mikudagur 24. juni 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2009
21
tíðindi
KVØÐA
Martin Næs
Góði Jóhan Hendrik!
Fyri Mentamálaráðið skal eg
bera tær eina heilsan og ynskja
tær hjartaliga til lukku við 75-ára
føðingardegnum.
Landsstýriskvinnan í menta
málum, Helena Dam á Neystabø,
er ikki í landinum, og kundi
tíverri ikki vera hjástødd her í
dag, men frá henni fært tú eina
hjartaliga heilsan við góðynskj
um. Mentamálaráðið vil eisini
nýta høvi at takka tær fyri títt
áhaldandi og ótroyttiliga stríð
føroyskum máli at frama, bæði
meðan tú hevur sitið í starvi
tínum á Fróðskaparsetrinum, og
eisini aftaná at tú fórt úr lívs
starvi tínum á Føroyamáls
deildini. Eg kann nevna at ein av
seinastu almennu uppgávunum,
tú hevur havt, var at vera partur
av teirri málmanning, sum
mannaði Málstevnunevndina í
2006, og sum handaði lands
stýrismanninum álitið um
almennan málpolitikk, Málmørk
í 2007. Landsstýriskvinnan ætlar
at leggja álitið til aðalorðaskifti í
Løgtinginum nú á ólavsøku.
Vit eru í dag komin saman at
heiðra orðabókina á sjeytifimm
ára degnum. Vit, sum hava fylgt
við í tínum málarbeiði hesi 40
árini, fegnast um, at tað hevur
eydnast vinmonnunum Anfinni
Johansen og Jonhardi Mikkelsen
at fáa savnað og útgivið hesar
túsund síðurnar av orðum um orð
og málburð og staving og
bending – eina bók aftrat um tað
føroyska málið, sum vissuliga
má sigast at hava verið títt
hjartamál.
Hóast vit her hjá okkum
mangan eru ósamd um líkt og
ólíkt, - eisini og kanska serliga í
málspurningum – so kemst ikki
uttanum, at tað eru stríðsmenn
sum Jóhan Hendrik, ið eiga stóra
æru av, at vit hava eitt so
fjølbroytt mál. Tað er soleiðis í
øllum lívsins viðurskiftum, at
tekur tú títt starv í álvara, mást tú
verða maður fyri at taka støðu.
Hetta kann við hvørt vera torført,
og tað hevur tað ivaleyst eisini
mangan verið hjá Jóhan
Hendriki, men eg hugsi, at tað er
hetta, nógv okkara fara at
minnast Jóhan Hendrik Winther
Poulsen fyri. Tú tordi, at hugsa
málsliga øðrvísi og koma við
uppskotum og hugskotum, sum
vóru nýggj og sum líktust frá.
Fyri hetta kanst tú lætt fáa
mótgang og ábreiðslur, men her
kann leggjast aftrat: heldur fáa
ábreiðslur fyri at taka støðu, enn
fyri ikki at taka støðu.
Sum vera man eru nógvar søgur
um ein mann, sum hevur starvast
í einum so serstøkum yrki sum
Jóhan Hendrik. Eg havi hoyrt
fleiri, men fari at taka eina fram
her.
Á Landsbókasavninum
arbeiddu vit fyri nøkrum árum
síðan við at fyrireika bókasavns
tænastuna til ta nýggju edv-
tíðina. Ein partur av hesum
arbeiði var at útvega nýggja
skrásetingarskipan til bókasavns
tænastuna og við henni fylgdi
mangt og hvat, eitt nú at týða øll
hesi útlendsku bókasavnsteldu
hugtøkini til okkara egna
tungumál. – Ein dagin fekk eg at
vita, at vit skuldu bíleggja
300.000 strikukotur, sum skuldu
setast á bøkurnar, soleiðis at tær
lættari kundu lænast út um
telduskipanina.
- Strikukotur! hugsaði eg. Ikki
talingur um. Vit mugu hava eitt
annað orð, og sóknaðist
innanhýsis eftir einum boði upp
á týðing av orðinum strikukota.
Men í tí skundinum kom einki
boð.
So varð leitað, og hetta var als
ikki einastu ferð, niðan um
garðin á Føroyamálsdeildini, til
Jóhan Hendrik, og 2 dagar seinni
hevði hann eitt boð: Grindil.
Hetta orðið við ymiskum
samansetingum hevur so verið
brúkt síðan, eg veit ikki, hvussu
fast tað hevur fest røtur enn, men
søgan sigur:
at ein dagin stóð Jóhan
Hendrik við kassan í FK í
miðbýnum og skuldi gjalda fyri
vøruna, hann hevði lagt sær í
kurvina. Til stuttleika tók hann
ein mjólkarpakka og spurdi
avgreiðslugentuna, um hon visti,
hvussu hetta æt á okkara
móðurmáli, og so peikaði hann á
grindilin:
- Hatta, hatta er ein strikukota,
segði gentan.
Til tað svaraði professarin: nei,
góða hatta eitur ein grindil.
Tá svaraði avgreiðslugentan
læandi: Hatta man okkurt býtt á
Setrinum hava funnið uppá!
Í bókini ’Mál í mæti’, sum tú og
Anfinnur gleddu okkum við fyri
fimm árum síðan, stendur ein
stubbi, sum kallast Leivur. Her
skrivar tú, at hetta mansnavnið
eins og mong onnur í sama
bendingarflokki ’verður tíðum
óbeint viðfarið til bending’. Og
so nevnir tú, ’at málrøktar
maðurin fram um so mangar,
Jóhannes av Skarði, sáli, mælti
einaferð til, at skúli okkara átti í
eitt heilt ár at lagt dent á at læra
næmingarnar at benda fólka
nøvn. Hetta er hugmynd, sum
vert er at geva gætur!’
Góði Jóhan Hendrik. Munurin
á tær og øðrum góðum
málmonnum er tann, at tað
slagið, tú umboðar, roynist betur
og betur, sum árini ganga, hitt
slagið gevst tá ið vanlig fólk eru
í bestu árum.
Eg skal enn einaferð ynskja
tær hjartaliga til lukku við
degnum, takka tær fyri valaverk
og ynskja tær og tínum alt tað
besta, loyvi mær at enda við
seinasta setningi í nýggju
Orðabókini:
At enda ynski eg øllum, sum
lurta, gott summar!
Takk fyri.
– Tú roynist betur og betur …
Kórið hjá Ólavi Hátún setti sín serliga dám á hátíðarløtuni á Føroya Læraraskúla leygardagin
Mynd: Eirikur Lindenskov
Orðabókin signerar Orðabókina...
Mynd: Eirikur Lindenskov