týsdagur 23. juni 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 23. juni 2009
29
lýsingar
Um teldustøðingaútbúgvingina:
Teldustøðingaútbúgvingin er styttri fram halds
útbúgving, ið tekur 2½ ár.
Útbúgvingin
fevnir
í
høvuðsheitum
um
systemmenning,
forritan,
tøkni
og
virki.
Kjarnuøkini eru systemmenning og forritan; tøkni
og virki eru ætlað at stuðla undir kjarnuøkini.
Umframt hetta eru seinast í útbúgvingini sergrein,
praktikk og høvuðsuppgáva.
Neyvari kunning um útbúgvingina er á heimasíðu
skúlans, www.fh.fo.
Arbeiðsuppgávur tínar eru m.a. at:
• undirvísa í viðkomandi lærugreinum
• leggja til rættis undirvísingargongdir, verkætlanir
og próvtøkur
• leggja til rættis fakliga innihaldið í útbúgvingini
í samstarvi við leiðslu skúlans
• luttaka í ráðlegging og verkætlanum á
skúlanum
Vit vænta, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi
ella aðra hægri útbúgving, ið gevur førleikar at
undirvísa teldustøðingum
hevur áhuga í undirvísing
dugir væl at samstarva og samskifta
• vilt vera við til at menna útbúgvingina og
skúlan
• ikki ræðist nýggjar avbjóðingar
Tað er fyrimunur, men ikki ein treyt, at umsøkjarin
hevur royndir við líknandi undirvísing.
Vit kunnu m.a. bjóða:
• eitt fakliga mennandi undirvísingarumhvørvi
• eftirútbúgvingarmøguleikar
• góðar arbeiðsumstøður
• ein spennandi og gevandi gerandisdag
Setanartreytir:
Starvið er tíðaravmarkað og verður sett eitt ár
í senn. Talan kann vera um parttíðarstarv ella
um fulltíðarstarv. Starvsstaður er Handilsskúlin í
Tórshavn.
Lærarar á teldustøðingaútbúgvingini verða løntir
sambært galdandi sáttmála.
Starvið verður sett skjótast til ber, og í seinasta
lagi 1. august 2009, um ikki onnur avtalað verður
gjørd.
Umsóknir:
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum vera
at senda Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegi 77,
Postsmogu 177, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu
vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 3. juli 2009.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Ainu L. Knudsen á tel. 317177 ella
á alk@hsh.fo.
Starv á Føroya Handilsskúla:
Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 200 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH) og 200 næmingar á Fyrisiting,
handli og skrivstovu (FHS). Undirvísingin fer fram í Havn og á Kambsdali. Í Havn starvast um 35 lærarar, á
Kambsdali 20. Umframt HH og FHS skipar Føroya Handilsskúli fyri kvøldskúla og framhaldsútbúgvingum, so sum
teldustøðingaútbúgving, HD og akademiútbúgving. Teldustøðingaútbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 2½ ár.
lærari til
telduStøðingar
FørOYa
HandilSSKÚli
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tel 31 71 77
Telefax 31 33 74
www.fh.fo
Frá SøluRásini 2009
Sølustevnan verður í høllini á Skála 7. og
8. november. Allir framsýnarar frá í fjør fáa
møguleikan at vera við aftur í ár. Er pláss og
tað er onkur, sum vil vera við í ár, vinarliga
send ein t-post til ag2112g9@skulin.fo og
skriva, hvat tit ætla at selja. Hetta er 12. árið
og hevur stevnan altið verið sera væl vitjað.
Vinarliga
SøluRásin2009