mikudagur 24. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 118 - 24. juni 2009
Í gjár fingu 30 starvs
fólk á Skipasmiðjuni
á Skála at vita, at tey
ikki longur hava eitt
arbeiði. Grundar
lag er ikki longur
fyri virksemi á
Skála Skipasmiðju,
sum tí letur aftur.
Hetta kemur illa
við hjá komm
ununi, staðfestir
borgarstjórin
Uppsagnir
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Tað vóru eini brádlig og
keðilig tíðindi, Portalurin
bar borgarstjóranum í Runa
víkar Kommunu, Magnus
Rasmussen, í morgun, tá
tað var greitt at skipasmiðjan
á Skála letur aftur.
- Hetta kemur óvart á meg.
Skattainntøkurnar hava verið
minkandi, og hetta kemur
illa við, staðfestir Magnus
Rasmussen, borgarstjóri.
Á skipasmiðjuni á Skála
hevur nógv arbeiði verið til
tíðir og minni til tíðir, men
borgarstjórin er ikki í iva
um, at virksemið har hevur
havt stóra ávirkan á allan
Skálafjørðin.
- Taka vit inntøkurnar
fyri
teir
fyrstu
fimm
mánaðirnar og rokna fram,
so koma 7 milliónir at
mangla í, eftir verandi
fíggjarlóg. Vit hava verið
inni og hugt eftir hesum, og
royna sum frægast at spara.
Men hetta bøtir ikki um
støðuna, staðfestir borgar
stjórin í Runavíkar Komm
unu, Magnus Rasmussen.
- Vit fingu at vita, at einki
var at gera, og at skipa
smiðjan mátti lata aftur.
Tað segði Jóhannus Berthel
sen, formaður í Skála Hand
verkarafelag, við Dimma
lætting í morgun.
Niðurgongdin støðug
20. januar í ár var ein onnur
sparirunda hjá MEST á
Skála, tá 10 fólk vóru upp
søgd, og tvey verkfrøð
ingastørv ikki vórðu sett
aftur. Hetta kom eftir at
virksemið var minkað, eftir
at seinasti nýbygningurin
varð latin eigarunum í fjør.
Talan var um nýggja Thor
Omega.
Tá
segði
Eyðfinn
Egholm, stjóri á MEST, at
eingin nýggj verkætlan við
nýbygningum var í um
búna, og at tey tí fóru at
royna at styrkja kjarnuvirk
semið, sum er umvælingar
og viðlíkahald av skipum.
Hetta hevur eftir øllum at
døma ikki eydnast nóg væl,
og tí letur MEST skipa
smiðjuna á Skála nú aftur.
Eyðfinn Egholm, stjóri á
MEST, er eftir øllum at
døma uttanlands í løtuni,
og er tískil ikki at hitta.
Heldur ikki Mouritz Mohr,
ið
er
rakstrarleiðari
á
Skipasmiðjuni á Skála, var
at hitta áðrenn evstamark.
Sorgardagur á Skálafjørðinum
Ísland sum Búlgaría og Kasakstan
Íslendski ríkiskassin verður ikki mettur serliga tryggur sum lántakari.
Heimasíðan hjá Íslandsbankanum skrivar, at sum lántakari á altjóða
fíggjarmarknaðinum er Ísland nú í bólki saman við londum sum Bulgaria,
Kasakhstan, Ungarn og Kroatia. Sagt verður, at fyri bara nøkrum mánaðum
síðani varð Ísland mett sum tryggur lántakari, men at støðan er broytt sera
nógv teir seinastu mánaðirnar. Ísland er nú í bólki saman vbið londum, sum
hava tørv á fíggjarligari hjálp uttaneftir fyri at vinna á búskaparkreppuni, og
tað setir Ísland í bólk við londum sum Serbia, Ukraina og Moldova, skrivar
Íslandsbankin. Hesi londini hava eins og Ísland biðið Altjóða
Gjaldoyragrunnin IMF um hjálp.
Kavi í Týsklandi
Tað er synd at siga, at tað hevur verið serliga summarligt í
týska landspartinum Bayern tað seinasta samdøgrið. Uppi á
teimum hægstu fjøllunum er rættiliga nógvur kavi komin nið
ur, og niðri á láglendinum er gloprarregn og vatnflóð. Týska
veðurstovan sigur, at ovast á fjallinum Zugspitze eru meiri enn
60 centimetrar av kava komin niður teir seinastu 24 tímarnar,
soleiðis at nú er kavin har næstan tríggjar metrar tjúkkur. Niðri
í dølunum hevur tað regnað so illa, at eftir einum samdøgri
regnaði tað 70 centimetrar. Tað hevur gjørt, at fleiri áir eru
farnar upp um áarbakkarnar við tí úrsliti, at vatnflóð er í fleiri
bygdum og býum, skrivar týska tíðindastovan DPA.
Rørsla
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Dagstovnurin við Kráir í
Hvalvík og barna- og ung
dómsdeildin
hjá
EB-
Streymi skipa fríggjadagin
26. juni fyri barnakarnevali
við Margáir frá klokkan
15 til 20. Tiltakið er fyri
øll børn í Sundalagnum
og familjur teirra.
Tað verður ítróttarøkið
við Margáir, sum verður
karmur um stóra Barna
karnevalin. Fyriskiparar
nir hava sett nógv á
skránna til tiltakið.
Inni á økinum verður und
irhald á stóra pallinum, sum
verður settur upp, djóra
framsýning, hoppiborgir og
ymsar kappingar. Eisini
hava tey fingið sjúkrabil,
politibil og sløkkiliðsbil at
luttaka, sum børnini so
kunnu síggja. Eisini vera
aðrir
stórir
bilar
og
maskinur við.
Fleiri forkunnugar fram
førslur verða eisini á palli
num. Nósi, Bassi og Silvi
koma á vitjan, og tað, at
Rørsluár er, kemur eisini
at seta sín dám á tiltakið.
Eisini verður klovnurin
Bobo við, og síðst, men
ikki minst, Faroe5, ið fara
at syngja og dansa. Hetta
verður aftaná klokkan 17.
Tað verða allir dagstovn
arnir í Sunda kommunu,
sum fara at hittast til hetta
tiltakið, og er talan tá um
hundraðtals børn. Tey fara
saman at byrja tiltakið, tá
tey klokkan 15 hittast við
Kráir, har dagstovnurin í
Hvalvík liggur, og fara í
skrúðgongu, við Norð
ljómi á odda, fram til
Margáir.
Barnakarnevalur við Margáir
Fríggjadagin verður ítróttaøkið við Margáir í Streymnesi, í samband við at rørsluár er, karmur um stóran
barnakarneval. Fyrireikararnir vænta sera nógv fólk, og øll børnini í Sundalagnum eru boðin
Skála Skipasmiðja letur nú aftur, og hetta kemur illa við hjá Runavíkar
Kommunu, ið longu hevur minkandi skattainntøkur
Savnsmynd