mikudagur 24. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 118 - 24. juni 2009
Klokkan níggju
morgun lat nýggi
Bónus handilin upp
hurðarnar inn í snotu
ligu hølini í Klaksvík.
Samstundis er vøruúr
valið vaksið úr 2500
upp í 5000 artiklar
HANDIUL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað hevði leingi ligið á
ljóðið, at Bónus skuldi fara
undir at byggja nýggjan
handil í Klaksvík, og Niels
Mortensen, stjóri, váttar, at
tað eru um trý ár síðani, at
tankin byrjaði at næla.
Men so í fjør kom ferð á
málið.
- Vit gjørdu av at søkja
Klaksvíkar kommunu um
byggiloyvi, og tað gekk ikki
meiri enn fjúrtan dagar, so
var hetta játtað okkum,
segði Niels Mortensen við
móttøkuna í gjárkvøld.
Teknistovan hjá Magnus
Hansen varð síðani biðin
um at fara undir at tekna,
og síðani bleiv arbeiðið
boðið út.
- Vit høvdu ongantíð hoyrt
um Norðhús, men teir høvdu
lægsta tilboðið og fingu
arbeiðið. Og tað hevur bæði
gingið skjótt og væl, segði
Niels Mortensen.
Byrjað varð í januar í ár,
og longu nú stendur allur
bygningurin liðugur – bæði
innan og uttan.
- Økið uttan er snøgt
astfalterað og parkerings
básar gjørdir, og so eru trø
og runnar eisini plantaðir.
Vit leigaðu býargartnaran
frá kommununi, og hann
hevur plantað fleiri stór trø,
umframt heilar 800 runnar.
Vónandi sleppa vit at leiga
hann at halda økið viðlíka
– og so skal kommunan
bara ansa eftir honum, ella
fara vit avstað við honum,
segði
Niels
Mortensen
skemtandi.
Økt vøruúrval
Sum nevnt stendur alt klárt at
taka móti fyrstu kundunum
klokkan níggju í morgun.
- Tað einasta, sum nú
manglar, er baksturin frá
Jórun – hann kemur av
góðum grundum ikki fyrr
enn áðrenn upplatingartíð í
morginárini, segði Niels
Mortensen við móttøkuna í
gjárkvøldið.
Hølini sjálv eru bæði stór
og
ljós,
og
sjálvandi
munandi størri enn í gamla
Bónus á Stangarvegnum.
- Gamli handilin kann
standa fýra ferðir inni í
nýggju
hølunum,
sigur
Niels Mortensen.
At hølini eru vorðin størri,
kemur sjálvandi fyrst og
fremst kundanum tilgóða.
Nú verða munandi fleiri
vørur at velja ímillum.
- Sjálvt vøruúrvalið í
gamla Bónus á Stangar
vegnum var umleið 2500.
Her í nýggja handlinum er
tað vaksið til 5000, sigur
Niels Mortensen.
Eingin ivi
Hann er serliga fegin um,
staðið, har handilin liggur.
- Ja, vit liggja sera væl fyri.
Nú er Bónus tað fyrsta, fólk
síggja, tá tey koma til
Klaksvíkar, og tað seinasta,
tey síggja, tá tey fara avstað
aftur, sigur Niels Mortensen.
Hann er als ikki bangin
fyri, at altjóða fíggjarkrepp
an fer at hava nakran
avgerandi týdning fyri hesa
nýggju
verkætlanina
í
Klaksvík.
- Tíðirnar eru altíð upp
og niður, og tá vit fyri
einum
ári
síðani
tóku
avgerð um at fara undir at
byggja hendan handilin, so
vóru vit ongantíð í iva um,
at hetta var tað rætta at gera,
sigur Niels Mortensen.
Tað verður eisini kundan
um tilgóða, at vøruúrvalið
nú er tvífaldað.
- Tað verður seg innan allar
vørur, kanska serliga innan
kjøtvørur, at kundin serliga
fer at merkja økta úrvalið,
sigur Niels Mortensen.
Nú Bónus hevur fingið
nýggj og snotilig høli í
Klaksvík, er so spurning
urin, um aðrar ætlanir eru í
stoypiskeiini hjá stjóranum.
- Tað havi eg ongar
viðmerkingar
til,
sigur
Niels Mortensen, sum ikki
vil avvísa, at okkurt kann
verða í kikaranum.
Bónus letur hurðarnar upp
Niels Mortensen, stjóri, framman fyri nýggju
hølunum hjá Bónus í Klaksvík við Borðoyavík
Ferðafólk skuldu vera barlast
71 ferðafólk, sum skuldu av Mallorca til Newcastle í Bretlandi við
einum flogfari hjá flogfelagnum Thomas Cook, sýttu fyri at fara við.
Orsøkin var, at ferðafólkini fingu boð um at seta seg har afturi í flog
farinum fyri at tryggja flogfarinum javnvág, skrivar blaðið Daily Mail í
dag. Sambært flogfelagnum fekst hurðin á aðrari síðuni á flogfarinum
ikki upp. Tí var neyðugt at koyra alt viðførið inn tann vegin, og tað
gjørdi, at flogfarið bleiv ov tungt framman. Ferðafólkini fingu tí boð um
at seta seg har afturi fyri at fáa javnvág í. Men 71 av teimum 186, sum
skuldu við flogfarinum, søgdu nei, og tí vóru bara 115 ferðafólk við
flogfarinum, tá tað setti seg í Newcastle, skrivar Daily Mail.
Valevni gevst
Mohsen Rezaie, sum stillaði upp til forsetavalið í Iran tann 12.
juni, hevur nú boðað myndugleikunum frá, at hann hevur slept
skuldsetingini um valsvik. Rezaie mótmælti annars valúrsliti
num saman við hinum báðum andstøðuvalevnunum, Mousawi
og Karoubi. Men í einum brævi við tað ovasta vaktarráðið
skrivar Rezaie, at tað hevur størri týdning at tryggja frið og
landaskil heldur enn at keglast um eitt valúrslit. Tí hevur hann
valt at taka sína kæru aftur, skrivar hann. Hini bæði valevnini
hjá andstøðuni krevja framvegis, at valið tann 12. juni verður
ógildað, tí at talan var um umfatandi valsvik.