Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 118 - 24. juni 2009 Royndarkoyring á Bilradio Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 17.10 verður Mitsubishi iMiEV royndarkoyrdur. Bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Týsdagin royndar­ koyrdu vit elbilin Mitsubishi iMiEV, sum var komin hig­ ar í sambandi við samstarvsavtaluna, sum var undir skrivað millum elfelagið SEV og Dong Energy. Bilurin er ljóðleysur og CO2 útlátið er 0 gr/km Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ongin ivi er um, at í bila­ ídnaðinum eru stórar broyt­ ingar á veg. Tað er bert ein spurningur um tíð, til elbilar koma at avloysa teir vanligu bensin- og dieseldrivnu bil­ ar­nar, sum vit kenna í dag. Mitubishi iMiEV er iva­ leyst tað mest realistiska boð­ið upp á smáar elbilar, og tann mest framkomni av teimum vit higartil hava sæð. Konseptið við Mitsu­ bishi iMiEV er ein eldrivin persónbilur við plássi til fýra vaksin, sum als ikki dálk­ar og er kvikur og lættur at handara í ferðsluni. Sum tað sæst á myndunum, eru hjólini so langt frá hvørjum øðrum sum til ber, og langa aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kab­inuni. El-motorurin hevur 64 hk, og hægsta snún­ings­mo­ m­entið er upp á 180 Nm, sum ger bilin eins kvikan og ein miðalklassabil við bensinmotori. Bilurin verð­ ur drivin av bakhjólunum, og toppferðin er 140 km/t. Umframt at koyra í D (drive), ber til at seta gir­ stongina á E (eco), tá hann koyrir mest økonomiskt, ella B, tá tann løðir í batt­ar­ íni, meðan hann koyrir. Battaríini, sum viga 200 kg, eru millum gólvið í bil­in­ um og sjálvan botnin. Hetta er við til at halda tyngdi­ punkt­inum lágt niðri til frama fyri tryggar og stabilar koyrieginleikar. Dekk­ini eru eisini sergjørd við sera lágari rullu­mót­støðu. Sum aðrir vanligir bilar hevur hann ABS og air­bag. Bilurin vig­ ar til­samans 1.080 kg. Mitsubishi iMiEV hevur lithium-ion battaríir, sum eru sett saman av 22 mod­ul­ um til ein samlaðan battarí­ pakka. Sambært Mitsubishi eigur bilurin at kunna koyra 144 km upp á eina fulla løð­ ing, men tað valdast sjálv­ andi hvussu koyrt verður, og hvar bilurin koyrir. Batt­ aríni hava 10 ára garanti ella 150.000 km. Mitsubishi iMiEV er fyri­ reikaður til ymsikar mátar at løða bilin uppá. Løðing við 220V spenningi, sum verð­ur nýttur í vanliga húsholdninginum, 380V er ein møguleiki og so er eitt stikk til skjóta løðing (quick charge), sum helst verður ein partur av t.d. infrastrukt­ urinum í framtíðini. Bilurin var royndar­koyrd­ ur hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin, sum um­ boða Mitsubishi í Før­oyum. Reinur og ljóðleysur framtíðarbilur Mitsubishi iMiEV Motorurin Elmotor (47 KW) 64 hk Snúningsmoment 180 Nm CO2 útlát 0 gr/km Toppferð 130 km/t Koyrir upp á ein løðing 144 km Battarí Lithium-ion (330V / 16kwt) Stødd og vekt: Longd 339,5 cm Breidd 147,5 cm Hædd 160,0 cm Vekt 1.080 kg Løðitíð 220V 6 tímar Løðitíð (Quick charge) 30 min Mánadagin vóru umboð fyri SEV og Ivan Johansen Bilar á gamla SEV-verkinum í Gundadali og royndarkoyrdu bilin. Uttast til vinstru er Johan Mortensen frá felagnum Baldursbrá, sum er ein av stigtakarunum til at fáa bilin higar til lands Sum tað sæst á hesi myndini eru battaríini í botninum á bilinum og el-motorurin aftan Um bilin • 150.000 km, 2.000 løðingar • Ein løðing 6 tímar, íalt 18 kWh • SEV prísur 1,51 kr/kWh • 27 kr fyri hvørja løðing • iMiEV, 140 km/løðing, 19 oyru/km • SEV 2007 miðal – 379g CO2/kWh • iMiEV, 8 km/kWh – 47,4g CO2/km Kelda: SEV