mikudagur 24. juni 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvikan
34
Nr. 118 • 24. juni 2009
Í mai fekk eg hýru við skonnartini
Grønlandsfarið, sum er 321 tons
til støddar. Mítt útstýr fylti tveir
koyggjusekkir. Eg skuldi vera
burtur í fýra mánaðir og mátti tí
hava nógv klæði við. Vit vóru 35
mans við.
Tey vóru nógv, sum stóðu á
kajunu og veitraðu, tá ið vit fóru
avstað. Vit skuldu fyrst til Havnar
at taka proviant og olju. Í Havn
varð øll manningini kannað fyri
tuberklar og kynssjúkur. Tann
fyrra kanningin var at fyribirgja
smittu umborð. Tann seinna var
fyri at forða fyri, at vit førdu
smittuna við til Grønlands. Teir,
sum ikki stóðu hesa kanning,
sluppu ikki við.
Túrurin byrjar
Tá ið vit høvdu mynstrað, fóru vit
avstað. Samdøgrið var býtt upp
í fimm vaktir: Hundavaktin kl.
0-4, morgunvaktin, kl. 4-7, fyrra
partsvaktin kl. 7-12, seinnaparts
vaktin kl. 12-18 og kvøldvaktin kl.
18-24.
Teir, sum høvdu vakt, skuldu
millum annað ganga róðurtørn.
Skipari og stýrimaður navigeraðu
og settu kósina, og teir tveir
motorpassararnir passaðu og
smurdu motorin.
Meðan vit sigldu tvørtur um
Atlantshavið, riggaðu vit reiðskap
in til. Fleiri túsund húkar við
teymum skuldu knýtast í línuna.
Kokkurin hevði nóg mikið at gera
við matgerð. Hann bakaði eisini
rugbreyð og siktibreyð. Hvønn
sunnudag bakaði hann eisini eitt
sindur av køku til okkara.
Eitt rættuligt
ódnarveður
At byrja við høvdu vit gott veður
hvønn dag. Men táið vit sigldu
tvørtur um Danmarkarstrætið
millum Ísland og Grønland
gjørdist illveður, og sjógvur
skolaði inn á dekkið. Knappliga
reistist ein sjógvur fimm metur
yvir skipið og breyt inn á dekkið.
Hetta var so ógvusligt, at tað
kendist sum ein bilsamanstoytur.
Skipið fekk stóra slagsíðu. Eg
datt í egningarskúrinum, har eg
gjørdi línu til, men reisti meg
skjótt aftur. Tá sá eg gjøgnum
hurðaropið í egningarskúrinum
bakborðslúnningina liggja undir i
sjógvi, meðan stýriborðslúnningin
stóð tilsvarandi høgt uppi. Tíbetur
reisti skipið seg upp aftur. Sjógv
urin hevði brotið skylettið, og nú
rann sjógvur niður í kahúttina.
Hann rann millum annað niður á
radio hjá skiparanum, so tað ikki
kundi brúkast.
Sjógvurin rann eisini niður í mína
koyggju, so alt í henni gjørdist
rennvátt. Tað var verri hjá mær enn
hjá hinum, tí eg hevði yvirkoyggju.
Kokkurin, sum stóð og kokkaðist
beint tá, fekk eisini karm.
Dekshúsið varð knúst, og ein
bátur sum stóð á dekkinum fekk
eisini skaða. Skiparin mátti taka
radio sundur og heingja tað at
turka yvit kabússini.
Sjálvur mátti eg sova í eini
aðrari koyggju, til mín egna var
turr aftur. Men fyrst mátti eg
vaska saltrákan burtur við vatni
og sápu.
Stormurin vardi í trý samdøgur,
til vit komu inn í Davidsstrætið
vestan fyri Grønland.
Ísfjøll
Vit máttu sigla sera varisliga í
Davidsstrætinum, tí her var nógv
av ísfjøllum. Her var neyðugt at
hava mann frammi á bógnum alla
tíðina at halda útkikk.Tað kundi
vera vandamikið at renna á eitt
ísfjall.
So gjørdist toka, og nú máttu
tveir menn halda útkikk, og vit
máttu eisini nýta sirenu, so onnur
skip kundu hoyra okkum.
Tað eru fiskiskip frá nógvum
londum í Davidsstrætinum. Vit
sigldu framvið einum portugis
iskum fiskiskipi. Tað er stórur
munur á portugisiskum, fronskum,
føroyskum og donskum fiski
skipum og á háttin teir fiska.
Føroyingahavnin
Tað tók 11 dagar at sigla úr
Føroyum í Føroyingahavnina. Tað
er trupult at sigla inn hagar, tí tað
eru so nógv sker. Nakrir føroyskir
bátar hava rent á flúrar og eru
soknir. Men tibetur er manningin
altíð bjargað.
Vit komu væl gjøgnim
skergarðin og kastaðu akker.
Síðan vóru okkara tveir bátar
settir út. Í Føroyingahavnini høvdu
vit havt tveir aðrar bátar stand
andi yvir veturin. Teir skuldu nú
málast og riggast til fiskarí. Tveir
dagar seinni vóru teir klárir, og vit
kundi fara til útróðrar við okkara
fýra bátum.
Eg var ein túr nakað inni í landi
num. Eg helt ikki Grønland vera
vakurt. Her var nærum bert grót
og skursl. Men onkunstaðni vuksu
svørt ber, sum smakkaðu avbera
væl.
Í juni og juli er dagsljós alt sam
døgrið. Í august er náttarmyrkiur
1-3 tímar, og í september byrja
langar og myrkar nætur.
Fiskaríið
Vit fiskaðu undir Grønlandi í
fýra mánaðir frá juni til fyrst í
september. Manningin er býtt
upp í fýra lið, eitt til hvønn av
bátunum. Vit fiskaðu við línu og
vóru úti einar 12 tímar í senn.
Vit settu um 5.000 húkar hvørja
ferð. Arbeiðsdagurin var 18
tímar. Tískil fingu vit bert 6 tímar
frívakt um samdøgrið hesar fýra
mánaðirnar, sum vit fiskaðu. Men
sunnudag høvdu vit frí og kundu
sova leingi. Sunnukvøld varð
byrjað aftur.
Í ljósu summartíðini kundi fiskast
allar 24 tímarnar í samdøgrinum.
Tríggir menn vóru við hvørjum báti.
Teir kundu so koma at borði við
1.200 toskum, og tað kundu so ger
ast 4.800 fyri allar fýra bátar.
So skjótt bátarnir vóru tømdir,
fóru teir avstað aftur við nýggjari
manning. Veiðan fyri eitt samdøg
ur kundi tí gerast 9.600 toskar.
Helvtin av manningini er um
borð í Grønlandsfarinum eina viku
í senn at reinsa fiskin og at salta
hann í lastini. Hvønn sunnudag
verður so skift, so teir sum høvdu
verið umborð, nú fóru í bátarnar.
Seinni fiskaðu vit við Frederiks
håb ísblinkin. Her kemur innlands
ísurin heilt út til sjóvarmálan.
Tað er næstan altíð spegilsblank
ur sjógvur í Davidsstrætinum, men
knappliga kundi koma stormur. Tá
máttu vit draga akkerið inn og fara
inn í skergarðin at fiska.
Nakrar ferðir sigldu vit á eitt
sker. Men vit vóru hepnir og fingu
ongan skaða.
Heimferðin
Seinast í september góvust vit
at fiska. Vit fóru aftur í Føroyinga
havnina. Her settu vit teir tríggjar
bátarnar í land. Hesir skuldu
standa her til komandi vár. Vit
tóku vatn og olju, og dagin eftir
fóru vit at sigla heim. Tá ið vit
fóru út úr Føroyingahavnini stóðu
grønlendingar og veittraðu farvæl
til okkum.
Tá ið vit fóru framvið Kap
Farvel, vóru aldurnar so stórar
sum 2 og 3-hæddað hús. Skipið
gleið seigliga niður í aldudalin
og upp aftur á aldutoppin. Hvíta
skúmið frá aldunum kom inn á
dekkið. Skipið var jú tungt lastað.
Hetta illveðrið vardi í tvey
samdøgur. Seinni hoyrdu vit í
radio, at ein norskur fiskibátur
var burturgingin, men manningin
var tíbetur bjargað av einum
grønlendskum skipi.
Ferðin heim tók 17 dagar, og
alla tíðina var ringt veður. Tá ið
vit lógu í koyggjuni, var tað eins
og tá mamma okkara vaggaði
okkum í vøggu sum børn.
Endiliga komu vit móti landi
í Føroyum. So skjótt vit høvdu
lagt at kei komu konur, gentur,
børn og eisini nakrir menn
leypandi umborð at heilsa teirra
næstringum, sum tey ikki høvdu
sæð í fýra mánaðir.
Eina viku seinni var øll lastin
landað og komin inn í pakkhúsið,
har fiskurin var vrakaður, vigaður
og pakkaður í ballir. Fiskurin varð
seinni fluttur við damparum til
Suðureuropa og Brasilia, har
hann var seldur.
Aftaná jól fingu vit avrokning
fyri túrin.
Hilmar:
Á fiskiveiðu undir Grønlandi
Í 1952 greiddi Hilmar frá túrinum við Grønlandsfarinum í danska deyvablaðnum Effata.
Sum tað sæst dugur hann væl at greiða frá
Grønlandsfarið, sum Hilmar var við
Teir flekja umborð á Grønlandsfarinum. Hilmar stendur við flekiborðið mitt á
myndini
Komandi partur
Komandi partur er ein frásøgn
í samband við, at tað eru
liðin 200 ár síðan skalvalopið,
sum førdi til avtoftingina av
Blankaskála