týsdagur 23. juni 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 117 • 23. juni 2009
2
Fyri nøkrum árum
síðani valdi Bjarne
Bærheim at umleggja
sín bóndagarð frá
at vera ein vanligan
traditionellan garð
til ein vitjunargarð,
serliga ætlaður at
geva størri og smæri
børnum eitt upplivilsi
Hugskotið at gera Soma Gård um til
ein vitjunargarð kom so líðandi fyri
Bjarne Bærheim.
- Eg rak jú garðin í mong ár sum
ein vanligan bóndagarð. Eg eri
útbúgvin innan økið. Men tað hendi
jú tað, at eg ofta hevði vitjan av
skúlaflokkum og eisini barnagørðum,
og tað endaði so við, at eg gjørdi
av at royna hetta við einum
vitjunargarði, sigur Bjarne Bærheim.
Fram til 1997 kom inntøkan frá
mjólkarframleiðslu og annars tí, sum
ein bóndagarður kastar av sær.
- Men tað øktist bara alsamt
við skúlaflokkum, sum fegnir vildu
koma á vitjan, og so búnaðist tankin
um, at kanska tað var vert at royna
at gera garðin um til ein fulltíðar
vitjunargarð, sigur Bjarne Bærheim.
Sum sagt so gjørt, og í 97 seldi
hann so mjólkarkvotuna og bygdi
garðin um.
- Eg byrjaði í tí smáa við djórunum
um summarið og eitt sindur av
jólagreyti um jóltíðir, men við tíðini
er tað bygt út, og fleiri djór eru
komin aftrat. Alt eru tó djór, sum
á ongan hátt eru ókend á einum
bóndagarði, sigur Bjarne Bærheim.
Í 2000 byrjaði hann so av álvara
at byggja út við stóra anlegginum,
og við tíðini komu nógvir fasilitetir
aftrat.
Hann roynir so vítt gjørligt at
halda seg til djór, sum finnast á
bóndagørðum. Tað er tískil ikki talan
um ein zoologiskan hava á nakran
hátt við krokodillum og øðrum
eksotiskum djórum.
Men tað finnast kortini fleiri djór
á garðinum, sum ikki beinleiðis eru
brúksdjór, men sum kortini finnast
á einum bóndagarði, eitt nú mýs og
kaninir.
Annars eru hestar, neyt, seyðir,
geitir, grísar og so framvegis at
síggja á garðinum.
Men umframt sjálvi djórini er
eisini nógv annað, sum børnini
kunnu huga sær við á garðinum.
Har eru einar seks smáar elektriskar
gravkýr, har er go-cart bani fyri tey
smáu og har eru hoppiborgir. Eisini
eru traktorar, bæði stórir og smáir,
og sjálvandi ber eisini til at ríða á
hestunum á garðinum.
Soma Gård er eitt av áhugaverdi
støðunum í Rogaland, serliga um tú
ferðast við børnunum. Og sum á so
mongum øðrum barnavinarligum
støðum skal tú seta meginpartin av
degnum av til vitjanina. Tær nýtist
heldu ikki sum vaksin at keða teg,
og mettuna fær tú eisini. Antin tú
so hevur grillmati við sjálvur og
grillar á einari av mongu grillunum
á garðinum, ella tú velur at keypa
úr kombineraða grillvogninum og
kioskini.
Soma Gård er vorðin ógvuliga
væl umtókt sum ferðamál, og
gerandisdagar er garðurin fullur
av barnagarðsbørnum ella
skúlaflokkum, og um vikuskiftini er
so opið fyri almenninginum.
Tilsamans vitja eini 60.000 fólk
Soma Gård árliga, og tað ber boð
um, at garðurin er eina vitjan verdur
Soma Gård