Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2009 Til stóra gleði fyri privatu útvarps­ støðina játtaði Jógvan Arge einari áheitan um at varpa út fyri Rás2 á Oyggjaleikunum á Álandi. Men tað hendi ikki uttan eina ávísa umhugsingartíð ÚTVARPING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hann hevur havt umleið líka nógv at siga fyri før­ oyska útvarping, sum Tor­ leif Sigurðsson hevur havt at siga fyri føroyskan fót­ bólt. Jógvan Arge hevur ført hug­takið ítróttafrásagnir upp á eitt støði, har vit ikki long­ur taka til takka við tí næst­besta. Og hann ikki bert gjørdi hetta eina maður, hann er vorðin ein myta innan økið. Hann er av sonnum »the Grand Old Man« innan ítróttafrásagnir og nú hann verður við sum frásøgu­ maður á Oyggjaleikunum á Álandi fyri Rás2, so er hetta 45. árið, at hann við ídni og viðliving letur spenningin frá dystunum floyma inn í føroysku stovurnar. Longu í 1964 byrjaði hann so smátt at varpa út. Í fyrstani frá kappróðri, men longu árið eftir var eisini fótbóltur á skránni. Men tað var ongantíð »a sure thing«, tá hann á fyrsta sinni skuldi royna seg við mikrofon í hond. - Tú er í veruleikanum púra ófyrireikaður. Tú noyðist bara at loypa út í tað, og so má røkka ella støkka. Eg var á ongan hátt vísur í, áðrenn eg royndi at varpa út fyrstu ferð, um eg hevði tað í mær. Tað var bara nakað, sum eg mátti royna, og so gera av við meg sjálvan aftaná, um hetta var nakað, eg megnaði ella ikki, sigur Jógvan Arge. Eitt, sum hann var bangin fyri, var, hvussu hann fór at megna at fylla steðgirnar úr, og eitt annað var, um muðurin fór at klára at siga frá gongdini við nøkurlunda somu ferð, sum eyguni sóu hendingarnar. Men hetta vísti seg tó at ganga sum fótur í hosu, og síðani hevur tað gingið sum eftir ánni. Drúgvar royndir - Eg havi so varpað út øll árini síðani. Fyri tað mesta hevur tað verið fótbóltur og kappróður, men tað hevur eisini verið innan aðrar ítróttagreinir, sigur Jógvan Arge. Og tað er so eyðvitað, at eftir 45 ár í »game’inum« skuldi tað verið undarligt, um bert kappróður og fótbóltur stóðu á CV’num. Tó, tað er mest innan hesar báðar ítróttagreinirnar, at fólk kenna og minnast Jógvan Arge. Minnast, tí nú er nakað síðani, hann var at hoyra í útvarpinum. Men útvarping er sum við øllum øðrum, sum einm dámar at gera: tað liggur í blóðinum. Fyrstu tíðina gjørdi hann nógv burtur úr at lurta eftir øðrum ítróttafrá­søgumonn­ um. Royndi at skapa sær eina mynd av, hvussu teir bóru frásagnirnar fram. - Tá í tíðini var tað mest tær donsku og norsku frásøgumenninir, ið føroy­ ingar lurtaðu eftir, og soleiðis var esini hjá mær. Norðmaðurin hoyrdist jú væl í Føroyum, og eg lurtaði nógv eftir teimum. Serliga tá teir søgdu frá fótbólti, skíðing og skoyting, sigur Jógvan Arge. Hann lurtaði eisini nógv eftir teimum donsku frá­ søgu­monnunum, tá teir varp­aðu út fótbólt og hond­ bólt. - Men mær dámdi sera væl mátan, norðmenn brúktu, og tað er kanska hagani, eg havi fingið íblást­ur til tann háttin, eg varpi út uppá, sigur Jógvan Arge. Stórar upplivingar Millum størstu upplivingar hjá Jógvani Arge sum ítróttafrásøgumaður man vera, tá hann í 1972 saman við pápa sínum, Niels Juel, varpaði út frá Olympiaduni í München í Týskalandi. Hetta var ikki bert fyrsta og einasta ferðin, útvarpið hevur sent frásøgumenn til eina Olympiadu, men hetta gjørdist eisini ein serlig olympiada. Fyrst og fremst tí 11 ísraelskir ítróttamenn vóru tiknir av terroristum og hildnir gíslar í olympiska býnum, og seinni vóru dripnir, tá týskir servandir hermenn royndu at fría teir, tá gíslatakararnir vóru á veg til rýmingar við gís­ lunum. Olympiadan var eisini sermerkt av, at ameri­ kanski svimjarin, Mark Spitz, vann ikki færri enn sjey gull heiðursmerki. Útvarpsfrásagnir frá ítrótti høvdu sítt størsta gjøgn­um­brot, tá Jógvan Arge í 1976 var við hond­ bóltslandsliðnum til C-HM í Portugal. Liðið stóð seg væl, og hvørt mansbarn sat við oyranum í lurtinum, með­an Jógvan í toppformi segði frá teimum spennandi dyst­unum í Aveiro, Oporto, Madeira og Faro. Jógvan Arge var sjálvandi eisini við hin søguliga dystin í Landskrona, tá Før­ oyar tóku ikki bert Eystur­ ríki, men allan fótbólts­ heimin á bóli. Hann hevur síðani verið fastur fúsur til allar lands­ dystir, bæði heima og úti, og hevur við liðnum upp­ livað »ups and downs«. Fongur fyri Rás2 Jógvan Arge nevnir tvær høvuðsorsøkir til, at hann loksins tók av áheitanini frá Rás2 um at hjálpa til við útvarpingini á Álandi. - Fyri tað fyrsta havi eg ongantíð verið við til einar oyggjaleikir fyrr. Eg ferð­ aðist so nógv framman undan við landsliðnum, at eg helt tað vera upp á sítt pláss, at aðrir fingu møgu­ leikan til oyggjaleikir, sigur Jógvan Arge. So meðan aðrir útvarparar ferðaðust til oyggjaleikir, var Jógvan Arge heima í Før­oyum og hevði umsjón við, at frásagnirnar komu á skránna og í luftina. Hann tók sær eisini av at siga frá teimum kappingum, sum vóru heima – bæði fótbólti og kappróðri. Tá Oyggja­ leikirnir vóru í Føroyum í 1989, var Jógvan heldur ikki við mikrofonina, tí hann noyddist at halda seg undir dýnuni við lungna­ bruna, sum hann hevði fingið undir kappróðri á Jóansøku. - Hin orsøkin er, at eg ongantíð havi verið á Álandi. Tað havi eg altíð kunnað hugsað mær, tí Før­ oyar og hetta oyggjaland verða mangan nevnd í sama andadrátti. Og tá mær sam­ stundis dámar væl at varpa út, koppaði avgerðin tann vegin til endans, sigur Jógvan Arge. Ítróttafrásagnir hava jú í stóran mun verið partur av hansara arbeiði øll hansara arbeiðsár, og sum hann sig­ur, so er tað ikki so av­ger­andi, hvønn hann varp­ar út fyri. -Tað, sum eg plagi at leggja meg eftir, er at gera eina góða og spennandi frá­ søgn, sum lurtarnir tíma at fylgja við í, sigur Jógvan. -Men at leiðslan í Rás2 fegnast um at hava Jógvan Arge »við umborð« er í hvussu er ikki at yvirdríva. Einki at ivast í, at hann fer at megna at draga enn fleiri fólk til Rás2, ið longu við risatøkum hevur tikið seg fram um almenna Kring­ varpið, tá tað um ítrótta­ send­ingar ræður Hestoy og Spitz Tað liggur í kortunum, at Jógvan Arge eitt nú fer at siga frá svimjikappingum á Álandi. Svimjing gongur jú fyri seg í váta elementinum, og liggur ikki so ógvuliga nógv frá kappróðri í so máta. Men, sum Jógvan sjálv­ur peikar á, so er hann held­ur eingin ársungi í svimjifrásagnum. - Eg havi varpað út frá bæði Jón Hestoy og Mark Spitz, so púra óroyndur eri eg ikki á økinum, sigur hann. Oyggjaleikirnir byrja sum kunnugt leygarkvøldið, Jógvan stillar upp Føroyskir løntakarar væl nøgdir Vinnuhúsið hevur gjørt eina kanning av nøgdseminum hjá føroysku arbeiðsmegini. Samanumtikið er føroyski løntakarin væl nøgdur. Kanningin er avmarkað til privata arbeiðsmarknaðin á landi og varð gjørd í august 2008, tá spurnabløð vórðu send til gott 3200 løntakarar. Tíðirnar og soleiðis eisini støðan á arbeiðsmarknaðinum eru munandi broyttar síðan august 2008. Tað er tó framvegis okkara meting, at samlaða úrslitið í kanningini er eftirfarandi. Kanningin og úrslitini av henni eru samanberilig við líknandi kanningar í londunum kring okkum. Tað hevur ikki borið til at samanborið við aðrar partar av føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí ongin tílík kanning er áður gjørd í Føroyum. Motivatiónin verður í hesi kanning máld eftir nøgdsemi og tilknýti til arbeiðsplássi. Samanumtikið vísir kanningin, at føroyskir løntakarar eru eins nøgdir og føla eins tætt tilknýti til arbeiðsplássið, sum løntakarar í Danmark, sum annars eru ovarlaga í altjóða samanberingum innan økið.