mikudagur 24. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 118 - 24. juni 2009
»Tokyó«
á top listunum
Nýggjasta fløgan hjá Peturi Pólson »Tokyó«
hevur fingið so mikið góða undirtøku frá
føroyingum, at hon liggur í millum mest seldu
fløgur í Føroyum í løtuni.
Við nýggju fløguni »Tokyó» hevur Petur
Pólson megnað at vunnið sær stóran tokka
millum føroyingar. Hóast Petur er ein kendur
tónleikari frammanundan, so hevur hann kor-
tini ikki fingið so stóra undirtøku frá fjøldini
áður.
- Eg havi gjørt nakað grundleggjandi øðrvísi
við »Tokyó«, nevniliga popptónleik, sum øll
kunnu lurta eftir, sigur Petur Pólson.
Síðani fløgan koma á gøtuna, fyri einum
góðum mánaði síðani, hevur hon selt óme-
taliga væl, og liggur hon ímillum mest seldu
fløgur í Føroyum í løtuni.
- Eg visti av, at fløgan var góð, men eg hevði
tó ikki væntað, at hon fór at selja so mikið
væl, sigur Petur Pólson.
Petur Pólson hevur verið nógv um biðin síðani
nýggja fløgan sá dagsins ljós, og í summar
verður ikki øðrvísi. Hann skal nevniliga fram-
føra á Vestanstevnu, á G! Festivalinum og á
Asfalt.
Í summar fáa føroyingar
enn einaferð høvið at
uppliva teir forkunnugu
skemtararnir Sjúrður Skaale
og Jákup Veyhe í víðagitnu
skemtirøðini Pipar&Salt.
-Vit vita, at menninir han-
dan Pipar&Salt hava havt
eina ørgrynnu av løgum,
ið nærmast eru blivin
fólkaogn, og tí vilja vit geva
føroyingum høvið at upp-
liva teir enn einaferð, sigur
James Olsen, fyrireikari av
festivalinum við Múrin.
Øll kenna vit Pipar&Salt, og
øll hava vit eina serstaka
kenslu til teir ymsu persó-
narnar, ið myndaðu skemti-
røðina Pipar&Salt, tá ið hon
var í hásæti í sjónvarpinum
hjá Kringvarpinum fyri
nøkrum árum síðani.
Hóast nakrar skemtirøðir
hava verið frammi síðani,
er tað neyvan nøkur teirra,
ið megnar at liva upp til tað
fólkatekkið, ið Sjúrður og
Jákup høvdu á sinni. Og
munnu tað ikki verða nógvir
føroyingar, ið gleða seg til
at síggja Kára Kul, Esmar
Eysturoy og Skótan í Bø á
palli aftur?
-Vit kenna Pipar&Salt sum
eina skemtiligan leik, við
góðum tónleiki aftur við.
Í summar verður tað tann
góði tónleikurin, ið setur
sín dám á festivalinum, og
sjálvsagt verður hetta eisini
við eitt sindur av skemti-
ligum leiki afturvið, sigur
James Olsen, fyrireikari av
festivalinum við Múrin.’
Framførslan við Múrin bor-
gar kortini fyri einum broyt-
tum Pipar&Salt liði, tí á
pallin í Kirkjubø trínur tann
størsta tónleikaliga man-
ning, ið Sjúrður Skaale og
Jákup Veyhe nakrantíð hava
havt við sær. Tónleikarar
verða Kim Hansen, James
Olsen, Jóhannes á Rógvi,
Finnur Hansen og Jens
Marni Hansen.
Pipar&Salt
høvuðsnavnið við Múrin
Nú er greitt, at eisini Faroe5 fara á
pall á Jóansøkufestivalinum um na-
krar dagar
Áhugaverda skráin hevur fingið enn
eitt navn, og tað er gentubólkurin
Faroe5, ið er komin afturat á plakatini
hjá Jóansøkufestivalinum.
Faroe5 varð kosin besti nýggi bólkur á
Planet Awards 2008. Faroe5 gav fløgu
út 5. desember í fjør. Tríggir av sangu-
num hava higartil ligið nummar eitt á
15 Teimum Bestu í Kringvarpinum. Teir
eru Bara 1 Spæl, Tell Me Now og Eina
Langa Nátt.
Faroe5 er avgjørt ein bólkur, sum
føroyski ungdómurin hevur tikið til sín,
og um nakrar dagar eru tær í Faroe5 á
palli á Jóansøku.
Í Faroe5 eru Asta Højgaard, Jónva
Ellingsgaard, Ragnhild Dam, Vígdis
Fjallstein og Lillian Dalsgaard.
Fyrireikingarnar til Jóansøkufestivalin
eru í hæddini, og til ber at vitja www.
joansokufestivalurin.fo
Faroe5
á Jóansøkufestivalin