týsdagur 23. juni 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Søgan sigur, at Stavanger Dómkirkja
varð bygd í 1125, tá Sigurd Jorsala
farari gjørdi Stavanger til bispasæti.
Tað var Reinald biskuppur av
Winchester, ið hevði ábyrgdina av
byggingini.
Kirkjan er bygd í anglonor
manniskum stíli, allarhelst av
enskum handverkarum. Skjúts
eingilin hjá kirkjuni er St Svithun, og
annar armurin av honum skal vera
ein av upprunaligu halgilutunum hjá
kirkjuni.
Í 1272 herjaði ein eldur katedralin
og eftir hetta, varð eitt nýtt kór bygt
í gotiskum stíli.
Stavanger Dómkirkja er einasti
norski katedralur frá miðøld, sum
hevur varðveitt sína upprunaligu
útsjónd og verið nýtt loypandi.
Kirkjan er samstundis hin
elsta í Noregi og hevur frá tí
hon varð bygd í 1125 og fram
til reformatiónina verið sæti hjá
biskuppum í katólsku kirkjuni.
Eftir at hava verið stýrd út
Bergen nøkur ár, gjørdist kirkjan
sæti fyri leiðaru í Lutheriansku
kirkjuni í 1539. Í 1682 varð
bispasæti flutt til Kristianshavn,
men kirkjan gjørdist aftur
dómkirkja hjá Norsku kirkjuni í
1925.
Dómkirkjan liggur mitt fyri í
Stavanger við Breiavatnet fyri
sunnan og torginum og Vaagen
fyri norðan.
Býurin er vaksin upp kring
kirkjuna, sum í dag verður roknað
sum miðdepilin í Stavanger.
Eitt av mest vitjaðu støðunum,
sum ikki er náttúruskapt, er helst
oljumuseumið.
Hetta er eitt av mest kendu
museuum í Noregi, og greiðir eitt nú
frá norsku oljusøguni.
Museumið er sermerkt, bæði
í útsjónd og í innihaldi. Til ber at
síggja oljuboripallar frá teimum
fyrstu primitivu til teir allarnýggjastu
og mest modernaðu. Talan er
í nógvum førum um flótandi
hotell, sum eru samanbundin við
framleiðslupallar.
Modell vísa, hvussu pallarnir eru
festir í havbotnin við ílabandi, modell
eru av oljuskipum.
Ein av mest sigandi lutunum
á framsýningini er ein lítil partur
av einum beini av Alexander L.
Kielland, boriplatformurin, sum í
mars 1980 koppaði í illveðri. Tað
ber illa til at ímynda sær megina,
sum hevur skrætt tumma tjúkka
stálið, men vanlukkan varð veruleiki
fyri hetta flótandi hotellið – eitt
sonevnt flotel – og tað kostaði 123
fólkum lívið. 212 fólk vóru umborð
á pallforminum, og av teimum
bjargaðust bert 89.
Vit venda aftur til oljumuseumið í
Stavanger í einum komandi blaði.
Stavanger
Dómkirkja
Oljumuseumið
Vika 25:
Leiðin til London
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar