Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 118 - 24. juni 2009 Rumenar forfylgdir Í Norðurírlandi hava myndugleikarnir gjørt av at rinda ferðaseðlarnar hjá 100 rumenum, sum hava verið fyri rasistiskum ágangi í norðurírska høvuðsstaðnum Belfast, og sum tí vilja sleppa burtur haðani. Tey 100 fólkibi noyddust at flýggja frá húsi og heimi og hava hildið til í einari kirkju í Belfast. Men eftir at ófriðarkroppar hava gjørt seg inn á kirkjuna, hava mynmdugleikarnir valt at hjálpa teimum forfylgdu av landinum við at rinda flogferðina til Rumenia. 25 eru longu farin, og 75 hava tikið av tilboðnum frá myndugleikunum. 17 hava harafturímóti gjørt av, at tey fara ongan veg. Eldborg er eitt framkomið supply- skip, og byggikostnaðurin liggur um 240 miljónir krónur Byggikostnaðurin liggur um 240 miljónir krónur. Seinni skrokkurin hjá leir­ víkingum er smíðaður í Portugál, og hin triði er eisini smíðaður í Turkalandi. Byggikostnaðurin fyri skip­ ið, sum ætlandi kemur til heystar, fer at liggja um 285 miljónir norskar krón­ur. Orsøkin til, at Eldborg ikki kemur á Leirvík, hagar Sjóborg gjøgnum árini er komin við fleiri ný­bygn­ ingum, er í stuttum, at skipið er ov stórt til tess. Longdin liggur um 80 metrar og breiddin um slakar 18 metrar. Skipað verður tí fyri stórari móttøku í Havn leygardagin klokkan 14, tá skipið kemur. Almenn­ing­ urin verður boðin umborð, og seinni um dagin verður døgurði fyri innbodnum. Skiparar við Eldborg verða Jan Kristoffersen og Einar Vang, báðir úr Havn. Skipið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipa­ skrásetingini (FAS).  Skiparar við Eldborg verða Jan Kristoffersen og Einar Vang, báðir úr Havn. Hamranes og Breiðanes eru nú tiknir tvær ferðir í ár fyri ólógliga fiskiveiði, og hesaferð vóru skipini bæði á stongdari leið og verða skuldsett fyri ólógligan fiskireiðskap Vaktarhald Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hvalbiartrolarar hava gjøgn­um fleiri ár verið ófør­ir at fiska. Tað eru teir kendir fyri. Eisini nýggj­ astu skipini, Hamranes og Breiðanes, sum eru fyrr­ verandi Polarhav og Stjør­ nan, hava riggað væl, síðan suðuroyingar keypti skipini frá Føroya Banka. Hetta fegnast øll um. Tað er positivt, tá skip, sum eru farin um tvingsilssølu, tí tey ikki fingu raksturin at hanga saman, verða seld út­aft­ur, og aðrir fáa saman­ hang í veiði og rakstur. Hetta er eisini positiva síðan á medaljuni hjá Hamra­nesi og Breiðanesi, sum nú eru heimahoyrandi í Hvalba. Á hinari síðuni kemur, at júst hesi skip nú fyri aðru ferð í fáar mánaðir eru tikin fyri ólógliga fiskiveiði í føroyskum sjógvi. Um midnáttarleitið í gjár kom Brimil á Havnina við skipunum, tí tey høvdu fiskað á eini stongdari leið, rópt F, suður av Munka­ grunninum. Hetta er ein leið, sum er stongd fyri trolveiði alt árið. Tá Sosialurin tosaði við Brimil um middagsleitið í dag, søgdu teir, at illgruni eisini er um, at hvalbiar­ tolararnir – umframt at fiska á stongdari leið – eisini fiskaðu við ólóg­ ligum trolreiðskapi, og sum skilt verður hetta part­ ur av ákæruni móti skipar­ unum. Væntandi er, at sektar­ upp­skot fyri hesi brot verður lagt fyri skipararnar seinnapartin í dag. Tað eru bert fáir mánaðir, síðan júst hesi bæði skipini vórðu tikin fyri ólógliga veiði á øki, sum varð stongd eftir kunngerðini um ungfisk. Sambært út­ varp­inum hjá Kring­varp­ inum á middegi í dag, høvdu skipararnir tá eisini sløkt tólini sum siga, hvar skipini eru. Sum skilst, er fyrra málið ikki endaliga avgreitt enn – og enn minni hetta seinna málið, sum er so spildurnýtt. Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at tá skip soleiðis verða tikin fyri ólógliga veiði, verður málið latið fútanum, sum tekur sær av hesum. Manningin umborð á Brimli er tó partur í slíkum máli, til tað er endaliga avgreitt, tí hesir menn eru jú hin parturin í slíkari sak. Vit hava áður hoyrt um, at skip kunnu missa veiði­ loyvi í nakrar vikur, tá tey verða tikin, men hetta hevur serliga verið prakti­ serað, tá tey ikki hava yvirhildið fráboða­nar­ skyld­una um smáfisk. Kemur Fiski­veiði­eftir­ litið soleiðis fram á skip, sum hava ov nógv av smá­ fiski í lastini, og tey ikki hava boðað frá hesum sam­ bært galdandi reglum, kann Fiskiveiðieftirlitið taka veiðiloyvi frá skipu­ num í ávísa tíð. Hvalbiartrolararnir eru tiknir fyri aðru ferð í ár Fyri aðru ferð í fáar mánaðar er Fiskiveiðieftirlitið komið fram á Hamranes og Beiðanes, sum hava fiskað á stongdum øki undir Føroyum. Hesaferð metir eftirlitið, at reiðskapurin hjá skipunum eisini er ólógligur Mynd: Vilmund Jacobsen