Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 118 - 24. juni 2009 Rannsóknin inni í nýggja partinum av kirkjugarðinum heima á Sandi, sum farin varð undir seinasta summar, varð tikin upp aftur mánadagin. Rannsóknin verður gjørd fyri at fáa til vega pláss til at jarða lík í TÍÐINDASKRIV Neyðugt er at kanna nýggj­ ara partin av kirkjugarðinum forn­frøðiliga av tí at kann­ ingar áður hava staðfest, at í lendinum finnast leivdir eftir fornari búseting. Sam­ bært fornminnalóggávuni eru slíkar leivdir friðaðar. Tískil mugu leivdirnar stað­ fest­ast og kannast, áðrenn tær verða loystar úr friðing. Lendið, farið varð undir at kannað seinasta summar, er upp á umleið 80 m², og arbeitt verður aftur í ár í fýra vikur – í tíðarskeiðinum 22. juni til 20. juli. Fornfrøðiliga er lendið sera áhugavert. Rannsóknir í 1970- og 80-árunum hava staðfest, at búleikast hevur verið í hesum víðfevnda lendi síðan einaferð í vík­ inga­øld og fram til uml 11- 1200-árini. Umframt at leivd­ir eru funnar av bygn­ ing­um, so sum gólvum, veggj­um, eldstøðum og ymisk­um steinsetingum, eru eisini funnar leivdir eft­ ir ymiskum virksemi, eitt nú jarnsmið. Serliga áhuga­ vert var í 1989 tá 12 gravir komu undan kavi. Tey deyðu vóru jarðað við ym­isk­um lutum – so sum arm­bondum og hálsketum úr ymiskum litaðum perlum úr glasi, beini og rav, nøkur við silvurringum og knív­ um. Eitt av fólkunum hevði fingið ein arabiskan silvur­ mynt við sær í grøvina – ein sonevndan kufiskan mynt, ið er hin einasti, ið funnin er her í oyggjunum. Mynt­ur­ in er sligin í 9. øld, og man verða komin hendan vegin einaferð í fyrru helvt av 900-árunum. Undir rannsóknini sein­ asta ár varð øll moldin, ið grivin varð upp, tikin til høldar sum sýni og vatn­ sold­að. Tilfar so sum djóra­ bein o.a. varð tikið til síðis, meðan tað, sum lá eftir í soldinum varð turkað. Plantu­leivdir úr turkaða tilfar­inum, eru í vetur kannaðar á universitetinum í Durham í Onglandi. Eitt nú er vorðið greitt, at ovur­ honds rúgva av kolaðum korni er funnið í hesum til­ fari, ið helst stavar frá hand­ faringini av at turka korn har á staðnum – í einum av bygningunum, leivdir vórðu funnar av. Hesar kanningar eru enn ikki liðnar, og vóna vit, at úrslit spyrjast innan alt ov leingi. Eisini eru sýni send til kolevnis-14 tíðar­ fest­ingar at tíðarfesta hetta virksemi. Hesi fyribilsúrslit staðfesta fatan okkara av, at tað neyvan er her, at fólk hava búð, men heldur, at her hava fólk tikist við ym­isk arbeiðið og hand­ verk. Rannsóknarhópurin í ár, ið telur 15 fólk, eru umframt ein føroyskan forn­frøði­les­ andi og fornfrøðingar av Før­oya Fornminnissavni, forn­frøðingar og forn­frøði­ lesandi frá universitetinum í Bradford í Onglandi. Sum nakað serligt í ár verður skipað fyri undirvísing fyri teimum ungu lesandi, ið tey fáa góðskrivað í sambandi við lesnað teirra. Talan er so­statt um eitt slag av felt­ skúla, ið vit í arbeiðið okk­ ara ætla at útbyggja og menna framyvir. Tað er Føroya Fornminn­ is­savn, ið fyriskipar rann­ sókn­ini. Arbeiðið verður gjørt sum liður í altjóða verkætlanini “Heart of the Atlantic”, sum seinnu árini hevur verið arbeitt við á ymiskum støðum á Sandi. Verkætlanin hevur verið fíggj­að við stuðuli frá olju­ fel­øgunum Anadarko og BP, frá amerikanksa vísinda­ grunn­inum umframt frá Granskingargrunninum í Før­oyum. Í ár verður arbeið­ ið í høvuðsheitum fíggjað um løgtingsins fíggjarlóg, m.a. við tað, at talan er um neyðrannsókn. Vit vilja gera vart við, at fólk eru vælkomin at vitja rannsóknina, har vit greiða áhugaðum frá arbeiðinum og tí, ið har kemur undan kavi. Eisini ber til at ringja til kunningarstovuna heima á Sandi, um tit hava onkrar spurningar rannsóknini viðvíkjandi - tlf. 361836. > Samskip søkir eftir formanni til frystigoymsluna í Kollafirði Starvslýsing: Sum formaður fært tú høvuðsábyrgd av øllum tí dagliga arbeiðinum á goymsluni. Tú kemur eisini at hava ábyrgd av, at skrásett verður í telduskipanini á fullgóðan hátt. Formaðurin syrgir í hesum sambandi eisini fyri, at manna- gongdirnar framhaldandi vera mentar í HACCP, góðsku- skipanini, til tess at tryggja, at heilsufrøðilig krøv og kundans ynskir verða gingin á møti. Starvskrøv: Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, hevur góð samstarvs- og samskipanarevnir og dugir at samskifta við umhugsni – eisini tá ið harðast leikar á. Eisini vænta vit viðkomandi telduførleika og royndir. Seinasta freist at søkja er 03. juli kl. 16.00. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. 8 A A 8 @ @  "  F Ü 4  "  A @ & + & & ( > Fyrirtøkan Samskip er ein altjóða flutningsfyritøka. Fyritøkan er ein tann størsta bingjuflutningsfyritøkan í Europa og bjóðar millum annað flutning av vøru til og úr Føroyum. Í Samskip samtakinum arbeiða uml. 1.400 fólk í fleiri enn 20 londum. Samskip byrjaði í Føroyum í 2004 og er í dag ein av leiðandi feløgunum innan flutning til og úr Føroyum. Virksemið hjá Samskip verður samskipað í Kollafirði og Tórshavn. Frystigoymslan hjá Samskip í Kollafirði rúmar 7.000 tonsum. Skipini Helgafell og Arnarfell eru skrásett í FAS skipanini. Tvey skip, á 900 TEUs hvørt, og eitt skip, 1.100 TEUs eru í fastari linjusigling til og úr Føroyum. Vit bjóða: ˾ ÓÞÞÝÚÏØØËØÎÓÙÑËàÌÔŇƒËØÎÓÝÞËÜàĜÏÓØß×ÎãØË×ÓÝÕß× kappingarumhvørvi ˾ ÓÞÞŇÐÙÜ×ÏÖÞÙÑàÓÜÕÓƒËÜÌÏÓƒÝß×ÒàśÜàÓ ˾ ŇƒËÜÝÞËÜàÝÐÏÖËÑËÜÙÑÑŇƒËÜËÜÌÏÓƒÝß×ÝÞśƒßÜ Meira kunning: Hevur tú spurningar til starvið, ring vinarliga til Niels Mad- sen, deildarleiðara hjá Samskipum í Kollafirði, á tlf. 47 77 77 ella skriva til t-post niels.madsen@samskip.com Løn sambært avtalu. Umsókn skal sendast til: Samskip P/F Bryggjan FO-410 Kollafjørður goymsluskipanini á fullgóðan hátt. Fornfrøði- ligu rann- sóknirnar halda fram