Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 118 • 24. juni 2009 H ilmar Rudolf Heinesen var føddur 7. desember 1910 í Miðvági. Foreldur hjá honum vóru Sofía Petersen av Steig í Sandavági og Rasmus Heinesen, skómakari, á Ryggi í Miðvági Tey fingu umframt Hilmar hesi børn: · Sunneva, fødd í 1900, deyð í 1904 · Kristiane, fødd 1901, deyð 1988, gift við Tummas Nielsen í Sandavági · Herdis, fødd 1903, deyð 1979, gift Kristin Mortensen á Tvøroyri · Jóan Hendrik, føddur 1903, deyður 1983, ógiftur, búði í Miðvági · Petur, føddur 1906, deyður 1983, giftur við Lenu Ole- Jacobsen (1907-58) úr Bø, búðu í Miðvági · Gudmund, føddur 1917, deyður 1991, giftur við Gerdu úr Haderslev, búði í Miðvági · Rigmor, fødd 1920, deyð 2006, ógift, búði í Miðvági Tað gjørdist foreldrum hansara skjótt greitt, at Hilmar var deyvur. Um Hilmar er føddur deyvur ella er vorðin deyvur av møguligari barnasjúku er ikki heilt greitt, men sum deyvur kundi hann ikki fara í vanligan bygdaskúla. Tessvegna máttu foreldur hansara finna annan útveg at fáa Hilmar í skúla, tí í skúla skuldi hann. Tað hevði stóran týdning fyri foreldrini at Hilmar lærdi at lesa, skriva, rokna og annars at “beganga” seg í samfelagnum. Funnið varð fram til Deyvaskúlan í Fredericia, og var tað presturin í Vágum tá, Gudmundur Bruun, ið hjálpti teimum at fáa Hilmar inn á henda deyvaskúla í 1918. Hilmar minnist, at pápin og hann fóru við árabáti út til Smiril, tí eingin kei var tá í Miðvági. Í Havn gistu teir á KFUK. Sá ikki sína familju í seks ár Dagin eftir fer pápin við Hilmari við DFDS ferðamannaskipinum Botniu til Danmarkar. Skipið legði inn í Bergen, har tað lá í ein dag. Men víðari ferðin til Danmarkar mátti siglast innaskerð, tí nógvar minur vóru í Skagerak og Kattegat orsakað av heimsbardaganum. Dagin eftir at Hilmar var komin á Deyvaskúlan, fór pápi hansara heim aftur. Tey fyrstu tvey árini búðu Hilmar á skúlanum. Síðan fór hann saman við tveimum øðrum dreingjum at búgva hjá eini familju við fýra børnum. Hilmar slapp ikki sum hinir næmingarnir heim í jóla- páska- og summarferium. Men tá fór hann skiftivís heim við øðrum deyvum, donskum dreingjum, sum búðu í Varde, Holsterbro og Viborg. Hilmar kom ikki til Føroyar aftur fyrr enn í 1924, tá ið hann kom heim í feriu í seks vikur. Fosturmamman fylgdi honum til Keypmannahavnar, og hann kom heim við Sleipner. Kahúttsjomfrúin ansaði eftir honum umborð. Hann var sera spentur at koma heim, men hann kendi ikki mammuna, tá ið hann kom heim. Tá hevði hann eisini verið burtur í seks ár. Tað er long tíð hjá einum smádrongi. Á ferðini niður aftur, hesu ferð við DFDS skipinum “Island”, fylgdist hann við Dagmar Joen­ sen Næs, sum var systkina­barn Hilmars. Her kann vera skoytt uppí, at onnur kend systkinabørn hansara vóru Søren Danielsen, løgtingsmaður, og Mikkjal á Ryggi, lærari og skald. Ligið var ein dag í Leith í Skotlandi, og tá fóru tey ein túr til Edinburgh. Hilmar minnist væl, at tey vitjaðu Edinburgh Castle. Niðurafturkomin fór hann aftur á Deyvaskúlan í Fredericia. Í 1925 kemur systur hansara Herdis til Fredericia, har hon fekk hús­pláss hjá lærarinnu teirra frk. Christian­ sen. Á deyvaskúlanum lærdi Herdis hond-teknmál, soleið­is at hon og Hilmar kundu samskifta. Hilmar verður fermdur í Trinitatis Kirkjuni í Fredericia saman við øðrum deyvum. Tveir dagar seinni fara hann og Herdis aftur til Føroyar. Tey ferðast hesaferð við nýggja Tjaldrinum. Vaksnamannalívið byrjar Hilmar er nú heima hjá foreldrun­ um og ger fyrifallandi arbeiði, men í 1929 fer hann í snikkarlæru í Miðvági. Tíverri fyri Hilmar gjørdust tíðirnar so ringar, at hann kundi ikki halda fram sum lærlingur har. Hetta var stórt spell, tí honum dámdi so sera væl snikkaraarbeiði, og hann var framúr hegnigur. Í 1929 hava tveir brøður hans­ ara keypt sær bát, eitt 8-manna­ far við motori, og rógva teir út við hesum báti í nøkur ár. Men Hilmar hevði áræði og vildi royna okkurt annað. Hann royndi at sleppa til skips. Mammu­ beiggi hansara, Sofus Petersen í Sandavági, eisini nevndur Sofus á Steig, var skipari á Ondine. Hetta var ein fransaskonnart, sum Sofus átti saman við Balslev & Goos í Havn. Hilmar greiðir frá, at hann hevði so góðan hug at sleppa til skips, og hann vildi hava mammuna at spyrja fyri seg hjá skiparanum á Ondinu. Hetta var í 1931. Men mamman segði nei. Hann kundi sjálvur fara at spyrja. Hann skrivar so á ein pappírs­ lepa: “Maa jeg komme med dig paa fiskeri?” Skiparin skrivar beinanvegin: “Du skal være velkommen!” Í mars mánaða fara teir til Íslands og koma fullfermdir heim aftur seinast í mei mánað. Fyrst í juni fara teir til Grønlands og koma aftur fullfermdir heimaftur. Hilmar heldur seg minnast, at hann fekk kr. 700 frá mars til september hetta ár. Men Ondine fekk ikki langt lív lagað. Skipið liggur fyri akker á Vestaru Vág í Havn, og óhappið hendir. Ì nógvum vindi drívur skipið inn á Tinganesi, hol kemur á afturskipið og tað sakk. Hilmar sigur, at ein danskur maður kavaði niður í lastina og soleiðis fingu teir allan fiskin uppá turt. Veturin eftir arbeiddi hann uppá veg úr Sandavági til Fútaklett. Í 1932 er Hilmar við Neptun bæði vár og summar í Íslandi. Í 1934 gekk Neptun burtur, so Hilmar hevur kent Óla Jákup í Skálanum, skiparan, og ein stóran part av manningini. Manningin á Neptun var jú sera støðug. Í 1933 og 1934 var hann við Sólarris bæði í Ìslandi og í Grøn­ landi. Tað gekk einki matari við Sólarris enn við Neptun. Sólarris varð søktur undir krígnum og bert tríggir av átta monnum yvirlivdu eftir at hava sitið á einum flaka í fleiri samdøgur. Í 1935 var Hilmar við John Brown í Ìslandi. Hetta skip gjørd­ist seinni til Aldan, sum varð fyrsta skip, sum fórst undir krígnum við seks monnum. Í 1936 var hann ikki til skips. Tað vóru so nógvar sluppir sum gingu burtur við mann og Tað eru fleiri dømi um, hvussu væl fólk hevur klárað seg, hóast tey hava havt eitt ella annað brek. Tað eru fleiri dømir um blindar fiskimenn, sum ikki vóru stórvegis tarnaðir av hesum breki. Hesa ferð hava vit søguna um tann 98 ára gamla Hilmar Heinesen, sum er deyvur. Men kortini hevur hann havt eitt gott lív, eisini sum fiskimaður Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hilmar og pápin, áðrenn teir fara til Danmarkar ➘ Hilmar Heinesen er deyvur: Hevur verið við sjey skipum, sum gingu burtur