mikudagur 24. juni 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2009
17
Árið er 2009, og menn og
kvinnur í Føroyum hava
javnbjóðis rættindi og
møguleikar til at gera seg
galdandi í samfelagnum, og
so er alt gott. Hetta er stat
us í javnstøðumálum, spyrt
tú landsstýrismannin í javn
støðumálum, Jóhan Dahl
Herfyri fekk landsstýris
maðurin ákoyringar fyri bert
at velja menn í nevndina fyri
Atlantic Airways. Í hesum
sambandi vísti landsstýris
maðurin á, at javnstøða er í
nevndum annars, sum lands
stýrismaðurin varðar av. Jú,
tað er rætt, at sambært yvir
litinum, sum Jóhan á Dahl
herfyri vísti fram, so sær
kynsbýtið javnt út. Men tað
áhugaverda er, at um starvs
fólkaumboðini verða tikin úr
yvirlitinum, so er myndin
ein heilt onnur. Tí tá eru
heili 62 % av nevndarumboð
unum menn og bert 38 %
kvinnur, og tað má vera
hetta kynsbýtið, sum lands
stýrismaðurin í javnstøðu
málum hevur æruna av, tí
tað er so ikki Jóhan Dahl,
sum velur starvsfólkaum
boð. Javnstøðupolitikkur?
Hetta má vera eitt slag av
pseudo javnstøðupolitikki.
Jú, tað er rætt, at kvinnur
og menn í Føroyum form
liga sæð hava javnbjóðis
rættindi og møguleikar til at
gera seg galdandi í samfelag
num. Men hóast hetta, so er
tað ein sannroynd, at valds
býtið í samfelagnum er alt
annað enn javnt býtt millum
kynini, sama um talan er um
flogfelagið Atlantic Airways
ella um tað snýr seg um vald
yvirhøvur í politikki ella
vinnulívi.
Hvør liggur omaná?
Um vit hyggja eftir nøkrum
hagtølum fyri politiska um
boðan, so eru bert 21,2 % av
valdu løgtingslimum okkara
kvinnur, og tá er enntá talan
um eina munandi framgongd
í mun til seinasta val. Tað
skal tó viðmerkjast, at síðani
sitandi landsstýrið varð skip
að, er kvinnuliga umboðanin
í Løgtinginum minkað niður
í 15 %, og tað eru bert 2
flokkar á tingi, har kvinnur
eru umboðaðar. So trøini
vuksu ikki heilt inn í himm
alin á hesum sinni. Um vit
samanbera við støðuna í
øðrum norðurlondum, so er
samsvarandi tal í Grønlandi
39 %, í Danmark 39 %, í
Svøriki 45 % og í Íslandi
40%. Í landsstýrinum eru
tríggjar kvinnur og gevur
hetta eina kvinnuliga umboð
an á 33 %, og her skal við
merkjast, at støðan áðrenn
seinasta løgingsval var 0 %.
Um vit samanbera okkum
við nøkur av grannalondun
um, so er samsvarandi tal í
Danmark 42 %, í Svøriki
áleið 50 %, í Íslandi 42 %
og í Grønlandi 44 %.
Av okkara valdu komm
unalpolitikarum eru 31 %
kvinnur. Í Viðarreiðis komm
unu er einki kvinnuligt um
boð, og í mun til býtið av
borgarstjórum, so sita menn
í 24 av hesum sessum, með
an kvinnur einans eru borgar
stjórar í 6 kommunum.
Um vit hyggja eftir valds
býtinum í almennari leiðslu
í Føroyum, so er støðan
heldur ikki nóg góð. Kvinn
ur sita við leiðsluna í 19 av
76 almennum stovnum, tað
er 25 %, og vit kunnu eisini
nevna, at einans ein av 9
aðalstjórum er kvinna.
Teir halda um pungin
Um hugt verður eftir nøkrum
tølum fyri privata vinnulívið,
so eru t.d. 19,7 % av nevndar
limum í partafeløgum kvinn
ur. Bert 14, 2 % av skrásett
um føroyskum fyritøkum
hava kvinnuligan nevndarfor
mann, og bert 20,1 % av
skrásettum føroyskum fyri
tøkum hava eina kvinnu sum
stjóra (2007-tøl).
Ójavna valdsbýtið hevur
við sær, at menn hava størst
ávirkan á, hvussu okkara
samfelag skal skrúvast sam
an, hvussu raðfestast skal, og
hvat samfelagsressursurnar
skulu nýtast til. Hetta sæst
eisini aftur í privatlívinum,
har tað í nógv størri mun eru
kvinnurnar enn menninir, ið
taka ábyrgd fyri heimi og
børnum. Tað er í nógv størst
an mun kvinnur, sum taka
barnsburðarfarloyvi, sum
arbeiða partstíð, og hava
lægstu inntøkurnar. Sáttmál
arnir á almenna arbeiðs
marknaðinum leggja eisini
beinleiðis upp til, at tað bara
er kvinnan, ið tekur barns
burðarfarloyvi. Danskar kann
ingar vísa eisini, at menn
hava væl størri uppsparing
enn kvinnur. Og tað tykist
ikki at vera nøkur orsøk til at
halda, at støðan er øðrvísi í
Føroyum, heldur tvørturí
móti. So kvinnur: Tjekka líka
eftirlønaruppsparingina!! Fáa
tit tykkara part?
Aftur í 50´ini
Omanfyri nevndu tøl vísa, at
kynsbýtið í flestu tættum av
føroyska samfelagnum er
langt frá nøktandi, og at Før
oyar eru eftirbátar á javn
støðuøkinum, hóast omanfyri
nevnda samanberandi kann
ing ikki er fullfíggjað. Men
tað loyva vit so okkum at
pástanda, og eisini vilja vit
pástanda, at tað eru sam
felagsligar forðingar, sum
eru truplar hjá einum ein
stakum persóni at bróta nið
ur. Tað er tískil tørvur á, at
politisku myndugleikarnir
sýna hesum áhuga. Áhuga
verdi spurningurin er so, hvat
skal gerast? Landsstýrismað
urin í javnstøðumálum úttal
aði herfyri í fjølmiðlum, at
hann ikki heldur, at javnstøða
kann ella skal fremjast við
lóggávu. Ja, so vita vit tað,
men hetta førir so beinleiðis
til spurningin: Hvat ætlar
landsstýrismaðurin so at gera
fyri at virka fyri einum
javnari býti millum kynini?
Fyri vitjandi uttanífrá
tykist ikki ivi vera um, at
okkurt má gerast fyri at
betra um støðuna. Hans
Engell, fyrrverandi kon
servativur politikari í Dan
mark, vísti herfyri á, at vit
eiga botnmetið í norður
londum fyri kvinnuliga
politiska umboðan. Liza
Marklund, rithøvundur, helt,
at tað at koma til Føroyar
var sum at koma aftur til
50´ini, tá javnstøðu umræð
ur. Ja, hetta vita vit sjálvsagt
væl sjálvi, og vit vita eisini,
at tað eru áleið 2000 kvinnur
færri enn menn í Føroyum,
og at vit hava fingið átalur
frá CEDAW nevndini hjá ST
fyri vána støðuna í Føroy
um. Men tað hevur so ongan
tíð fingið nakran politikara
upp úr stólinum við ætlanum
um at gera nakað við tað.
Lága politiska raðfestingin
av arbeiðinum við at fremja
javnstøðu í Føroyum sæst
eisini aftur við sera lágum
játtanum til Javnstøðu
nevndina og Demokratiu.
Krúnan á verkinum
Herfyri í sambandi við
fólkaatkvøðu um javnstøðu
millum danskar prinsessur
og prinsar í kongaríkinum
løgdu vit til merkis, at
Sambandsflokkurin vísti ein
slíkan eldhuga fyri javn
støðumálum, sum vit ikki
hava sæð áður. Men tað sær
ikki út til, at javnstøðumál
hjá Sambandsflokkinum
fevna um føroysk gentu- og
dreingjabørn. Stór javnstøðu
ráðstevna hevur júst verið í
Føroyum, og tey, sum
væntaðu sær nakra ítøkiliga
ætlan frá løgmanni ella
landsstýrismanninum í
javnstøðumálum í sambandi
við røður teirra á ráðstevn
uni vórðu stórliga vónbrotin
– eingin fráboðan um nakran
javnstøðupolitikk. Hetta má
gerast betur! Vit eftirlýsa
hervið ein javnstøðupolitikk.
Vit bíða, Jóhan Dahl...
Eva H. Bennicke,
Jenny Kingbo,
Margit Stórá,
Katrin Gaard,
Óluva Zachariasen,
Ann Damgaard,
Doris Bjarkhamar og
Hallbera Fríða West
Eftirlýsing – javnstøðupolitikk nú!
Jútlandsposturin hevur veitt
innivist fyri eini kronikk
eftir Ole T. Krogsgaard í
Hellerup, nú tað gleðiliga
hendi, at grønlendingar
fingu eina sjálvstýrislóg.
Tað hann førir fram, er at
grønlendska sjálvstýrislógin
og serliga ásetingin um, at
Grønland sjálvt skal eiga
sína undirgrund, ber við sær
at Danmark er fyri stórum
missi.
Hetta er fullkomuliga
burturvið!
Danmark er ein partur av
tí framkomna heiminum, har
ein grundleggjandi áseting
er, at ognarrætturin er frið
halgaður. Brýtur nakar hesa
reglu, hevur tað álvarsligar
avleiðingar.
Tá Krogsgaard nú førir
fram, at tað er Danmark,
sum er rætti eigarin av grøn
lendsku undirgrundini, so
má hann eins væl og Anker
Jørgensen vera førur fyri at
greiða frá, nær ið Danmark
er vorðin eigari av hesari
undirgrund.
Hesa frágreiðing hava vit
ongantíð sæð, og sum kunn
ugt hava danskar stjórnir
síðan Anker Jørgensen stýrdi
slept hesum uppáhaldi. Men
tíverri hava stjórnirnar ong
antíð givið nakra veruliga
frágreiðing um, hví tær eru
komnar á eina rættari leið,
og tí ber tað til hjá Jútlands
postinum og Krogsgaard at
halda fram við síni vill
leiðing av almenninginum.
Ein og hvør við einum
lítlum veti av kunnleika til
søgugongdina veit jú, at
Grønland ikki altíð hevur
verið saman við Danmark.
Tann sum ivast í hesum
veruleika, kann fara á bóka
savnið og lesa tann dóm,
sum 5. apríl 1933 varð sagd
ur í altjóðadómstólinum í
Haag. Har segði ein meiri
luti, at Grønland fram til 14
januar 1814 hevði verið ein
partur av kongsríkinum
Noreg. Ein av tí meiriluta,
sum hetta segði, var tann
dómari, sum danska stjórnin
hevði útnevnt fyri at verja
sína søk.
Noreg – og sostatt Grøn
land – vóru á ongan hátt ein
partur av Danmarkar ríki um
hetta mundið. Viðurskiftini
millum kongsríkið Noreg og
kongsríkið Danmørk vóru
ásett við tí altjóða sáttmála,
sum varð gjørdur teirra
millum í Bjørgvin tann 29.
august 1450. Har varð ásett,
at borgararnir í hvørjum ríki
sær skuldu stýra sínum egnu
viðurskiftum. Tí var púra
óneyðugt at siga at teir eisini
skuldu avgera hvussu undir
grundin skuldi nýtast! Sátt
málin ásetti eisini, at ríkini
skuldu hava kong í felag, og
hann skuldu tey bæði velja.
Tey skuldu eisini í felag taka
avgerðir um frið og kríggj.
Tann 14. januar 1814
minkaði Norges ríki, men
framvegis vóru Grønland,
Føroyar og Ísland sáttmála
partur við Danmørk undir
1450-sáttmálanum við somu
treytum sum higartil.
Fyri samveldisstjórnina
hevur tað ikki gingið serliga
væl at hildið sáttmálan, sum
hon hevur verið bundin av.
Sáttmálin er tó ikki uppsagdur,
og tað, sum nú er hent
Grønlandi viðvíkjandi, vísir, at
trongskygd donsk national
isma dvínur fyri veruleikanum.
Hetta er at fegnast um,
men hví ikki halda fram eftir
somu kós?
Tey álvarsamastu brotini,
sum eru framd móti áseting
unum í bjørgvinarsáttmálan
um, eru av økonomiskum
slag. Tá sáttmálin ásetur, at
hvør partur skal stýra sínum
egnu viðurskiftum, er tað
ólógligt, at annar parturin
skal flyta pengar til hin part
in. Tað var tí brot á sáttmál
an, at Føroyar til 1877 og
Grønland til 1950 fluttu
pengar til Danmarkar, og
somuleiðis er tað ólógligt, at
Danmørk nú flytir pengar til
Føroya og Grønlands.
Tá tað ikki eru borgararnir
í einum stati, sum sjálvir
gjalda tær almennu útreiðsl
urnar, hvussu kann nakar so
halda, at teir sjálvir ráða
yvir egnum viðurskiftum, so
sum teir skulu sambært
sáttmálan?
Tað eru munandi upphædd
ir, sum Danmørk stuðlar teir
føroysku og grønlendsku
skattgjaldararnar við. Verður
alt tikið við, er stuðulin til
Føroya um eina milliard og
tann til Grønlands um tríggj
ar milliardir – um árið! Hetta
verður goldið hóast danski
staturin hevur ilt við at halda
tær skyldur, sum hann hevur
átikið sær mótvegis sínum
egnu borgarum, sum tey ið
kenna nakað til viðurskiftini
á ríkissjúkrahúsinum kunnu
vitna um.
Almenna grundgevingin
fyri at flyta pening til hin
sáttmálapartin er tann, at har
er slík fátækt, at tey, sum har
búgva, liðu hungur og hall,
um tey ikki fingu pengar
uttanifrá. Heilt uttan fyrilit
atkvøða allir fólkatingsmenn
fyri hesari játtan uttan
yvirhøvur at kanna eftir, um
nakað er í hesum uppáhaldi.
Men tað er tað ikki!
Teir pengar, sum danskir
skattgjaldarar verða noyddir
til at gjalda til Føroya og
Grønlands, hjálpa ikki
teimum fátæku í hesum ríki.
Pengarnir hjálpa heldur ikki
samfelagnum, tí teir gera
almiklan skaða, og tað er
nakað, sum ein og hvør, sum
hevur eitt lítið vet av kunn
leika til økonomisk viður
skifti og altjóða samskifti
kann vátta.
Tí hvussu vóru viðurskift
ini, áðrenn danska tjóðin av
sínum óhygnu stjórnmála
monnum varð áløgd hesa
byrðu?
Tá vóru tað útflutningsinn
tøkurnar, sum guldu fyri
útreiðslurnar av innflutning
inum. Um so var at tað var
hall eitt ár, so var neyðugt at
gera tiltøk fyri at vaksa um
útflutningin ella minka um
innflutningin. Var hin vegin
avlop, so bar til at taka sær
av løttum, við tí úrsliti, at
avlopið minkaði og at enda
hvarv. Hetta var tann gongd
in, sum David Hume greiddi
frá í 1752, og sum allir
skilagóðir økonomar síðani
hava tikið undir við.
Men so kom danski
staturin við pengum. Nú lá
væl fyri at taka sær av
løttum. Pengarnir komu til
teir sum stýrdu, og hesir
stjórnmálamenn kundu gjara
út uttan at misnøgdir skatt
gjaldarar áløgdu teimum at
brúka pengarnar við skili.
Úrslitið hevur eisini verið
heilt eftir bókini. Framleidn
ið í vinnulívinum hevur
verið lítið, og fleiri pengar,
ið komnir eru út Danmørk,
verri hevur gingist.
Tað rætta at gera fyri
donsku fólkatingsmenninar
er tí, tá ið teir nú skulu fara
undir at gera nýggja fíggar
lóg fyri 2010, at nýta høvi til
at seta veitingarnar til Føroya
og Grønlands niður á 0 kr.
Tað er greitt, at teir
føroysku og grønlendsku
stjórnmálamenninir, sum
higartil hava livað í pannu
køkuhúsunum, sum donsku
skattgjaldararnir hava gold
ið, fara at verða misnøgdir.
Men tað hava teir onga
orsøk til at verða. Veiting
arnar, teir higartil hava
fingið, eru ólógligar av tí at
tær eru í stríð við tann sam
bandssáttmála sum danir
eins væl og vit liva undir, og
harumframt eru tær hvønn
dag oyðileggjandi fyri
økonomiska lívið bæði í
Føroyum og í Grønlandi.
Tað er eitt rímiligt krav til
stjórnmálamenn, at teir í
virki sínum virða lógir og
reglur, og at teir royna at
hava vanligt fíggjarskil.
Hetta er eisini galdandi fyri
føroyskar og grønlendskar
stjórnmálamenn. Tí mugu
egináhugamál teirra dvína
fyri tí sum er rætt.
At hetta stig ikki verður
tikið av danska fólkatingi
num er tað veruliga brots
verkið í hesum viðurskiftum.
Men tað sigur hvørki
Jútlandsposturin ella Ole T.
Krogsgaard nakað um.
Grønlendska undirgrundin eingin gáva
Zakarias
Wang
viðmerkingar