Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 24. juni 2009 5 tíðindi Sum nakað nýtt hevur Bónus handilin í Klaksvík ein hugnagarð við sjónvarpi til børnini Nógv fólk, bæði lokalir politikarar, umboð fyri heilsølur, umboð fyri arbeiðstakarar, fjølmiðlar og vanlig áhugað, vóru møtt til móttøkuna í gjárkvøldið Nýggju hølini eru sera snotilig, ljós og luftig Gamli handilin passar fýra ferðir inn í nýggju hølini Arbeiðsloysið verður 10% Nýggjar forsagnir hjá OECD vísa, at arbeiðsloysið í limalondunum verður 9,9 prosent um árslok næsta ár. OECD sigur,at fer tann nýggja metingin at halda, merkir tað, at 57 milliónir fólk í limalondunum vera arbeiðsleys um árslok næsta ár. Tað eru 25 milliónir fleiri enn fyri tveimum árum síðani. Arbeiðsloysið hevur ikki verið so stórt í OECD-londunum síðani í 1970, tá tað var 9,8 prosent. Til sammetingar kann nevnast, at fyri tveimum árum síðani var tað 5,8 prosent. Aðalskrivarin í felagsskapinum, Angel Gurria, sigur við Reuters, at arbeiðsloysið fer at tálma búskapargongdini í langa tíð frameftir. Kreppa millum Bretland og Iran Bretski forsætisráðharri, Gordon Brown, boðaði í gjár frá, at stjórnin hevði gjørt av at koyra tveir iranskar diplomatar av landinum. Avgerð­in var ein beinleiðis avleiðing av, at Iran rendi tveir bretskar diplomat­ar av landinum mánadagin. Í einari røðu í Parlamentinum segði Brown, at iranar høvdu onga orsøk til at koyra teir báðar bretsku diplo­matarnar til hús, og tí hevði Bretland ikki annað í at velja enn at svara aftur. Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, kravdi sunnu­dagin, at USA og Bretland skuldu gevast við at leggja seg út í innan­hýsisviður­skifti í Iran og sipaði til ófriðin aftan á valið tann 12. juni.