Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 118 - 24. juni 2009 - Tað er óhugsandi, at vit fara at góðtaka, at samgongan nú skal sleppa at leggja slanguna niður kassan hjá ALS fyri at sleppa undan halli á fíggjar­lógini, sigur Alfred Petersen, formað­ur í stýrinum fyri ALS Krepputiltøk Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg taki hatta sum skemt. Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS, var óvfarin, tá ið hann frætti í Kringvaprinum í gjár, at samgongan nú ætlar at áleggja ALS at betala minstuløn til fiskimenn. Kringvarpið upplýsti í gjár, at ein partur av ætlaðu krepputiltøkunum hjá sam­ gonguni fyri at bøta um hallið á fíggjarlógini, er at flyta alla inntøkutrygdina hjá fiskimonnum yvir í ALS. Hetta er eitt tiltak, sum saktans kann fáa meiriluta á Løgtingi, tí tá ið fíggj­ar­ lógin fyri 2009 var til viðgerðar, setti Tjóð­veldið sama uppskot fram. Verður hetta gjørt, fer tað at spara landskassanum einar 30 milliónir um árið, men tað noyðist ALS so at betala ístaðin. Tað reina gass - Skal eg vera púra ærligur, haldi eg, at hetta er tað reina gass, sigur formaðurin fyri ALS stýrið. Og hann leggur afturat: Eg veit ikki um hetta skal takast sum tekin um, at politikarar ikki tola at síggja pengar, so skulu teir eftir teimum. Hann heldur eisini, at tað er heilt óhugsandi, at stýrið fyri ALS fer at góðtaka eina slíka skipan. Og hann veit heldur ikki um tað letur seg gera. Hann sigur, at fara politikararnir at áleggja ALS fleiri skyldur, fer tað at líkjast ognartøku og tað er ólógligt. ALS er ein skipan uttan­ fyri tann politiska myndug­ leikan og tí kunnu teir ikki bara áleggja skipanini at betala hetta ella hitt, sigur hann. Hann vísir eisini á, at tá ið skipanin varð broytt fyrr í ár, var tað at kalla eitt politiskt krav, at alt ALS stýrið skuldi klára at semj­ ast um broytingarnar, tí politiski myndugleikin vildi ikki smoyggja nakað niður yvir høvdið á skipanini. - Tá var ein semja gjørd við alla politisku skipanina, at politiski myndugleikin skuldi ikki smoyggja nakað yvir høvdið á ALS og eg eri so mikið góðtrúgvin, at eg vænti ikki, at politikararnir nú ikki fara at taka stýrið av ræði. Tøma ALS Men Alfred Petersen stúrir eisini fyri, at byrja polit­ ikararnir fyrst at leggja fleiri og fleiri skyldur yvir á ALS, kann tað verða skjótt, at grunnurin verður tømdur. - Hvat verður so tað næsta? Skal ALS kanska eisini átaka sær ymsar útreiðslur fyri Almanna­ stovuna, so at landskassin kann spara útreiðslur, ella hvat, spyr hann. Hann er eisini vísur í, at tað, sum hevur bjargað ALS, er nettupp tað, at skipanin liggur fullkomiliga uttanfyri alt politiskt ræði. - Røddir hava verið frammi um at fáa ALS inn á fíggjarlógina. Eg eri vísur í, at var tað hent, var skipanin tóm nú og so var onki til tey arbeiðsleysu, leggur hann afturat. Hann sigur, at ALS hevur sanniliga víst samfelags­ sinni og hevur tikið sín part av kreppuni á seg. Útgjaldið er hækkað upp í 80% av lønini og heilt upp í 20.000 krónur um mánaðin fyri tey við góðari løn. Samstundis hava fiskimenn fingið betri umstøður og teir, sum sigla undir FAS, eru eisini komnir við. Hann sigur, at alt hetta kostar skipanini nógvar peng­ar, men leggja polit­ik­ ararnir nú slanguna niður í kassan afturat, er tað skjótt, at hann verður tømdur. Og hann viðgongur eisini, at tað kemur óvart á hann, at politikararnir royna at sleppa sær undan eini útreiðslu við at turka hana upp í ALS. Tola ikki at síggja pengar Ingeborg Vinther sigur, at ætla politik­ ararnir sær at neyð­ taka ALS, verður tað undir ongum umstøðum góðtikið Krepputiltøk Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er ørskapur. Ingeborg Vinther, sum er limur í stýrinum fyri ALS, trúði ikki sínum egnu oyrum, tá ið hon hoyrdi í Kringvarpinum í gjár, at eitt krepputiltak hjá samgonguni fyri at bøta um hallið á fíggjarlógini, er at flyta alla inntøkutrygdina hjá fiskimonnum yvir í ALS. Hetta er eitt tiltak, sum saktans kann fáa meiriluta á Løgtingi, tí tá ið fíggjarlógin fyri 2009 var til viðgerðar, setti Tjóð­ veldið sama uppskot fram. Verður hetta gjørt, fer tað at spara landskassanum einar 30 milliónir um árið, men tað noyðist ALS so at betala ístaðin. Men Ingeborg Vinther slær fast við sjeytumma seymi, at hetta verður ikki góðtikið undir nøkrum umstøðum. - Gera politikararnir álvara av hesi ætlan, fer tað fullkomiliga at beina fyri tí sindri av tí áliti, sum er eftir á politisku skipanina. Krevja politikararnir nú, at ALS nú eisini skal betala minstulønina hjá fiski­ monnum, er tað beinleiðis at neyðtaka skipanina og tað sleppa teir ikki, stað­ festir hon. Ingeborg Vinther stað­ festir, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS og sum stjórna honum. - Nú hava vit eisini bøtt munandi um skipanina so at arebeiðsleys fáa munandi hægri útgjald fyri at forða fyri, at fólk rýmir av landinum nú arbeiðsloysið veksur og tað er dýrt fyri skipanina. Tí kann tað ikki undir nøkrum umstøðum góð­ takast, at politikararnir nú leggja slanguna niður í kassan hjá ALS fyri at bøta um úrslitið á fíggjarlógini. - Politikararnir skulu halda fingrarnar langt vekk frá ALS og lata skipanina sleppa at virka í friði fyri sínum endamáli. - Men tað tykist sum um at politikararnir ikki tola, at arbeiðsmarknaðurin hevur dugað at halda hús við ALS, tí teir hava prógvað, at tað duga teir sjálvir ikki. - Men ALS skal ikki bløða fyri, at politikararnir ikki duga at húsast við landsins pengum, leggur hon afturat. Eins og formaðurin fyri stýrinum ger í hinari grein­ ini, kallar eisini Ingeborg Vinther hetta fyri eina ognar­tøku og tað er ólógligt. Sleppa ikki at neyðtaka ALS Ætla ikki at forkoma NATO Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, avsannar, at russiska stjórnin roynir at forkoma verjusamgonguni NATO við at tosa um eina heilt nýggja trygdarskipan fyri alt Evropa. Lavrov váttaði, at russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, hevur nevnt møguleikan fyri at fáa ein bindandi trygdarsáttmála millum øll lond í Evropa, men hann helt uppá, at uppskotið hjá forsetanum er ikki ein roynd at forkoma NATO-samstarvinum. Sergei Lavrov segði, at Russland fer ikki at noyða nakað land at taka undir við hugsjónini hjá forsetanum, og hann ivaðist ikki í, at ein trygdarskipan fyri Evropa kann tvinnast saman við NATO. - Eg veit ikki um hetta er eitt tekin um, at politikararnir ikki tola at síggja pengar, sigur Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS