Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 118 - 24. juni 2009 tíðindi Heimalamb Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Eitt eiðisfólk kemur gang­ andi á vaglinum á Eiði. Brád­liga koma ein maður, ein kvinna, ein lítil drongur og so eitt lítið lamb. Lambi gongur alla tíðina í hølunum á manninum. Tey síggja út sum, at hetta er tað van­lig­ asta í heiminum. Men tað heldur eiðisfólkið ikki. Er hatta ein seyðahundur ella ein hundaseyður? Er hatta ein hundur í kroppinum hjá seyði, ella ein seyður, sum ger sum ein hundur? Hetta er nakað flestu eið­ is­fólk hava upplivað sein­ astu mánaðirnar, tá Lambi hevur gingið túr saman við familjuni hjá sær. Make­ donsku Veljko og Velika og soninum, Daniels Magnus Gjorgieski, sum altíð hevur búð í Føroyum. Hansara støða varð umrødd í Degi og Viku hjá Kringvarpinum í gjár. - Vit munnu vera ein make­donsk familja við ein­ um føroyskum lambi. Men Lambið er av skotskari ætt, og tí hevur tað borið til at læra tað at spæla fótbólt og at ganga túr saman við okk­ um. Tað er sum hundarnir í Skotlandi. Øgiliga gløgt. Og eg rokni ikki við, at tað ber til at læra villu føroysku seyðirnar at gera hesi ting­ ini, greiðir Veljko Gjorgji­ eski, sum arbeiðir fyri Tórs­ havnar kommunu í Kolla­ firði, frá. »Lambi« Hetta lítla lambi, sum í løt­ uni býr við byrgingina uppi á vatni, sum SEV gjørdi fyri nógvum árum síðani. Hev­ur næstan frá fyrsta degi itið Lambi. - Vit vistu at ungarnir hjá seyði eita lamb á føroyskum, og tá Lambi er eitt vanligt mannfólkanavn í Make­ donia, so hildu vit tað vera púra náttúrligt at kalla tað fyri Lambi, sigur Veljko. Á hálsinum á Lambi eru hundatekin... Seyðatekin?, har greitt verður frá, at hesin seyður eitur Lambi, at tað er Daniel Magnus Gjorgjieski, sum eigur seg, og at tað býr í Heimtúni nummar 7 á Eiði. Betri enn hundur Síðan Lambi kom til Eiðis, hevur tað verið undir venj­ ing hvønn einasta dag, og tað hevur við sær, at tað kem­ ur tá mann rópar og so dugir tað eisini at spæla bólt. - Eg royndi at læra tað okk­ urt hvønn einasta dag eftir arbeiðstíð. Eg haldi eis­ini, at Lambi er betri enn nakar hundur, tí tað skikkar sær øgiliga væl, sigur Velj­ko. Tað er eisini soleiðis, at fer Veljko ella Daniel Magn­ us at renna, so fylgir Lambi við. Júst sum um, familjan Gjorgjieski, var seyðafylgið hjá Lambi. Men tað er eisini eyðsýnt, at tað er Veljko, sum verður sæddur sum harr­in í flokkinum. Fylgir Veljko Tað hava eisini verið dagar, har tað ikki hevur borið so væl til hjá Veljko at vera saman við hundaseyðinum, og tá hevur Velika roynt seg sum seyðavenjara, umframt at hava gingið úti við tí. - Eg fór gangandi í bygd­ ini, men so rýmdi tað bara. Ein maður, sum hevði fing­ ið eitt sindur upp í høvdið bleiv við at rópa. »Far til mammu. Far til mammu.« so tað ber væl til at siga, at Lambi lurtar betur eftir manni mínum enn mær, sigur Velika, sum til fyri kort­um hevur starvast á Norðís á Eiði. Flutt heimani Síðan 17. apríl hevur Lambi búð á Eiði, men fyri kortum flutti tað heimani. - Tað búði inni hjá okkum, men tað bleiv ov stórt, og so bar ikki ordiliga til at hava tað gangandi, greiðir Veljko frá. So nú gongur Lambi við Myllánna, sum rennir úr Eiðisvatni. Veljko leggur afturat, at tey hava hugsað um, hvussu tey skulu gera við framtíðina hjá Lambi. - Vit fara at geva tí mjólk fram til ólavsøku. So fara vit at geva tí gras, so Lambi kann gerast ein stórur og raskur seyður, sum aðrir seyð­ ir veruliga kunnu síggja upp til, sigur Veljko og flennir. Lambi! Nú Lambi er flutt úr heim­ inum á Eiði, sum Veljko sjálvur hevur sett í stand fyri familjuna, so fer onkur í familjuni niðan at geva ein­ ar tríggjar ferðir um dagin. - Tað er løgi. Lambi gongur á einum stykki, har ein rúgva av seyði er. Men tað gongur altíð ovast á stykkinum, óansæð um aðrir seyðir eru har ella ikki. Onkuntíð, so seti eg bil­in niðri við vegin, og so rópi eg bara, og so kemur tað tuskandi omaneftir, greið­ir hann frá. Tað eru nakrir hundrað metrar frá ovast til niðast á Hundasey Á Eiði býr eitt lamb, sum eitur Lambi. Foreldrini eru Veljko og Velika Gjorgjieska úr Makedonia, og eigarin eitur Daniel Magnus. Lambi er eitt húsdjór, men í nógv størri mun, enn vit eru von við í seyðahaldi. Tí Lambi ber seg at sum hundur