Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 117 - 23. juni 2009 tíðindi Ein spontan avgerð um at fara til Grøn­ lands at ansa børn­um, hevur givið mær eitt tað besta upp­livil­ si, sum eg havi havt, sigur Joan Waag Høgnesen úr Vest­ manna Hálvan januar las Joan Waag Høgnesen í Sosiali­ num um eina familju í Grøn­landi, sum leitaði eftir ein­ari føroyskari gentu at koma at ansa dóttir teirra. Unga vestmannagentan, sum í 2007 var í Ukraina har hon hálpti gøtubørnum, smekk­aði til beinavegin – hetta var ein møguleiki hon ikki mátti lata fara aftur við borði­num! Hon ringdi og avtalaði ein fund við parið, sum júst tá var heima í jólaferiu. Fund­ur­in teirra millum vardi ikki leing, tí ‘kemiin’ var beinanvegin í lagi. Før­ oys­ka parið var Sæunn og Bjart­ur Nolsøe. Bjartur er kreditt­leiðari í Grøn­lands­ banka­num og Sæunn starv­ ast hjá Grønlands Tele. Joan sigur, at fundurin gekk meir út uppá at tosa um, hvørja fram­tíðarætlan føroyska par­ið í Grønlandi hevði við eini barnagentu. Svav 18 tímar 14 dagar seinni var Joan farin úr arbeiðnum hjá sær á Vestmanna Fiskavirkið og stóð nú í kava­ klædda Nuuk, púra ‘forvirrað’, sum hon tekur til. - Eg hugsaði um, hvat eg hevði rótað meg útí! Her – í hesum fyri mær full­komu­ liga ókenda býnum – skuldi eg nú brúka næsta hálva árið saman við eini familju, sum hon bert hevði heilsað uppá einaferð! Hetta var kortini óneyð­ ug­ur ótti, tí hetta skul­di vísa seg at verða eitt ta stórsta upp­livilsi hon hevur havt higar­til! Á flog­vøll­inum kom Sæunn L. Nolsøe og yngsta dótturin, Petra, eftir hen­ni. Joan skuldi búgva hjá nýggju hesi familjuni: Sæ­unn og Bjart­ur Nolsøe, og teirra trimum børnum: Bjørk, 7 ár, Beinir, 5 ár og Petra, 1 ár. Tey búgva í Eqa­ lu­ga­linnguit í Nuussuaq. Tað var við spenningi Joan møtti síni nýggju famil­ju ein fríggjadag í Nuuk. Eftir ein drúgvan túr sum – umvegis Keyp­man­ na­havn og Kangerslusuaq – tók 3 dagar, var Joan endi­liga í Nuuk nýggja heim­landi sínum komandi hálva árið Grønland. Hvørt langa reisan var or­søk­in, møði, nervar, bangi­lsi ella hvat, veit Joan ikki, men fyrsti blundurin í Grønlandi vardi 18 tímar!! - Eitt sindur flovsligt, sigur Joan við einum smíli, men eg slapp so undan trupul­leikunum við ‘jet­lag’, sigur hon. Longu mánadagin eftir var hennara fyrsti ar­beiðs­ dagur í húsinum. Upp­gávan hevur fyrst og fremst verið at ansa eftir yngsta barni­ num Petru, og hereftir ann­ að fyrifallandi arbeiði runt í hús­in­um, sigur Joan. Arbeiddi á sambýli Tað gekk eitt sind­ur striltið í fyrs­tani, men so við og við kom Joan at kenna familj­u­na ordiligt og tey hana, síð­an tá hevur hevur gingið sera væl. Teimum eldru børn­unum dáma væl at hava gentu í húsinum, sum tím­ur at roksa og fjasa eitt sind­ur innímillum. Joan, sum dámar væl at passa børn, heldur, at hetta er eitt ordans upplivilsi. Petra dugdi ikki so væl at práta, tá ið eg kom yvir, men nú dugir hon væl – er vaksin nógv síðani í januar! Joan sigur, at tey búgva eitt sindur burtur frá býnum, men tað er so deiligt at fara ein langan spákitúr oman í býin við barnavogni, bæði í Fantastiskt í Grø