mikudagur 24. juni 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 118 - 24. juni 2009
tíðindi
Vit prenta í dag
røðuna, sum Jonhard
Mikkelsen helt á
hátíðarløtuni á
Læraraskúlanum
leygardagin í sam
bandi við sjeytifimm
ára dagin hjá Jóhan
Hendriki Winther
Poulsen. Jonhard
Mikkelsen er stjóri í
forlagnum Sprotanum,
sum hevur givið út
bókina
KVØÐA
Jonhard Mikkelsen
Góðan dag og hjartaliga
vælkomin út á læraraskúlan í dag
tann 20. juni – nú dagurin
toyggir seg so langt, sum hann
kann – sólin er komin so langt
norður, sum hon orkar og varpar
sínar fløvandi geislar oman yvir
okkum.
Ljósið hevur týdning. Hetta at
lýsa og at varpa ljós á øll handa
viðurskifti gav einum søguligum
tíðarskeiði navn. Eitt skeið, tá ið
ljós varð varpað á mangt og hvat,
ið áður lá fjalt í myrkri. Gongdin
fram, varð sagt, var at upplýsa
fólk, og í hesum upplýsingar
skeiði var Jens Chr. Svabo uppi á
døgum. Tá setti hann sær fyri at
varpa komandi ættarliðum ljós á
eitt talað mál, hann var sann
førdur um, fór at fara í søguna.
Sum fór at doyggja av berari
vanrøkt.
Tað, ið Svabo gamli ikki kundi
vita tá, var, at vit fóru at hava eitt
skriftmál halva øld seinni. Hann
kundi heldur ikki vita, at hetta
bragd fóru at kveikja so
ógvusliga í føroysku sálina, at
ein mentanarlig kollvelting fór
fram á leið eina øld eftir, at hann
hevði skrivað minningarorð um
málið. Brádliga vaknaði alt, ið
áður lá í dvala og í myrkri. Vit
festu tankar á blað, vit fingu bløð
og skaldskap, og vit fóru at
krevja at verða upplýst á okkara
egna máli.
Nú eini 230 ár eftir at
Indberetningar vórðu skrivaðar,
kunnu vit sita í stórari høll á
føroyskum læraraskúla og
hátíðarhalda, at ein av størstu
føroysku málfrøðingum verður
stjeytifimm ár. Hátíðarhalda
mann, sum er víða gitin fyri,
hvussu væl hann hevur røkt
føroyska málið seinastu hálvu
øldina. So sjáldsama væl kann alt
laga seg. Tað er einki minni enn
eitt undur, sætt í hesum ljósi. Tí
hetta er framburður, sum hevur
kravt ómetaliga nógva orku,
áræði, treiskni, nógvan
kunnleika, nógv vit og nógvan
lærdóm.
Men ljósið rakti kraftina, sum
lá í dvala. Ljósið og mátturin
runnu saman í eind og fluttu
okkum fram.
Ein skrøna er um ein av okkara
landsmonnum, sum var sam
bandsmaður av heilum huga.
Hann helt tað vera so hátíðarligt
at lesa Dimmalætting, at hann fór
í tær betru tenninar, tá ið hann
setti seg við spísstovuborðið at
lesa leygardag.
Nakað soleiðis kendu fleiri tað,
tá ið orðabókin var á skránni í
útvarpinum. Onkur stongdi
úthurðina, tí nú skuldi friður
vera. Børnini vórðu kveistrað ut í
tún at spæla. Onnur tóku stikk
aran úr telefonini, tí nú varð
orðabókin á skránni.
Hátíðardámur.
Tá ið fólk lurtaðu eftir Jóhan
Hendriki Winther Poulsen, sum
segði teimum frá rárum orðum
og forvitnisligum orðafellum, sat
mestum øll tjóðin undir lestri.
Gomul kona úr Funningi skrivar
Bræv er komið sunnan av landi
– øll kenna eyðkendu
orðingarnar.…..
Jóhan Hendrik gjørdi tað, ið fram
til tá var hildið at vera ógjørligt.
Hann breyt fordómin um hin
turrisliga málfrøðingin og gjørdi
hann til landsins besta undir
haldara. Púrasta óhoyrt. Her var
einki fyridømi. Hann rakti eina
tægr, sum liggur djúpt í okkum
øllum.
Jóhan Hendrik fór inn í teir
smáu kistlarnar, har málsliga
reyðagullið verður goymt. Í
málsliga reyðagullinum liggur
slóðin av søguni og tilveru
treytunum og tillagingunum og
snildunum og skemtinum og
øllum tí, sum til samans hevur
skapt okkara mentan gjøgnum
øldir. Bita fyri bita. Orð fyri orð.
Alt tað varpaði hann ljósið á við
síni orðabókasending
Hann fór inn í rúmini, sum
orðini vóru dyrnar til, og varpaði
ljós á ymist, ið annars lá í
myrkri. Kenslan var kanska
nakað sum, tá ið tú leitar í
gomlum køssum, sum leingi
hava staðið í myrkri á ovastalofti,
og tú kemur fram á bæði eitt og
annað, ið fær teg at undrast,
vekur gomul minni og forvitni.
Góði Jóhan Hendrik – tín partur
hevur ikki ligið eftir. Tá ið tosað
verður um føroyska málmenning
í dag, verður títt navn altíð nevnt.
Orðabókin gjørdi teg so
viðgitnan, sum um tú vart
rokkstjørna – øll í landinum
kendu Jóhan Hendrik Winther
Poulsen, og tað hevur eingin
orðabókafrøðingur nakrastaðni í
heiminum megnað hvørki fyrr ei
heldur seinni. Tí leksikografar er
tiltikið turrisligt slag.
Eingin í Føroyum fer nakrantíð
aftur at verða kallaður Orða
bókin. Eingin fer aftur at eiga ein
fýramannafar, ið verður nevnt
Orðabókin, ongantíð fara fólk
aftur at siga, at Orðabókin var í
grind, eingin fer at aftur eiga
døtur, sum eru døtur orðabókina.
Tú og orðini og bókin eru so
samantvinnað, at eingin loysir
teir tríggjar tættirnar sundur
aftur. Og nú fært tú orðabókina
um eina løtu og eingin annar enn
eykabindið hevur lagt hana til
rættis. Anfinnur sat so trúgvur
undir liðini á tær, meðan tit
ritstjórnaðu móðurmálsorða
bókina, at hann fekk navnið
eykabindið.
Vit hava nógv á skránni hesa
løtuna. Hetta var tíðarskamturin,
mær var tillutaður. Enn einaferð
hjartaliga til lukku við degnum
og eg takki tær hjartaliga fyri ta
leið, tú hevur slóðað okkum, sum
royna okkum í sama starvi.
– Eingin í Føroyum fer nakrantíð
aftur at verða kallaður »Orðabókin«
Jóhan Hendrik Winther Poulsen við fyrsta eintakinum av Orðabókini í læraraskúlahøllini leygardagin
Mynd: Eirikur Lindenskov