Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 117 - 23. juni 2009 Nógv fagnaðu Havnini leygardagin Nógv fólk vóru á Skálatrøð í Havn leygardagin, har nógv tiltøk vóru til børn - og har ein 100 metra long køka frá Mylnuni varð boðin gestunum Bæði Nósi og hesin høgi maðurin gingu runt á Skálatrøð og heilsaðu stórum og smáum Ein væl hýrdur borgarstjóri nýtti eisini høvi at heilsa upp á fólk í góðveðrinum Tað er bakaríið hjá SMS, Mylnan, sum hevur latið Havnini ta 100 metra longu køkuna í føðingardagsgávu. Tilfarið til køkuna kostaði einar 60.000 krónur. Bakararnir hjá Mylnuni við Sundsvegin í Havn brúktu tilfar, ið svarar til 16.000 egg, 625 kilo av mjøli, 250 litrar av olju, 250 litrar av vatni, 200 kilo av sukri, 100 kilo av flormelisglasuri, 10 kilo av appilsinpasta og eini fýra-fimm kilo av bakipulvuri. Alt hetta varð lagt í 210 rammur. Hvør ramma var 50 ferðir 50 sentimetrar, soleiðis at allar rammurnar til samans vórðu 100 metrar. Bakararnir brúktu 10 rammur eyka, tí teir skuldu skera endarnar av, og tað, ið eftir var, svarar so til 100 metrar av kaku. Tað er Eirikur Magnussen, bakarameistari, sum stóð fyri bakstrinum av hesi størstu køku í Føroyum nakrantíð. Myndir: Eirikur Lindenskov