Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 118 - 24. juni 2009 STÓRFINGIN GÁVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tað hoyrdist sum slatur, at okkum óvanligt fór at henda í sambandi við móttøkuna hjá nýggja handlinum hjá Bónus í Klaksvík í gjár­ kvøldið. Og so varð. Eftir at hava bjóðað væl­ komin og greitt frá gongdini við arbeiðinum av nýggja Bónus handlinum í Klaks­ vík, læt Niels Mortensen »bumb­una« bresta. Hann boðaði frá, at SMS hevði tikið avgerð um, at lata Klaks­víkar kommunu gamla Spinnaríið, sum nú er nærmasti granni hjá nýggja Bónus. Í tí sambandi hevði SMS latið gera eitt gávubræv, og tað nýtti Niels Mortensen høvið at handa Gunvá við Keldu, borgarstjóra. Hon í sínum lag nýtti somuleiðis høvið at takka fyri hesa »stór­fingnu gávu«, sum hon málbar seg. Vit spurdu hana, hvat ein slík gáva fór at merkja fyri kommununa og býin: - Fyrst vil eg siga, at hetta er ein ótrúliga flott gáva, vit hava fingið frá SMS. Men hon setir eisini ávís krøv til býráðið. Tað liggur í gávuni, at vit skulu brúka húsini til eina breiða viftu av mentanarligum tilboðum, og tað verður so uppgávan hjá okkum nú, hvussu vit vilja innrætta okkum í hesum húsunum, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at býurin sum er hevur hølir, men manglar húsarúm fyri størri fram­ førsl­um. Spinnaríið kann rúma millum 200 og 300 áskoð­arum. Spennandi avbjóðing Borgarstjórin sigur, at sum fíggjarliga støðan er, er tað ein avbjóðing at finna fram til, hvussu tey gera nyttu av hesari stóru gávuni. - Men tað er eisini ein spurningur um at raðfesta, og eg síggi hetta sum eina spennandi avbjóðing at fáa gjørt nyttu av húsunum, sig­ ur Gunvá við Keldu. Eisini varaborgarstjórin og formaður í ment­an­ar­nevnd­ ini hjá Klaksvíkar bý­ráð, Jógv­an Skorheim, var ovur­ fegin um gávuna frá SMS. - Lat meg undirstrika, at hetta er ein ótrúlig og spenn­ andi gáva. Vit fara nú í holt við at fyrireika ein byggi­ bólk, sum skal staðfesta, hvat skal verða inni í hesum bygninginum. Men tað ligg­ ur í kortinum, at hetta skal brúkast til mentanarhús og kanska eisini til tón­lista­skúla. Tað kann nýtast til sjón­leik, og tað verður kanska eisini eitt kaféumráði í húsinum, sigur Jógvan Skor­heim. Býráðið hevur vitað í ein­ ar tríggjar mánaðir, at gávan var á veg, so hvussu hevur tað verið at verið noydd at hildi hetta loyniligt, sam­ stund­is sum stórur ágangur hevur verið um sparingar í Atlantis? - Tað hevur verið sera trup­ ult, og ofta hevur tað verið ringt ikki at avdúka alt. Hinvegin hevur verið sera spennandi at arbeit við málinum, og tað liggja tekn­ ingar á borðinum. Hetta er ein uppgáva, sum býráðið á ongar hátt hevði megnað at farið undir í hesum tíðum, so húsini koma sera væl við, sigur Jógvan Skorheim. Geva aftur Niels Mortensen sjálvur held­ur, at samfelagið í Klaks­vík hevur givið Bónus nógv, og at hetta skuldi met­ ast sum at geva nakað aftur til lokalsamfelagið. Gamla Spinnaríið fylgdi meiri ella minni við, tá økið varð keypt, men tað var fyrst og fremst stykkið, har nýggja Bónus nú liggur, sum hevði áhuga. - Eg visti ikki so nógv um Spinnaríið, tað var sum so ongantíð við í ætlanunum. Eg var ikki inni í bygn­ing­in­ um fyrr enn fyri umleið hálv­ um ári síðani, og tá gjørd­ist eg rættiliga berg­tik­in av hon­ um, og eg haldi tað hevði ver­ið synd, um hann ikki bleiv brúktur við skili, sigur Niels Mortensen. Bygningurin er serligu á tann hátt, at alt er gjørt út betongi. Tað verið seg vind­ eygakarmar og sjálvt sperr­ urnar eru úr betongi. Niels Mortensen dugir ikki í løtuni at siga, um teir møguliga kundu fingið brúk fyri bygninginum ella økinum seinni. - Eg haldi bara, at tá tú fær ein slíkan møguleika, so er tað av týdningi, at geva eitt sindur aftur, sigur stjórin í Bónus. Einasta treytin fyri at geva kommununi hesa gáv­ una er, at húsið verður brúkt til mentanarligt endamál. - Vit hava sjálvandi tosað við kommununa um húsini. Einasta treyt ella ynski, vit hava sett fram er, at húsið verður nýtt til mentanarlig endamál, hvussu hetta verð­ ur gjørt, er upp til komm­un­ una, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS og Bónus. Klaksvík stórfingna gávu Niels Mortensen, stjóri í Bónus og SMS, handaði Gunvá við Keldu gávubrævið upp á Spinnaríið á móttøkuni fyri nýggja Bónus í gjárkvøldið Tá móttøka var fyri innbodnum og miðlunum í nýggja Bónus handlinum í Klaksvík týskvøldið, handaði stjórin í Bónus og SMS, Niels Mortensen, kommununi gamla Spinnaríið í býnum Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri og formaður í mentanarnevndini, er sera fegin um ótrúligu gávuna, sum kommunan hevur fingið Ætlaði álop á sendistovur Myndugleikarnir í Pakistan hava tikið ein mann, tí teir hava ill­ gruna um, at hann ætlaði at søkja at svensku sendistovuni í Islama­ bad. Aftenbladet skrivar, at maðurinm varð tikin fríggjadagin, og at hann hevði savnað sær tvey tons av spreingievni til álopið. Pak­ist­ onsku mynduglerikarnir siga, at spreingievnið skuldi brúkast til álop á fleiri vesturlendskar sendistovur, og at tann svenska var ein teirra. Hinar sendistovurnar vóru tær hjá Noregi, Italia, Kekkia, USA og Suðurafrika. Sambært Ritzau var tann danska sendistovan ikki millum tær, sum stóðu fyri skotum. Fyri einum ári síðani varð danska sendistovan í Pakistan álopin, og seks fólk lótu lív. Berlusconi avsannar sexkeyp Í Italia vísir Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, aftur skuldsetingum um, at hann skal hava keypt sær kynsligar tænastur. Hann avsannar eisini tíðindi um, at hann skal hava leigað skøkjur til veitslur, sum hann hevur hildið sum forsætisráðharri. Hetta er fyrstu ferð, at Berlusconi hevur tosað við fjølmiðlarnar um tær grovu skuldsetingarnar, sum hava fylt nógvar blaðsíður, síðani ein ung kvinna greiddi frá, at hon hevði fingið 7.000 krónur fyri at fara til eina veitslu hjá Berlusconi, og at hon dvaldi hjá honum alla náttyina. Men hetta er ósatt, sigur forsætisráðharrin við eitt italskt blað.