mikudagur 24. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvikan
16
Nr. 118 • 24. juni 2009
mús hesi árini, og hetta minkaði
um áhugan at sigla.
»Mundi fallið í
krígnum á súkklu«
Á heysti í 1936 fer Hilmar tí við
Tjaldrinum til Danmarkar, har
hann fær arbeiði sum “landbrugs
lærling” á einum bóndagarði tætt
við Haderslev, har hann var í 3 ár.
Í 1939 var hann húskallur á
einum bóndagarði við Batum í
Jyllandi. Ein dagin hann arbeiddi
á garðinum í apríl 1940 varð
brádliga so myrkt. Hilmar hyggur
upp og sær nógv týsk flogfør.
Hann sá eisini nógvar týskar
hermenn marsjera eftir vegnum.
Seinni fekk hann so at vita, hvat
ið var áfatt, Danmark var hersett.
Í 1940 verður hann biðin at vera
forpaktari á “ Hjemmet for Døve
Mænd “ í Nyborg
Til hetta heimið hoyrdi stórur
urta- grønmetis- og høsnagarður,
sum hesir deyvu menn skuldu
passa, tí her fingu teir part av
teirra kosti.
Her er Hilmar í fimm ár. Ein av
stuttligu søgunum frá Nyborg,
er, at ein dagin eru Hilmar og
ein annar deyvur maður farnir
á tandem-súkklu ein túr. Teir
eru helst komnir ov tætt, har ið
týskurin helt til. Teir hoyra ikki, at
tað verður rópt eftir teimum um
at steðga, so teir súkkla víðari.
Onkur fær tó steðga teimum, men
tá vóru teir um at verða skotnir
á staðnum av týskarum. Hetta
hevur Hilmar ofta flent eftir, “at
hann mundi fallið í krígnum á eini
súkklu.”
Hilmar hoyrdi heldur ikki
luftávaringarnar, so hann svav
altíð væl, hvussu tær ýldu.
Hann minnist bert eina ferð at
vera farnan í ein kjallara vegna
luftávaring. Hilmar var farin út at
spáka. Tá kemur ein eldri kona
rennandi móti honum og fer oman
í ein kjallara. Hann fer aftaná, tá
ið hann skilir, hvat ið er áfatt.
Tað var annars ringt hjá honum
ikki at kunna hava samband heim
til síni. Alt samskifti var jú kvett.
Ein skipan fekst tó við Reyða
Kross brøvum, men í hesum
kundu bert vera 25 orð. Tað tók
eisini langa tíð hjá hesum brøvum
at koma fram.
Hilmar minnist eisini, tá ið
kríggið var av. Hann fór út at
hyggja at, meðan týskararnir fóru
avstað. Tað var ein syrgilig sjón
at síggja teir: illa løstaðir menn,
innvavdir í bandagum, summir
høvdu mist lim ella limir. Allir
royndu sum frægast at koma
umborð á skipið í Nyborg, sum
skuldu føra teir heim til teirra
sundursoraða heimland.
Í 1945 fer Hilmar til eina fam
ilju í bygdini Stendis nærhendis
býnum Sunds í Jyllandi. Bæði
maður og kona vóru deyv, men tey
áttu fimm børn, sum øll hoyrdu.
Henda familja hevði keypt jørð úti
á heiðini “heden”, og hetta skuldu
dyrkast upp. Hilmar sigur, at hetta
var sera, sera hart arbeiði. Har var
hann í 3 ár.
Í november 1949 fer hann heim
aftur til Føroyar í gullbrúdleyp hjá
foreldrunum.
Aftur til skips
Í 1950 fær Hilmar hýru við
Grønlandsfarinum við Alexander
Ortind sum skipara. Teir eru í
Grønlandi í 5 mánaðar. Tað var p/f
Hólmur í Sørvági sum átti skipið.
Í 1951 er hann aftur í Danmark
á bóndagarði í Sunds nærhendis
Viborg, men hann kemur heim
aftur.
Í 1952 er hann við trolaranum
Varðberg, har teir fiska uppí við
Norðurnoreg. Teir fáa fulla last,
sum teir selja í Keypmannahavn,
og harfrá fer Varðberg til Leith
á beding. Teir fara nýggjan túr
í Barenshavið og fáa aftur fulla
last, sum teir landa í Føroyum.
Seinni í 1952 var hann aftur við
Grønlandsfarinum. Hann skrivaði
grein um hendan túrin, sum er
endurgivin seinni í hesi Miðviku.
Longu árið eftir sakk Grønlands
farið, tá ið tað var móðurskip
hjá útróðarmonnum í Grønlandi.
Tað var illveður og tjúkt, tá ið
skipið tók, og tað sakk nærum
beinanvegin. Menn mannskaði
hendi tíbetur ikki.
Í 1953 er Hilmar aftur í Danmark
og arbeiðir á sama bóndagarði við
Sunds nærhendis Viborg.
Í 1954 er Hilmar við sluppini
Henry Freemann, og næstu árini
er hann við Akranes og Sílinum.
Í 1957 er hann við sluppini
Elisabeth úr Sandavági, har John
Nielsen er skipari. Har var hann
við í trý ár. Teir royndu við snøri.
Elisabeth var eitt av teimum
skipum, sum hildu longri á at
veiða við snøri enn hini skipini,
sum tá vóru farin yvir til snellu.
Í 1960 fer Hilmar við Tinganes,
skipari er Richard Jacobsen í
Klaksvík.
Ein spurningur er sjálvsagt
hvussu tað kundi samskiftast við
ein deyvan umborð. Richard gekk
altíð í tuflum. Skuldi hann hava
samband við Hilmar, so trampaði
hann hart í dekki nakrar ferðir og
tað føldi Hilmar.
Hilmar hevur dugað væl at
nýta sínar sansir. Teir róðu út
við bátum við Tinganesi og ein
dagin teir vóru úti, biður Hilmar
teir um at fara at sigla til aftur
til Tinganes, tí tað verður óveður.
Hinir á bátunum slóðu hetta upp
í glens, tí veðrið var gott og teir
hildu á at fiska. Men løtu seinni
brennir hann á við nógvum vindi,
og teir høvdu ein ringan túr aftur
til skipið. Eftir hetta lurtaðu teir
altíð eftir Hilmar, táið hann segði
frá ringum veðri.
Hilmar hevði eisini eina kenslu
av, hvar fiskur kundi vera at fáa.
Hinir kallaðu hann “fiskikongurin.”
Tinganes søkkur
Hilmar er við Tinganesi í 4 ár,
men í 1963 søkkur Tinganes á
Kappanum á veg heim. Skipari tá
var Anton Hansen í Norðragøtu.
8. September sigldi Tinganes
á ein boða í sundinum norðanfyri
Eggersoy og sakk eftir sløkum
tveimum tímum.
Øll manningin 27 manns varð
bjargað av føroyskum skipum,
sum royndu á somu leið.
Teir royndu við bátum og vóru
á veg til Kappan. Teir høvdu
ekkoloddið gangandi, meðan teir
sigldu norður gjøgnum sundið við
seks míla ferð. Men knappliga
fór at grynnast óhugnaliga skjótt.
Skiparin koplaði motorin úr og
royndi at snara henni á bakborð,
men orsakað av streyminum vildi
hon fara á stýriborð, so hann
koplaði í aftur. Í somu løtu sigldi
teir á grunt. Hon tók framman,
men var leys aftur beinanvegin.
Tinganes var farin at leka. Teir
royndu at pumpa við dekspump
um, men sjógvurin bara vaks í
skipinum.
Gummibátarnir vórðu fyrst
settir út, og nakrir av útróðrar
bátunum umborð. Nú tyngdist
Tinganes so nógv, at skiparin ikki
vildi hava ábyrgdina av manning
ini umborð, og teir fóru í bátarnar.
Í somu løtu kom línuskipið
Vesturvón úr Sørvági til hjálpar.
Menninir høvdu loyst bátarnar
á Tinganesi, og Vesturvón setti
lossibummin á nakrar aðrar av
teimum.
Fáar minuttir seinni sakk Tinga
nes við afturendanum fyri á 76
favna dýpi. Summir av monnunum
vóru tá í bátunum og summir
umborð á Vesturvón.
Seinni fór øll
manningin umborð
á Vesturvón, og
Deyvir konfirmantar í 1924 í Fredericia. Hilmar stendur í aftasta rað longst til
vinstru
Hilmar við model av slupp, hann hevur gjørt
Hilmar sum ungur »sheikur«
Stóri bóndagarðurin í Suðurjútlandi, har ungir deyvir menn kundu læra at
arbeiða í tí danska landbúnaðinum. Her var Hilmar í 3 ár
Hendan myndin man vera tikin umborð á koltrolaranum Varðberg. Tað er
Hilmar við toskinum. Hvør man hin maðurin vera?
➘