Cypros
Tað verður eitt heitt summar hjá teimum báðum liðunum, sum í fjør vóru
tey bæði bestu í føroysku kappingini, tí bæði tvey skulu tey til Kypros at
spæla sínar europeisku dystir. Fyrr í morgun var greitt, at greipuvinnararnir
úr EB/Streymi skulu spæla ímóti einum liði, sum eitur Apoel, og nú HB var
síðsta føroyska felagið, ið var drigið í lutakastinum, gjørdist talan um
felagið Omonia. Fulla navn felagsins er Athletic Club Omonia Nicosia, og
er hetta tað felagið á Kypros, ið hevur flest viðhaldsfólk. Gjøgnum árini
hevur Omonia vunnið 19 meistaraheiti, 12 steypaheiti og 14 sokallað Super
Cup-heiti, so tað er kanska ikki so ólíkt HB, tá samanum kemur. HB kemur
beinleiðis í annað umfar í UEFA Europe League-kappingini, og spælir fyrst
á útivølli hósdagin 16. juli og síðani á heimavølli hósdagin 23. juli.
Panic og Pandurovic fara vestur
Serbarnir og miðvallarnir Jovan Radinovic
Panic og Aco Pandurovic skulu í seinnu
kappingarhálvu spæla við 07 Vestur. Tað váttar
Eivin Jacobsen, nevndarformaður í felagnum. -
Vit hava nú tríggjar serbar í hópinum. Og tað er
í eini roynd at varðveita sætið í deildini, at vit
velja hesa loysnina, sigur Eivin Jacobsen. Jovan
Radinovic Panic hevur áður spælt við HB og 07
Vestur. Aco Pandurovic spældi í farna
kappingarári við NSÍ. Framman undan er
serbin Milan Pejcic í hópinum hjá 07 Vestur.
Sundabáturin tykist
hava framgongd,
men kappingin
stendur framvegis
millum Riddaran
og Tvørabátin, har
støðan nú er 2-1
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Riddarin, Tvørabáturin og
Riddarin. Soleiðis hevur
tað higartil í ár gingið í
kappingini
millum
6-mannafør við monnum.
Riddarin vann á norðoya
stevnu, Tvørabáturin vann
á fjarðastevnu, og leygar
dagin var tað aftur Riddarin,
sum var fyrstur á mál.
Tvørabáturin, sum vann á
Skála, hevði ikki so góðan
start á Kollafirði, men hann
vann seg skjótt upp í aftur
kappingina um oddasessin.
Størstu kappingarneytarnir
vóru vinnarin á norðoya
stevnu, Riddarin, og Sunda
báturin, sum stóð seg væl í
fjør, men sum ikki hevur
staðið seg so væl higartil í
summar.
Sundabáturin hevði leingi
hug at blanda seg uppí, men
Riddarin fór spakuliga og
støðugt frá avbjóðarunum,
og tá ið tað restaðu hundrað
metrar var leiðslan so mikið
stór, at eingin ivi tóktist
vera um, at Riddarin fór at
vinna.
Riddarin vann, men hann
fekk í endaspurtinum øgi
liga kapping frá Tvørabát
inum. Tá ið tveir teir
fremstu bátarnir fóru um
málið, var munurin so
evarska lítil.
Úrslitið hjá Sundabátinum
var merkisvert. Á norðoya
stevnu varð Sundabáturin
nummar átta. Á fjarðastevnu
varð Sundabáturin nummar
fýra. Á norðoyastevnu var
fjarstøðan hjá Sundabát
inum fram til oddasessin
seytjan sekund. Á fjarða
stevnu var fjarstøðan hjá
Sundabátinum
fram
til
oddasessin fimtan sekund.
Leygardagin var fjarstøðan
hjá Sundabátinum fram til
oddasessin tódnað niður í
knappliga fýra sekund!
Riddarin
svaraði
aftur
Fjarstøðan millum
tveir teir fremstu var
hesa ferð minni enn
helmingin av tí, sum
hon var næstsíðst
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað
er
óneyðugt
at
endurtaka, at talan er ikki
um kapping um FM heitið.
Argjabáturin hevur higartil
vunnið allar róðrarnar, og
okkurt heilt merkisvert skal
koma fyri, um Argjabáturin
ikki fer at vinna allar sjey
FM róðrarnar.
Eftir fjarðastevnuna varð
nevnt, at argjamenn –
umframt Argjabátin – eisini
høvdu mannað Árnfirðing.
Á Skála gingu tað nítjan
sekund frá tí, at Argjabáturin
fór um málið, og inntil
Árnfirðingur kom á mál.
Í Kollafirði var munurin
tódnaður niður í níggju
sekund. At Árnfirðingur
rættiliga skal bjóða av í
kappingini
um
fremsta
plássið tykist óhugsandi, og
undir øllum umstøðum fer
eingin sigur heim um ánna.
Ørvur og Knørrur eru við,
men teir eru ikki við í
kappingini
um
fremsta
plássið.
Argja kappingin eitt
sindur tættari
Jallurin svaraði aftur
Jallurin var væl og virðiliga fremsti báturin, tá farið varð um málið í Kollafirði
Mynd: Álvur Haraldsen
Argjabáturin var enn einaferð fullkomuliga einaráðandi í áttamannafarsróðrinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Riddarin, sum mátti lúta á Fjarðastevnu, var nú aftur
beint framman fyri Tvørabátin, men Sundabáturin hevur
alt betri hug at arga teir báðar
Mynd: Álvur Haraldsen