Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 24. juni 2009 19 tíðindi yðurin Lambi stykkinum, samstundis sum ovasti parturin ikki sæst av landsvegnum. - Men onkrar dagar hoyrir tað meg ikki, so tá má eg koyra niðan, fyri at geva tí mjólk. Tá veit eg eisini, at tað stendur ovast við hegnið og bíðar eftir mær. So plagi eg at geva, og so ganga vit ein túr, greiðir makedonin, sum hevur búð á Eiði í trý ár, frá. Vil verða bóndi Fýra ára gamli Daniel Magn­us er eisini sera fegin um Lambi. Enntá so fegin, at hann vil gerast bóndi, tá hann verður stórur. - Daniel Magnus plagar at tosa um, at vit skulu hava eina rúgvu av seyði, so hann kann verða ein ordi­ ligur føroyskur bóndi. So tað hevði kanska verið eitt hugskot at byrja at keypa jørð, greiðir Veljko frá og flennir hjartaliga. Men enn er Daniel Magn­ us lítil. Júst fyltur fýra ár. Og tað er ikki altíð eins lætt at vera útlendingur í Før­oy­ um, og heldur ikki at vera av útlendskum uppruna. - Í fjør mundi eg ikki slopp­ið at arbeiða, og í dag kemur politiið og sigur við meg, at sonur mín, sum er føddur í Føroyum, og enntá tvær ferðir hevur fingið nýtt pass tvær ferðir, ikki fær nýtt pass. Eg veit ikki, hvussu verður við tí, og eg haldi tað vera at gera gjøld­ ur burturúr okkum. Daniel hevur altíð verið føroyingur við makedonskum for­eldr­ um. Og nú hava vit verið her í sjey ár, og eru klár at gerast veruligir føroyingar, greiðir Veljko frá, áðrenn hann aftur kemur í tankar um Lambi. Velika og Veljko fluttu úr Makedonia undan kríggi í 2001, og Dagur og Vika hev­ur kannað málið við Daniel Magnus. Við Dag og Viku, hevur løgreglan sagt, at tað var eitt mistak at geva Daniel Magnus eitt danskt pass, tí minst annað av foreldrunum skal hava danskan ríkis­borg­ ara­rætt, og tað hevur hvørki av foreldrunum. Men Dani­ el Magnus kann fáa eitt so­kallað fremmadapass, sum vanliga verður givið flótta­fólkum. Ikki sum aðrir seyðir Hjá fólki, sum hevur seyð, er vanligt at fletta tað, sum er komið undan um várið á heysti. Men soleiðis verður ikki við Lambi. - Vit fara sjálvandi ikki at eta tað. Tað er ein partur av familjuni, og vit fara at royna at vera so nógv sum gjørligt saman við tí. Lambi skal sleppa at liva og liva. Líka til tað doyr, ger øll familjan greitt. - Men vit eta eisini seyða­ kjøt. Tað smakkar øgiliga væl, og tað hevði Lambi helst eisini gjørt, men sjálv­ andi fara vit ikki at eta tað, tí Lambi er ikki sum aðrir seyðir, leggur Veljko aft­ur­ at. Navn: Lambi Føðidato: Umleið 17. apríl 2009 Føðistaður: Kjallnes í Kollafirði Bústaður: Eiði Pápi: Ókendur Mamma: Deyð Fosturforeldur: Veljko og Velika Gjorjieski Eigari: Daniel Magnus Gorgjieski FAKTA um Lambi Til fyri kortum búði bóltspælandi Lambi heima hjá Veljko, Velika og Daniel Magnus Giorgjieski, men nú gongur serlig lambið á einum stykki niðan fyri byrgingina á Eiðisvatni Lambi hevur fingið hundatekin. Ella tað má helst vera seyðatekin, sum siga, hvør eigur lambið og hvar tað hoyrir heima