mikudagur 24. juni 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2009
23
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Ingrid Joensen, fødd
Anthoniussen, Froðba,
andaðist týsdagin, 86
ára gomul.
Ingrid
Mikkelsen,
fødd Magnussen, ættað
úr Fuglafirði, búsitandi
í Vági, andaðist á Suð
uroyar Sjúkrahúsi mána
dagin, 72 ára gomul.
Elisabeth Maria Hart
man Niclasen, vanliga
nevnd Betta, andaðist á
Suðuroyar
Ellis-
og
Røktarheimi mánadag
in, 85 ára gomul.
Arngrim
Johansen,
ættaður úr Miðvági, and
aðist í Keypmannahavn,
22. juni, 76 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Vit minnini eiga um eygu so klár,
um dárandi ennið og vælkembda hár,
tey eygu, sum gimsteinar glógvaðu tey,
tá skálkabrosið um varrarnar fleyg.
Tú ei kundi dansa og renna um teig,
men gleðast um tónleik og blómur í mai.
Tú lærdi okkum at dýrmeta tað,
sum ikki kann vigast, men hjørtu ger glað.
Um ofta var lagnan og lívið tær hart,
øll fjálgaðu um teg, har einki var spart.
Hjá móður og faðir tú sólstrálan var,
og systkini eisini teg høvdu so kær.
So tómligt man tykjast í heiminum nú,
tú heima í Himli tók æviga búð,
har saman við hinum, sum fóru, tú er
má Gud tykkum styrkja í sakninum her.
Vit í serstovuni
Til minnis um Henriettu Johansen
f. 30.04.1993 – d. 10.04.2009
Dagurin
24. juni. Jóansøka.
Føðingardagur Jóhannes
Doyparans. Minningar
dagurin hjá halgimenn
um var vanliga deyða
dagur teirra, men hjá
Johannes Doyparanum
er tað føðingardagurin,
ið verður hildin, av tí at
hann var heilagur longu
í móðurlívi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta
útgáva 2008)
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust
meg á 80 ára degnum, tann 2. juni.
Vinarlig heilsan
Sanna Skaalum, Vágur
Í hesum døgum hevur Anna
Kathrina Højgaard foto
grafur eina framsýning við
listaverkum, sum hon hevur
greitt úr hondum seinastu
tvey árini.
Framsýnigin er á Áarvegi
14. Talan er um málningar,
grafikk og foto, tilsamans
26 listaverk umframt ymisk
ar plakatir, sum hon eisini
hevur gjørt.
Anna Kathrina er útbúgvin
fotografur, men dugir meira
enn at taka myndir. Í
listarligum høpi er hon ikki
ókend í Føroyum. Hon hevur
havt fleiri framsýningar,
bæði her heima og uttan
lands. Nú er so aftur høvi at
síggja hennara fjølbroyttu
listarligu evni á framsýning
ini við Áarvegin.
Opið er frá allar dagar frá
11-18, tó sunnudagin frá kl.
15-20. Framsýningin er
opin til og við 2. juli.
Listaframsýning við Áarvegin
Anna Kathrina Højgaard
hevur í hesum døgum
listaframsýning við Áarvegin
Mynd: Jens Kristian Vang
Í dag fyllir Una Hansen í
Nólsoy 60 ár.
Una er fødd og vaksin
upp í Nólsoy, har hon eisini
hevur búð og starvast alt
sítt lív.
Hon vaks upp í einari tíð,
tá tað langt frá var vanligt, at
ungdómurin valfartaði til
Havnar at nema sær útbúgv
ing, og tað kann kanska tykj
ast undarligt í dag, tí henn
ara lívsstarv var næstan
avgjørt, tá hon varð fødd.
Hon er miðlinga barn hjá
Merry og Anfinni Poulsen
og einasta genta av trimum
systkjum. Foreldrini høvdu
handil, sum Anfinnur byrj
aði, áðrenn hann var mynd
ugur, og tí mátti pápi hans
ara, Kjeld Poulsen, abbi
Unu, standa fyri handlinum.
Og tað gjørdi hann, líka til
hann doyði. Síðani varð
navnið flutt yvir í navnið á
Anfinni.
Una byrjaði tíðliga at
arbeiða í handlinum, og
burtursæð frá einum skeiði
á Háskúlanum og øðrum
stuttum tíðarbilum hevur
hon gingið fólki til handa
sum »ekspeditrisa«.
Tá foreldrini so doyðu
stutt eftir annað miðskeiðis
í 90-árunum, hevði Una
longu í mong ár staðið fyri
og rikið handilin. Eftir at
hon formliga yvirtók hann
valdi hon at geva handlinum
navnið »Hjá Anfinni«.
Una helt fram at handla í
fleiri ár eftir hetta, til hon
fyri nøkrum árum síðani
valdi at gevast og í staðin
fyri fyrstu ferð í lívinum at
gerast leys av ábyrgdini av
einum handli.
Í sínum uppvøkstri upp
livdi hon »tey glaðu 60-
ini«, tá samanhaldið millum
tey ungu í Nólsoy var fram
úr gott. Tað var tí heldur
ikki so løgið, at hon fann
sær sín lívspartnara í bygd
ini, og fyri tíggju árum síð
ani kundu hon og maðurin,
Sune, halda silvurbrúdleyp.
Una hevur eisini øll árini
verið virkin innan felagslív
ið í Nólsoy. Heilt síðani
sangkórið byrjaði í 1988 og
til tað – tíverri – datt niður
fyri fyri nøkrum árum síð
ani, vóru hon og maðurin
tveir av grundstuðlunum.
Una gjørdist eisini ein av
fyrstu – kanska enntá tann
fyrsti – kvinnuligi deknurin
í Føroyum, eitt starv, hon
røkir enn. Maðurin hevur
somuleiðis verið kirkjutæn
ari í mong Harrans ár sum
urguleikari.
Eisini hevur Una í mong,
mong ár verið partur av
Ovastevnunevndini, og er
aktiv har enn.
Og nú, tá hon hevur fing
ið nógv betri tíð, er hon javn
an at finna í sølubúðini hjá
Heimavirkinum í Nólsoy.
Su m nevnt giftist Una
við Suna í 1974, og eiga tey
børnini Ann-Mari, nú av
Skarði, gift Jákupi, útbúgvin
lærari, Leif Hansen, giftur
Anne Mette Greve Klemen
sen, og útbúgvin cand. mag.
í tónleikavísund, og Katrin,
sum er útbúgvin løgfrøðing
ur. Eisini eigur Una seks
ommubørn.
Eg fari at ynskja Unu,
systir, hjartaliga tillukku
við teimum 60 og vóni, at
hon og familjan fáa ein góð
an dag og eisini mong góð
ár frameftir.
Leo
Una Hansen 60