mikudagur 24. juni 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 24. juni 2009
MIÐvikan
33
fóru teir seinni aftur umborð á
trolaran Tindhólm og skonnartina
Hvítubjørn.
Tað var Skipafelagið Føroyar,
sum átti Tinganes, sum áður
mangan brattan hevði farið og
komin væl burtur úr tí.
Tá ið Tinganes var sokkin á
Kappanum og manningin var
komin umborð á hini skipini sum
vóru har, spurdi skiparin á Vestur
vón skiparan á Tinganesi, um
hann kundi vísa sær á tveir góðar
menn, sum hann kundi biðja við
Vesturvón túrin út, tí hann mangl
aði fólk. Skiparin á Tinganesi vísti
honum fyrst á Hilmar.
Sigast kann eisini, at tað altíð
kom nakað burtur úr, tá ið Hilmar
arbeiddi, tí sum onkur segði:
”Hann snakkar ikki tíðina burtur!”
Hilmar fer umborð á Vesturvón
og fiskar við teimum túrin liðnan
og teir kom heim í november mán
að. Vesturvón var eitt av teimum
nýggju línuskipum, sum komu
til Føroyar seinast í 50-unum.
Hann varð avloystur av trolaran
um Vesturvón, sum so aftur varð
afloystur av tí verandi Vesturvón.
Verið við sjey
forlistum skipum
Í 1965 fer Hilmar við línuskipinum
Varðberg og er við har til skipið
verður selt til Klaksvíkar í 1970.
Hann gjørdist til ídnaðarfiskskipið
Komet, sum sakk nakað seinni.
Tað er nokkso sjáldsamt, at
ikki færri enn sjey av teimum
skipum, sum Hilmar hevur verið
við, eru forlist, trý av teimum við
mannskaða. Hann var tó sjálvur
bert við at forlissa eina ferð, tað
var við Tinganes.
Hilmar hevur annars greitt frá,
at mamma hansara eina ferð fekk
hann frá at fara við skipi, sum
gekk burtur júst tann túrin.
Legst uppá land
Frá 1970 til 1978 býr Hilmar
í Norðagøtu, har hann hevur
fyrifallandi arbeiði, mest at
smíðja, tí Hilmar er sera hegnigur
maður. Orsøkin til, at Hilmar
fer til Gøtu mundi vera, at har
kundi hann vera millum deyvar
javnlíkar. Har var jú ein familja,
sum átti fimm deyv børn. Hann
búði fyrst hjá Annelenu og Jákupi
Zachariassen, foreldrunum hjá
hesum deyvu systkum, og seinni
hjá Arnbjørg, sum var eitt teirra,
og manni hennara Bruno, sum
júst er deyður. Í Gøtu var Hilmar í
fleiri ár egningarformaður, serliga
hjá Bruno, sum hevði útróðrarbát.
Í 1978 flytur Hilmar til Havnar
at búgva, har hann ger fyrifallandi
arbeiði. Í nógv ár var Hilmar pedell
ur í tí tá nýggja Deyvahúsinum.
Í eini 30 ár búði Hilmar hjá
Kristionu og Marius Rein. Hilmar
er ommubeiggi Kristionu. Tey
bæði eru eisini ein av keldunum
til hesa grein og hava verið við til
at gera hana.
Dámdi væl at ferðast
Hilmar hevur dámað sera væl
at ferðast, og í nógv ár fór hann
hvørt summar við Lómi hjá Skipa
felagnum til Danmarkar at vitja
vinfólk. Har plagdi hann at vera í
1-2 mánaðir.
Eisini hevur hann ofta verið
til Nordisk Døve-Pensionistræf
í Finlandi, Svøríki, Danmark og í
Íslandi í 1985, har hann heilsaði
uppá Vígdis Finnbogadóttir,
forseta Ìslands.
Hilmar hevur eisini verið við til
alheimsdeyvaráðstevnur, í 1982 í
Sveits, í 1986 í Wales og í 1990 í
Hollandi.
Øll á Lágargarði eru
góð við Hilmar
Í 1991 sleppur hann inn á dag
stovnin á Lágargarði, og har
hevur honum dámað so sera væl.
Har hevur hann loyst úr lagdi,
spunnið og vevað, og mangur
gólvløbari er komin úr hansara
hondum. Eisini dugur hann væl at
binda. Framvegis tekur hann hond
í síni ítriv. Í 2007 sleppur Hilmar
at búgva á Lágargarð, har hann
trívist væl.
Hilmar kann sigast at hava havt
eitt ríkt lív og hevur upplivað nógv
í sínum “deyva” lívið, tí tað, sum
hann ikki hoyrdi, upplivdi hann
gjøgnum hinar sansir sínar, mest
gjøgnum eyguni, tí eygleiðari er
hann góður.
Eitt stórt framstig hjá
teimum deyvu er tann skipaða
teknmálstulkingin, sum kom í lag
fyri nøkrum árum síðani.
Ein av hesum tulkum er Edny
Poulsen. Hon er tískil eisini komin
at kenna Hilmar sera væl. Edny
sigur Hilmar vera eitt framúr
menniskja. Hann er góðsligur og
fittur, og øll, sum eru um Hilmar,
eru góð við hann. Hann er eisini
sera góður við børn. Honum dámar
eisini at arga starvsfólkið á Lágar
garni, men hetta er bert í spølni.
Hilmar hevur eisini fortalt
Edny nógv. Einaferð hitti hann
tvær eldri konur, sum hann
hevði kent frá barndóminum í
Miðvági. Tá ið tær funnu fram
til hvør hann var, skóru tær útí at
gráta. Tær mintust sum barn, at
hann bert var horvin úr heimliga
umhvørvinum. Tær høvdu tí alt
sítt lív hildið, at hann var deyður
longu tá. Tað var ein serlig uppliv
ing á gamalsaldrinum at finna
hann á lívi.
Tað hevur verið hugaligt at
kunna skriva hesi brot úr lívinum
hjá Hilmari. Tað ber til at lesa
meira um søguna hjá deyvu,
eisini hjá Hilmari, í bókini “Søgan
um Hini”, sum eisini hevur verið
ein kelda til hesa grein.
Samstundis senda vit Hilmar
eina heilsan. Hann hevur verið
ein knassi!
Hilmar á sínum 80 ára føðingardegin saman við Kristonu, sum hann hevur búð hjá í 30 ár
Hilmar og systir hansara Kristiana Nielsen í Sandavági.
Her eru tey á hennara 80-ára føðingardegi
Á myndini eru frá vinstru: Dánjal Nielsen, Klaksvík, Rigmor, systir Hilmar,
Hilmar og Anna í Garði, Strendur. Hilmar er mammubeiggi Dánjal og Annu,
tey er børn hjá Kristianu, sum var gift í Sandavági við Tummas Nielsen
Á Lágargarði jólaaftan 2008. Tað hevur verið jólagudstænastuna við deyvatulki. Nakrir trúgvir deyvir vinir Hilmars eru
komnir at ynskja honum gleðilig jól. F.v. Anna, dóttir Kristonu og Marius Rein, Edny Poulsen, teknmálstulkur og vinur
hjá Hilmar, Hilmar, Hermundur Zachariassen, eitt av deyvu systkjunum úr Norðragøtu, Malfríð og Hans Hansen, eisini
úr Norðragøtu