týsdagur 23. juni 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 117 - 23. juni 2009
Kvøða
F
yri um fýra árum síðani var
eg og vitjaði á borgini
Wartburg í Týsklandi, har tann
týski trúbótarmaðurin Martin
Luther helt til frá á vári 1521 og
nakað inn í 1522. Luther var tá
ikki pávakirkjunnar vinur, men
varð vardur av fúrstanum Fríðriki
tí Vísa, sum átti Wartburg. Tað
verður sagt um Luther, sum
brúkti tíðina á Wartburg til at
umseta Nýggja Testamenti úr
grikskum til týskt, at hann plagdi
at spáka sær av borgini oman í
bygdina at tosa við vanlig fólk
um orð og málburð. Hansara
hugsan mundi vera tann, at
livandi, vakurt týskt mál bara var
at finna á einum stað: í fólksins
trúføstu sál og flógva fangi.
Luther gjørdist, sum søgukøn
fólk vita, eitt fyridømi, og síðani
tá hava um allan heimin óteljandi
fólk, kvinnur sum menn, gingið
sporini hjá Junker Jörg av
andsmennisins avbyrgdu
Wartburg oman til almúguna, til
fólk, sum kendu lutir og blómur
og kríatúr og flogfenað, og teirra
nøvn, úr gerandisdagsins nánd.
N
ú ein av Luthers føroysku
eftirmonnum verður
fagnaður her í dag, eri eg biðin
um – ivaleyst sum umboð fyri
føroyskar rithøvundar – at bera
fram eina stutta kvøðu. Mær
rennur í hesum sambandi í huga,
hvussu støðan var, fyri slakari
hálvari øld síðani, hjá okkum,
sum tá fóru undir at skriva
føroyskt ella at umseta úr øðrum
málum. Einasta orðabókin, sum
tá var at taka til hjá einum
týðara, var tann bæði sera
áhugaverda og samstundis heldur
glopruta fýrabinda orðabókin
eftir Jógvan Við Ánna. Einastu
ráðini, tá ið ein fór undir at týða
ein torføran tekst, vóru ofta fyrst
at kveita í ein stubba eftir
Mikkjal á Ryggi ella Heðin Brú,
og soleiðis lesa seg heitan ella –
kundi ein kanska sagt í hesum
javnstøðutíðum – lesa seg upp á
vegin.
Kanska kundi eg nevnt, áðrenn
farið verður víðari, hvussu stóran
týdning tað hevur, tá ið nýggj orð
verða borin fram á torg, ella forn
orð endurkveikt, at onkur blæsir
lív og anda í tey. Janus Kamban,
mammubeiggi mín, var lámur,
men omma segði altíð, tá ið hann
var óviti: Kom her við
kjallláminum, og seinni loyvdi eg
mær at seta hansara gylta
listamans-lám í eina yrking, sum
sæst í bókini Café Europa. Orðið
hevði, hóast tað hevði verið evni
í fródligari grein um gæliska
ávirkan í Føroyum, í mínum
huga tað lív, sum kemur av brúki.
Tað hevði skugga.
S
øgan um føroyskt málsligt
starv er – um vit brúka tann
einfalda hegelska frymilin – ein
søga um nýrák, mótrák og
samrák. Tann veruliga frásøgnin
um hesa heilt natúrligu gongd –
søgan um føroyskan málpolitikk
– er ikki skrivað enn. Men eftir
mínum tykki er eingin ivi um, at
bæði rák og mótrák hava havt
sína uppgávu, og at andgletturin,
so stuttskygdur hann mangan
hevur verið, hevur brýnt ta
málsligu nýskapanina og styrkt
hennara sigrar. Sjálvur havi eg
ikki bara eygleitt gongdina í
hálva øld, men eisini verið partur
av henni, stundum enntá sum
umboð fyri mótrákið. Hesar
royndir hava lært meg at virða
Jóhan Hendrik Winther Poulsen
sum ein málfrøðing við dyggari
og sannari vitan um mál,
skyldskap við onnur mál og
orðauppruna, sum ein
orðaskapara, ið ofta hevur verið
heppin og fundvísur, og hvørs
virki hevur borið miklan ávøkst,
sum ein av okkara mætastu
orðasavnarum og sum ein
ráðgevara, sum altíð var – og er -
góður í ávikum.
Hetta merkir ikki, at ein altíð
og í øllum hevur tikið undir við
sjónarmiðunum hjá okkara - ikki
trú-, men málbótar – Jørundi
junkara. Men, kunnu vit leggja
aftrat, á sín hátt er tann kritiska
røddin ofta eisini ein vinarrødd.
Mín egna læra av gongdini hesa
seinastu hálvu øldina er, at
opinleiki, forvitni og stórsinni
eru leiðin til at fáa gagn av bæði
nýráki og mótráki og til kanska
at rógva fram at tí samráki, har
eg í løtuni haldi meg vera
staddan.
T
il seinast havi eg hug at
nevna, at vit føringar, sum
hava verið tiknir úr leikum at
savna orð og at skapa orð, í ein
vissan mun hava gloymt ta triðju
stóru uppgávuna: at gróðurseta
eitt alment medvit um natúrliga
varðveittar reglur fyri orðanna
samanlíman ella syntaksi. Megna
vit at lyfta hetta havið, kunnu vit
vinna á tí ofta mishátta og
avkvetta orðalag, sum í dag ikki
sjáldan hóttir musikkin í okkara
málbrúki. Og eitt aftrat. Við eini
smidligari og musikalskari
setningsgerð, har
ávísingarfornøvn og kenniorð eru
ventilar ella klýpi, verður tað
samstundis leikandi lætt at lofta
nýyrðum og at farga okkara
nútíðarmál við ríkdidøminum í
m.a. tí verki, sum henda
seinnapart sær dagsins ljós.
Tá fáa orðini skugga, og tá
kunnu seinni fuglar reiðrast í
teirra greinum.
Tillukku – Martin Luther,
mundi eg sagt – tillukku Jóhan
Hendrik við føðingardegnum og
tí stóra verki, sum henda
seinnapart sær dagsins ljós.
Hanus Kamban
Jóhan Hendrik 75
Nýrák, mótrák og samrák
Hanus Kamban heilsar Jóhan
Hendriki Winther Poulsen á 75
ára degnum, sum varð hildin
við stórari móttøku og framløgu
av »Orðabókini« á Føroya
Læraraskúla leygardagin
Mynd: Eirikur Lindenskov