mikudagur 24. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 118 - 24. juni 2009
Icelandair gott umdømi
Íslendska flogfelagið Icelandair fær góð ummæli í einari
nøgdsemiskanning, sum evropeiski flogfelagsskapurin AEA
hevur almannakunngjørt. Sambært kanningini var Icelandair
tað einasta av flogfeløgunum, sum ikki avlýsti nakra ferð í
tíðarskeiðinum frá november í fjør til mars í ár. Tá talan var
um at halda fráferðar- og komutíðir á longum ferðum, var
Icelandair á øðrum plássi og á triðja plássi, tá talan var um
meðallangar og stuttar ferðir. AEA sigur, at fer ella lendir eitt
flogfar minni enn 15 minuttir frá tí, sum stendur í
ferðaætlanini, verður tað roknað um, at flogfarið hevur hildið
ferðaætlanina.
Svínakrímið breiðir seg
Myndugleikarnir í norðara parti av Kanada hava staðfest 30
nýggjar tilburðir av svínakrími, og sostatt eru 234 tilburðir nú
skrásettir í økinum, skrivar CBS News. Sagt verður, at 21 av
teimum smittaðu hava fingið viðgerð á sjúkrahúsi, og at 15
teirra eru sloppin heimaftur. Myndugleikarnir hava mælt frá, at
skúlar, dagstovnar ella verksmiðjur lata aftur, men at fólk, sum
halda seg hava fingið sjúkuna, skulu venda sær til lækna at
biðja um ráð. Kanadisku myndugleikarnir siga, at í øllum
landinum hava teir staðfest næstan 6.500 tilburðir av
svínakrími, og at 15 fólk eru deyð av sjúkuni. 400 hava fingið
viðgerð á sjúkrahúsi.
Skipabygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sigast kann ikki annað enn,
at leirvíkingar saman við
góðum kreftum her heima
og uttanlands rættiliga havt
spílað seg út í sínum ætl
anum innan supply-vinnu.
Íløgurnar, sum eru ætlaðar í
trimum nýbygningum, eru
tær størstu nakrantíð í før
oyskari skipasøgu.
Fyrsta skipið av tveimum
kemur á Havnina leygar
dagin, og seinni í heyst
kemur ætlandi næsta skipið,
um alt gongur sum ætlað.
Sáttmáli er eisini um eitt
triðja skip, men støðan á
altjóða
fíggjarmarknaði
num ger, at ein ávísur ivi er
um henda sáttmála beint í
løtuni. Øll vita, hvussu tað
hevur gingist fleiri bankum
og fíggingarstovnum kring
um í heiminum seinasta
árið og millum teir, sum
stóðu aftanfyri verkætl
anina, var Landsbanki Ís
lands.
Tað er annars Eik Banki í
Føroyum, ið stendur sum
samskipari av fíggingini av
stóru íløgunum, sum leir
víkingar saman við øðrum
hava gjørt og arbeiða við.
Høvuðsfelagið aftanfyri
alt hetta byggivirksemi er
Supply Service í Leirvík.
Felagið, ið eigur fyrsta
supply-skipið Eldborg, sum
kemur leygardagin, er P/F
Eldborg, og síðan er tað P/F
6. September 2007, sum
kemur at eiga næsta skipið
og ætlandi triðja skipið eis
ini.
Íløgan,
sum
Supply
Service soleiðis ger í hesi
bæði fyrstu skipini, liggur
omanfyri
hálva
miljard
krónur í okkara peningi.
Taka vit so eisini sáttmálan
um triðja skipið við, verður
talan um íløgu, sum er
størri enn íløgan var eitt nú
í Norrønu, sum var størsta
einstaka skipaíløga í Før
oyum.
Supply Service gjørdi
ikki allar sáttmálarnar í
somu løtu, men yvir stutta
tíð, og tí kunnu vit av røtt
um siga, at henda íløgan til
samans
er
hin
størsta
skipaíløgan í Føroya søgu
nakrantíð.
Stór umsiting
Orsøkin til, at felagið í
Leirvík gjørdi av at gera
sáttmála um trý supply-skip
um somu tíð og at kalla
eftir somu tekningum, er, at
slíkt virksemi krevur lut
falsliga nógva umsiting, og
tí verður raksturin av slíkum
felag
hugsandi
eisini
skilabetri og rationellari, tá
talan er um fleiri enn eitt
skip – og helst ikki minni
enn trý skip.
Tað hevur verið ógvuliga
stríggið hjá teimum fólkum,
sum standa aftanfyri Supply
Service, at fáa allar góð
kenningar
til
vega
til
virksemi í hesi vinnu. Før
oyar eru smáar innan tæn
astuveiting í oljuvinnu, og
krøvini eru strongd og
umfatandi. Tí er tað ikki
bara sum at siga tað at
sleppa framat í hesum
høpi.
Supply Service hevur
nógv og gott fólk aftrat sær
og hevur soleiðis eisini
roynt fólk innan supply-
vinnu.
Eldborg hevur fingið ein
fýra
ára
sáttmála
um
veitingar, sum felagið er
sera fegið um. Soleiðis er
virksemið hjá hesum skipi
og teimum 22 monnunum,
sum
verða
knýttir
at
skipinum, eisini tryggjað
rúma tíð fram.
Á heimasíðuni hjá fe
lagnum er møguleiki hjá
fólki at søkja um kjans við
supply-skipunum hjá leir
víkingum, og felagið dylur
ikki fyri, at stórur áhugi
hevur verið at sleppa við
skipunum.
- Jú, vit hava fingið
nógvar fyrispurningar, og
tað er áhugavert, at áhugin
fyri at manna skipini er so
stórur, siga tey hjá Supply
Service.
Tað eru ikki fiskimenn,
sum sigla ella áður hava
siglt hjá Justinussen-monn
unum í Leirvík, sum nú
fara at manna Eldborg. Før
leikarnir, sum krevjast í
oljuvinnu og fiskivinnu,
eru ikki teir somu og allir,
sum sigla við skipum hjá
Sjóborg, hava kjans við
verandi skipum – tað veri
seg í ísfiska-ella rækju
vinnu. Soleiðis eru allir 22
menninir, sum nú verða
knýttir at Eldborg, nýggir í
felagnum í Leirvík.
Móttøka í Havn
Skrokkurin á hesum fyrsta
skipinum av tveimum – ella
trimum – er smíðaður í
Turkalandi, og síðan er
skipið gjørt liðugt í Noregi.
Størsti sáttmáli
um skipasmíð
í Føroya søgu
Eldborg á royndartúri – fyrsta
skipið av trimum hjá Supply
Service í Leirvík
Tey tvey supply-skipini, sum Supply Service í Leirvík fær í ár, kosta
tilsamans meira enn eina hálva miljard krónur. Triðja skipið, sum
felagið eisini hevur sáttmála um, er í løtuni eitt sindur óvist orsakað av
støðuni á fíggjarmarknaðinum. Men kemur hetta skipið eisini, verður
talan um størstu skipaíløgu í Føroya søgu – og størri enn íløgan við
Norrønu á sinni